Lýsing

Egið loftrúm og egnan radara

Í 60’unum og 70’unum tóku vit ræði á havinum kring okkum. Í 90’unum tóku vit ræði á tí, sum er undir okkum – undirgrundina; nú eiga vit eisini at yvirtaka tað, ið er yvir okkum – loftrúmið.

Í dag eru vit í teirri margháttligu støðu, at loftrúmið yvir okkum ikki er á føroyskum hondum. Her hava vit eitt málsøki, sum danir hava ábyrgd av, men sum er latið íslendarum at umsita. Eftir sita vit bert sum triðji partur uttan ávirkan. Hetta átti at fingið okkum øll at vakna við.

Men tað er ikki bara sum at siga tað, at yvirtaka loftrúmið; har fylgja altjóða skyldur við. M.a. krevst lofteftirlit, radarmyndir og radarasamskifti. Nú ætlanir fyriliggja um at byggja radarastøð á Sornfelli, er hetta eitt gylt høvi hjá okkum at taka ábyrgd og sjálvi byggja hendan radara, og harvið liva upp til tær skyldur, sum krevjast, skulu vit yvirtaka loftrúmið.

Hetta hevði eisini gjørt okkum til áhugaverdan samráðingarpart og givið okkum góðar samráðingarmøguleikar úti í heimi, millum teir partar, ið eru áhugaðir í radaranum í Føroyum.

Samstundis kann hetta skapa vitanartung størv og útbyggja teir førleikar, sum okkara egna flogvinna longu hava prógvað virðið á. Tað er komið fram, at stórir menningarmøguleikar eru fyri føroyska samfelagið, at taka loftrúmið undir føroyskt ræði.

Vit missa 70-270 mió. kr. árliga

Hetta kemur sjálvsagt at kosta, men har eru samstundis stórir inntøkumøguleikar í at yvirtaka loftrúmið.

Hvørjaferð eitt flogfar flýgur í føroyskum loftrúmið, rinda tey eina ávísa upphædd. Føroyska loftrúmið er sera nógv brúkt, tí vit liggja so væl fyri, orsakað av jetstreymunum kring okkum, ið gera tað fíggjarliga áhugavert hjá flogfeløgum at flúgva yvir Føroyum.

Sambært serkønum liggur hendan upphæddin á 70-270 mió. kr. Í dag fella 60% av hesum til íslendarar, ið umsita loftrúmið, og 40% til danir. Hendan upphæddin kundi verið nýtt til at bygt okkara egnu førleikar upp og skapt fleiri arbeiðspláss í teimum økjum, ið krevjast fyri at umsita loftrúmið; T.e. omanfyrinevnda radaraeftirlit, veðurtænasta, search and rescue, o.s.fr.

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad