Lýsing

Nevndin í Suðuroyar Tjóðveldisfelag afturvald

Suðuroyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í Vági ónskvøldið 31. mars.

Á aðalfundin hevði Magnus Pauli West, leiðari av Visit Suðuroy skrivstovuni í Vági, framløgu um arbeiði við ferðavinnu og ferðavinnumenning í Suðuroynni.

Umrøða og kjak var eisini um aktuell politisk mál, m.a. um samferðsluna til Suðuroynna.

Nevndin í felagnum varð afturvald og er framvegis mannað við Bárður G. Nielsen sum formanni, Annu Brattaberg Samuelsen, Finnbjørn Hovsgarð, Dennis Holm og Sirið Brattaberg Evaldsdóttir (vantar á myndini)

Deil hesa grein umvegis
468 ad