Lýsing

Nevndin í Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipað seg

Týskvøldið 23. Juni var nýggja nevndin savnað á fyrsta sinni síðani Korona farsóttin legði samfelagið lamið beint eftir aðalfundin tann 11. Mars 2020.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Formaður er Rógvi Nybo

Næstforkvinna er Petra E. Petersen

Peningarøkil er Jenus í Trøðini

Skrivari er Brandur Arnoarson

Á aðalfundinum 11. mars vóru harumframt valdir Heini Holm og Jógvan í Dávastovu sum tiltakslimir.

Nevndin í Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag fer hetta komandi árið at leggja dent á innanhýsis arbeiðið í flokkinum og hvussu Tjóðveldi skipanarliga og politiskt kann reisa seg aftur eftir vánaligu valúrslitini í 2019.

Harumframt verður, um umstøður og annað loyva tí, eisini skipað fyri onkrum tiltaki fyri øllum fullveldis sinnaðum í Norðurstreymoy.

 

Nevndin

Deil hesa grein umvegis
468 ad