Lýsing

Hetta loysa vit saman

Vit í Tjóðveldi vilja við hesum heita á øll um at standa saman um tað, sum krevst av okkum sum tjóð, myndugleikum og samfelagsborgarum í sambandi við heimfarsóttina við coronavirusi.

Hetta er ein heilt serstøk støða, har vit nú skulu standa saman, uttan at vera so nógv beinleiðis persónliga saman, sum vit vanliga eru.

  

Øll hava vit okkara hugsanir um, hvat eigur at gerast og kann gerast betur. Vit vilja taka felags ábyrgd av teimum neyðugu og markabrótandi átøkum og avgerðum, ið krevjast og fara at krevjast av føroyskum myndugleikum í komandi tíðum.  

Tað liggur ein ovurstór ábyrgd á løgmanni og landsstýrinum, ið eiga evstu ábyrgdina av hesum víðfevndu átøkum og avgerðum. 

Vit hava vent okkum til løgmann og sagt frá, at vit eru til reiðar allan sólarringin at veita allan stuðul og hjálp. Soleiðis, at øll politiska skipanin í Føroyum kann standa saman við landsstýrinum um at taka bestu og rættastu avgerðirnar við ráðgeving frá okkara dugnaliga fakfólki í okkara ymsu samfelagsstovnum– ikki minst tær truplu avgerðirnar. Og at vit standa saman um, at tað eru føroyskir myndugleikar, ið taka avgerðirnar og gera neyðugu átøkini, við støði í okkara egna samfelag.

Tørvur er á einari røð av tiltøkum, ið m.a. skulu tryggja:

  • At sjúkrahús, røktarheim, stovnar fyri fólk við serligum tørvi, heimarøkt og so frameftir ikki leggjast lamin.
  • Tiltøk, sum avmarka ferðafólkaflutningin til Føroya enn meira enn higartil og verða fylgd av øllum.
  • At greið kunning og samanhangur er í teimum innanhýsis tiltøkum við ferðslu og at koma saman í Føroyum.
  • Stórur tørvur er á at spenna eitt trygdarnet undir árendu vinnuna, so bundið verður fyri tí fíggjarliga missi, ið stendst av almennu átøkunum og avleiðingunum í heimsbúskapinum– serliga við atliti til vinnuvirksemi, ið ikki hevur neyðugu fíggjarorkuna til at koma tvørturum hesa kreppu. Peningastovnar eiga her at vísa samfelagsábyrgd saman við almennu myndugleikunum.
  • At samstarva við arbeiðsmarknaðarskipanir okkara um at tryggja teimum, sum orsakað av serstøku støðuni missa lønarinntøku, og at tímalønt verða eins væl vard og tey í føstum starvi. 
  • At seta í verk neyðugar reglur frá landsstýrisins soleiðis, at fólk fáa løn og verða tryggjað øll vanlig rættindi, hóast serligu samfelagsstøðuna og heimsstøðuna.
  • Bráðfeingis “snarskúling” av starvsfólki er helst neyðugt, so fleiri eru til at røkja tær mest lívstýðandi uppgávurnar í røktini av teimum eldru og sjúku. 
  • Áhaldandi kunning frá føroysku myndugleikunum við sera greiðum og ivaleysum boðskapi er neyðugur. 
  • At kunningin verður greið til allar borgarar í landinum – eisini til tey, ið ikki skilja nóg væl føroyskt enn og til tey, ið ikki skilja danskt. Eisini má kunnast til útlendsk ferðafólk.

Ja, listin er drúgvur. Enn eru flokkarnir ikki kallaðir saman, men vit eru altíð til reiðar at gera alt tað, sum gerast kann, fyri at Føroya fólk saman kemur so væl gjøgnum vandastøðuna, sum til ber. 

Høgni Hoydal, floksformaður, sigur: 

”Tað er í slíkum undantaksstøðum, at vit veruliga prógva tað samanhald og tær dygdir, ið vit eiga sum tjóð. At vit byggja á tey stóru virði og ta styrkina, sum er í øllum teimum felags skipanum og stovnum, ið binda okkum saman sum fólk og tjóð. Og á tað samhaldsfestið og ta hjálp, ið einstaklingar, familjur, grannar, vinir og kenningar veita hvørjum øðrum hvønn dag. Vit skulu støðugt stuðla og menna okkara egnu førleikar og álitið á okkum sjálv í Føroyum.” 

Vit vilja eisini senda eina hjartans tøkk til øll tey starvsfólk og sjálvboðin, sum í hesum døgum halda samfelagnum koyrandi og gera eitt ófrásigandi týdningarmikið arbeiði fyri at fyribyrgja og hjálpa. Og til landsstovnar, kommunur, Fólkakirkjuna, sjálvbodnar felagsskapir, samkomur, fyritøkur og einstaklingar, sum ganga undan og taka ábyrgd.

Ein serlig viðurkenning verður send Kringvarpi Føroya og øllum tykkum starvsfólki, ið saman við hinum miðlunum hava veitt eitt einastandandi arbeiði at upplýsa, kunna, kanna og binda okkum saman í øllum samfelagsbólkum – frá elstu til yngstu.  

At enda heita vit á okkum øll um at fylgja øllum tilmælum og ansa væl eftir okkum sjálvum og hvørjum øðrum – og ikki minst okkara veikastu.

Vegna Tjóðveldi

Høgni Hoydal, formaður

Sirið Stenberg, næstforkvinna

Bjørt Samuelsen, tingkvinna

Kristina Háfoss, tingkvinna

Beinta Löwe, tingkvinna

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad