Lýsing

Søguligt frambrot fyri tær smærru ítróttargreinirnar

Hendan samgongan setti sær fyri at uppraðfesta tær smærru ítróttargreinirnar, tí hesum hevur stórur tørvur verið á. Øll skulu hava møguleika at íðka ítrótt, tí øll hava ikki hug til fótbólt ella hondbólt. Kommunan hevur stuðlað hesum ítróttargreinum á ymsan hátt, men uttan stóra hjálp og egininnsats frá eldsálum í feløgunum hevði ikki borið á mál. Tað eiga øll tit mongu stóra takk uppiborna fyri.

Golf: Í meir enn 10 ár hevur stilstøða valdað, men vit brúktu nógva tíð og orku at finna loysn á  trupla jarðarmálinum við festaran og Búnaðarstovuna. Nú hevur kommunan fingið nýtslurættin til lendið og fyrireikingarnar til at gera sjálvan golfvøllin við 9 holum eru byrjaðar. Økið skal skipast so, at umframt golfarar so skulu øll onnur fáa høvi at njóta náttúruvakra økið á Glyvursnesi.

Skating og Klintring: Vit fingu atgongd til frystihøllirnar, í Bacalao ið hava staðið tómar í mong ár, og settu pening av til at innrætta tær til skatehøll og klintrihøll. Stórt tal av børnum og ungum gentum og dreingjum hugna sær nú dagliga við BMX súkklum, rulluskoytum, parkour og skateboardum í gomlu frystiøllunum.

Skí:  Einar 30-40 dagar seinastu tveir vetrarnar hava fólk hugnað sær óført á skí og skateboard á Sornfelli og umstøðurnar til skíítrótt eru framúr, eftir at kommunan stuðlaði við eini skílyft. Herfyri játtaði mentamálanevndin at stuðla felagnum við einari ATV súkklu ið kann gera banan slættari og betri at aka á.

Bogaskjóting: Tað hevur leingi verið arbeitt við at útvega Bogaskjótifelagnum umstøður at venja og kappast í. Júst nú havav vinnu- og mentamálanevndin í býráðnum samtykt at bjóða Bogaskjótarum at fáa umstøður úti í norðara grótbroti í Glyvursnesi til at íðka í. Vónandi fæst ein avtala við felagið um hesa loysn, tí tey hava verið sera tolin og skulu vit hýsa Oyggjaleikunum er tað altavgerandi at finna góðar umstøður til hesa ítrótt.

Byrsumúli: À Sandvíkum verður arbeitt við at bøta munandi um umstøðurnar hjá skjótifelagnum Byrsumúli at venja og kappastt. Vøllurin skal drenast og slættast, so eitt akfar kann koyra og rudda upp eftir hvøjra venjing og vollar skulu gerast út móti sjóvarmálanum, fyri at fyribyrgja dálking av umhvørvi og sjógvi. Tað er somuleiðis avgerandi at fáa umstøðurnar til skjótiítróttina bøttar skulu vit hýsa altjóða kappingum og Oyggjaleikunum.

Tennis: Nýggja undirlagið á tennisvøllunum í Gundadali er tikið í nýtslu og kommunan hevur esini stuðlað við betri ljósviðurskiftum. Hesir batar eru við til at leggja lunnar undir eina vaksandi ítróttargrein í Føroyum og nógv fleiri fólk síggjast nú dagliga spæla tennis á tennisvøllunum í Gundadali.

Borðtennis, boksing og judo hava somuleiðis fingið góðar venjingarumstøður í niðaru hædd í Høllini á Hálsi og nú Skúlin á Fløtum letur upp fær Badmintonfelagið nógv pláss og hallartímar í stásiligu nýggju ítróttarhøllini í skúlanum.

Tað er gleðiligt at síggja hvussu ovurstórur hugur og ágrýtni finst millum fólk til at skapa umstøður til alskyns nýggjar ítróttar- og frítíðargreinar og vit eru sjálvsagt ikki komin á mál við at nøkta øllum tørvi. Kommunan skal allatíð arbeiða við at skapa trivnað fyri øll og tí er umráðandi at halda fram við at stuðla undir og menna eitt fjøltáttað tilboð innan frítíð- og ítrótt.

Gunvør Balle
forkvinna í mentamálanevndini

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X