Takk fyri stuðulin
Takk fyri stuðulin til kommunuvalið. Tjóðveldi fekk tilsamans 3551 atkvøður har stilla var upp politiskt; 376 í Klaksvíkar kommunu, 2698 í Tórshavnar kommunu og 477 í Vágs kommunu.
Umboð floksins fara við góðum treysti til verka, sum partur av meirilutanum og í andstøðu.