Lýsing

SOS frá ferðavinnuni!

Búskaparráðið mælir í várfrágreiðing síni púra greitt til at “hjálparpakki verður veittur ferðavinnuni, so vinnan og vitanin í ferðavinnuni ikki fer fyri skeyti”. 

Júst tað hava vit áhaldandi víst á. Tí ferðavinnan klárar ikki enn eitt summar í lægsta gearið, og lítið bendir á, at henda vinna aftur kann virka eftir vanligum treytum, fyrr enn komið er út í 2022. 

Fari tí enn einaferð at seta landsstýrismanninum í ferðavinnumálum ein fyrispurning um, hvørt landsstýrið ætlar at hjálpa tí partinum av vinnuni, sum er so serstakliga hart raktur av koronu? Sum hevur mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum, orsakað av smittufyribyrgjandi tiltøkunum kring allan heim. Ætlar landsstýrið at lurta eftir Búskaparráðnum, og koma við einum hart tiltrongdum hjálparpakka. Og um so verður, nær, kemur ein hjálpin, og hvussu kann “pakkin” væntast at síggja út? Hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri búskapin, fyri ferðavinnuna og í mun til arbeiðspláss har, eisini í longri høpi, um fyritøkur, sum framvegis liggja lamnar av korona, ikki fáa eina hjálpandi hond til at yvirliva? 

Setti í vetur landsstýrismanninum fyrispurning um sera álvarsomu støðuna í størstu pørtunum av ferðavinnuni, og um hann ætlaði at hjálpa neyðstøddu vinnuni, nú hjálparpakkarnir fóru úr gildi hin 31.august, fyri nærum 8 mánaðum síðani. 

Í svari uppá fyrispurning 52-40/2020 segði landsstýrismaðurin, at hann fylgdi støðini, men at “tað er ikki gjørd nøkur ítøkilig ætlan um at hjálpa ferðavinnuni, men tað verða áhaldandi gjørdar metingar av, hvørt neyðugt er við tiltøkum.” Somuleiðis vísti hann á at “ … at umsetningurin í ferðavinnuni er fallin munandi samanborið við 2019, hjá ferðaskrivstovunum uml. 90%, hjá gistingarhúsunum millum 60-80%, matstovur uml. 40-50%, bussfeløg uml. 85 -95 %, upplivingar uml. 60% og bilútleigarar uml. 95%”, sambært upplýsingum frá Ferðavinnufelagnum. 

Í gjár segði landssýrismaðurin so, at ein hjálparpakki møguliga er klárur, men sum skilst ivast landsstýrið í, hvørt tørvur er á honum. Samstundis segði fíggjarmálaráðharrin, at tað ikki er teirra uppgáva at oysa pengar út til vinnuna. Havi sent landsstýrismanninum spurningar um hetta, tí signalini úr landsstýrinum eru rættuliga ógreið, og vinnan hevur uppiborið greið boð um, hvørt landstýrið fer at hjálpa ferðavinnuni, ella ikki. 

Endamálið við hjálparpakkunum í vár var at tryggja arbeiðspláss, og binda fyri, at fyritøkur fóru á heysin. At tryggja einari vinnu, sum hevur ment seg við rúkandi ferð senastu árini, kann hava stóran búskaparligan týdning. Eingin kann ivast í, at ferðavinnan hevur verið og er serliga ábær í mun til koronaódnina. Stórur partar av ferðavinnuni hevur í longri tíð rópt neyðarróp. Nú Búskaparráðið hevur talað, lurtar landsstýrið vónandi. 

Bjørt Samuelsen

tingkvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X