Lýsing

Nevndin heldur fram í Vága Tjóðveldisfelag

Mikukvøldið hevði Vága Tjóðveldisfelag aðalfund í Beitinum í Miðvági, og fitt av fólki møtti upp. Ongi nýggj fólk bjóðaðu seg fram til nevndina, so trímannanevndin við Árna Jacobsen, Sólvá Jacobsen og Ingolfi S. Olsen heldur fram, og Jóhan á Ørg er eykalimur. Nevndin fer at skipa seg á fundi nú mánakvøldið.

Í síni formansfrágreiðing segði Árni Jacobsen frá rættiliga nógvum nevndaraktiviteti hetta seinasta árið, hóast korona hevur ávirkað virksemið nógv – eins og alt annað í samfelagnum.

Regluligi aðalfundurin, sum skuldi havt verið fyri einum ári síðani, kundi tó ikki haldast fyrr 20. september. Men fleiri nevndarfundir hava verið, og nevndin hevur eisini arbeitt við at dagføra limalistan og við at snikka saman uppskotið til nýggjar viðtøkur fyri felagið.

At enda í síni formansfrágreiðing boðaði Árni Jacobsen frá, at regluliga flokstingið hjá Tjóðveldi í ár verður hildið í Skúlanum í Sørvági – í Marghøllini – 21. og 22. mai.

Á aðalfundinum var nevnda uppskot til nýggjar viðtøkur á skrá. Tað fekk góða viðgerð og var síðani beint aftur í nývaldu nevndina at gera tillagingar og snikka endaligt uppskot saman at taka støðu til á annaðhvørt eykaaðalfundi ella á næsta regluliga aðalfundi.

Limagjaldið hjá Vága Tjóðveldisfelag hevur í heilt nógv ár verið 100 krónur um árið, men lítil orka er løgd í at krevja gjøldini inn. Tískil er eisini sera lítið komið inn í limagjaldi og fíggjarstøða felagsins er vánalig, tó at ongin skuld er.

Tað gerst alsamt dýrari at reka felagið. Serliga eru valstríðini blivin ógvuliga kostnaðarmikil, men eisini vanlig tiltøk eru vorðin dýrari at halda, millum annað er tað sera dýrt at lýsa.

Tí gjørdi aðalfundurin av at hækka limagjaldið upp í 200 krónur um árið, og semja var eisini um, at meira skal leggjast fyri at fáa pengarnar inn. Samanborið við onnur lokal flokspolitisk feløg er limagjaldið í Vága Tjóðveldisfelag framvegis lágt.

Aðalfundurin samtykti eisini, at Jóan Petur Joensen heldur fram sum annað umboð floksins á flokstingi, og afturat honum var Marna Jacobsen vald. Anna Elisa Jacobsen er varaumboð.

Umframt tey tvey valdu floksumboðini fær aðalstjórnarumboðið hjá Vága Tjóðveldisfelag eisini atkvøðurætt á flokstinginum. Formaður felagsins verður aðalstjórnarumboð – hvør tað verður, verður greitt, tá nevndin hevur skipað seg mánakvøldið.

Eftir formliga aðalfundin spældi og sang Jákup Henriksen úr Sørvági nøkur løg, áðrenn løgtingskvinnurnar Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen høvdu eitt felags politiskt upplegg. Síðan bleiv dúgliga kjakast og spurt um aktuell politisk evni til klokkan 22, tá Árni Jacobsen takkaði fyri góða luttøku og góðan fundarsið, og tað bleiv endað við tjóðsanginum.

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad