Lýsing

Hvør skal eiga okkara land?

Føroysk hús, jørð og lendi liggja víðopin fyri útlendingum at keypa. Tí hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri tingið, um at forða útlendingum at keypa hús og jørð undir seg í Føroyum.

Ognarmeklarir hava upplýst, at útlendski áhugin fyri fastogn í Føroyum er vaksandi og alsamt meira ítøkiligur. Í onkrari bygd hevur útlendingur keypt fleiri hús. Eisini eru hús seld á útoyggj, uttan at keyparin yvirhøvur hevur sæð ognina.

Hetta ger, at møguleikarnir hjá fólki her, at útvega sær bústað fyri rímiligan kostnað verður tikin burtur.

Í Íslandi og aðrastaðni sæst hetta væl aftur. Útlendingar hava fríar teymar, at keypa sær hús, íbúðir og jørð og gera tað í so stóran mun, at húsaprísirnir kunnu vaksa 20% ár um ár.

Tí vilja vit hava, at treytir verða settar fyri at eiga jørð og bústað í Føroyum. Tað kundi verið:

– At persónur hevur búð og verið skattskyldugur í Føroyum í tvey ár

– At persónur hevur búð og verið skattskyldugur í Føroyum í tilsamans 5 ár

Okkara grannalond hava eisini undantaksreglur sum til dømis:

– At loyvi kann gevast til fólk, ið kunnu prógva eitt serligt tilknýti til Føroyar

Sum hendan samgongan arbeiðir kann mann spyrja: “er alt til sølu, bara mann fær rætta prísin? er onki heilagt?” Nú gjørligt verður, at spekulera í okkara fiskiríkidømi, hjá bæði føroyingum og útlendingum, so er skjótt at hesi ovurstóru virði, ið eru givin teimum fáu, kunnu keypa alt undir seg í Føroyum.

Avleiðingarnar kunnu tá gerast sera stórar – bæði á størri sum á smærri plássum kring alt landið.

Sum Høgni Hoydal, formaður, segði herfyri: “Vit kunnu skjótt gerast eygleiðarar í egnum sjógvi og húskallar í egnum landi.”

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad