Lýsing

Fólkaskúlin horvin í uttanríkismálum

Henda tingsetan er skjótt komin í helvt, og enn hevur samgongan onki gjørt við fólkaskúlan. Landsstýrismaðurin hevur meira um at vera við at røkja uttanríkismál heldur enn fólkaskúlan.

Tí má eg bara staðfesta, at ongin virkandi landsstýrismaður er fyri fólkaskúlan.

Alsamt fleiri børn og ung hava trupulleikar av einum hvørjum slag – eisini í Fólkaskúlanum -. Eg eri ikki serfrøðingur, og skal tí ikki koma við nakrari niðurstøðu um hví so er.

Men, sum politikari, so haldi eg, at politiska skipanin má vakna og kanna eftir, um okkurt er við skúlaskipanini.  Her hugsi eg um karmarnar og skipanina kring fólkaskúlan.

Landsstýrismaðurin hevur als ikki stundir at vara av Skúlamálum, og tí eru næmingar og lærarar fyri vanbýti.

Beinta Løwe, tingkvinna, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad