Lýsing

Samgongan vrakaði uppskotið, um at byggja bústaðir á bygd

Tað skulu vera javnbjóðis treytir, at byggja sær egnan bústað, óansæð hvar í landinum ein býr. Hetta er ikki støðan í dag, tí lánitreytirnar eru so ymiskar í størru býunum, í mun til uttanfyri størru býirnar.

Bankarnir eru ikki sinnaðir at fíggja somu upphædd á bygd, sum í høvuðsstaðnum. Dømi hava verið um, at persónar, ið hava fingið noktað fígging til at byggja hús á bygd, hava fingið játtað eitt uppaftur hægri lán til ein bústað í Tórshavn. Sostatt eru tað ikki gjaldevnini hjá teimum, sum ynskja at byggja, ið eru forðingin.

Hetta vilja vit loysa. Við okkara uppskoti fáa Bústaðir heimild til at bjóða eitt lán, ið fevnir um tann partin av láninum, ið bankin ikki kann bjóða, tó ongantíð meira enn upp til 100% av metingarvirðinum.

Fyri áleið 56 árum síðani stovnaði Tjóðveldisflokkurin Húsalánsgrunnin, ið hevur hjálpt óteljandi familjum kring landið, at ogna sær eitt heim. Nú er tíðin aftur komin til, at vit sum land seta okkum fyri, at hava eitt fjølbroytt samfelag, har tað er hugurin og gjaldevnini hjá fólkinum sjálvum at velja, hvar tey vilja búgva, og ikki bankarnir, sum avgerða hetta fyri fólkið.

Tí er tað harmiligt, at samgongan ikki tók undir við málinum og feldi tað. Vónandi er líknandi uppskot partur av bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum.

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X