Lýsing

Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag ársaðalfund mikudagin 11. mars

Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur ársaðalfund mikudagin 11. mars á Búnaðarstovuni í Kollafirði kl. 19. Skrá sambært lógum felagsins.

Fólkavald umboð fyri flokkin koma eisini at vera til staðar, og hesi koma at umrøða ymiskt, ið er uppi í tíðini; og limir felagsins fáa somuleiðis eisini høvi at spyrja fólkavaldu umboðini um eitthvørt.

Limir felagsins fáa eisini møguleikan at koma við sínum uppskotum um, hvat nevndin í felagnum skal leggja seg eftir framyvir, og hvørji átøk skulu fremjast.

Limagjald kann gjaldast við dyrnar, og nýggjir limir kunnu eisini tekna seg á fundinum.
Møtið fjølment.

Nevndin í Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
Deil hesa grein umvegis
468 ad