Nú ber til at tekna seg til tjóðveldisveitsluna 18. september
Vegna Tjóðveldi skipar Vága Tjóðveldisfelag fyri veitslu fyri tjóðveldishugaðum 75 ár eftir fólkaatkvøðuna 14.09.1946.
Veitslan verður hildin 18. september í Bygdarhúsinum í Miðvági.
Kostnaður 350 kr. fyri hvønn. Flyt peningin á konto nr. 9181 4980230 hjá Vága Tjóðveldisfelag og minst til at viðmerkja navn.
Tekningarfreist fríggjadagin 10.09.2021.
Komið nú! Vit gleða okkum.