Lýsing

Føroyskt skal vera rættarmál

Vit í Tjóðveldi hava lagt uppskot fram um  føroyskt rættarmál.

Tað liggur eitt drúgt stríð til grund fyri, at vit í dag hava eitt føroyskt mál. Tað er ikki runnið upp úr turrum, men er ein beinleiðis sigur, sum tjóðskaparrørslan hevur vunnið okkum. 

Aftaná tiltikna jólafundin í 1888 settu tjóðskaparfólk sær fyri at arbeiða við at gera føroyska orðabók at virka fyri at fáa føroyskt inn í skúlan bæði sum lærugrein og sum skúlamál. Eisini at fáa føroyskt sum kirkjumál og at seta á stovn føroyskan háskúla.
 

Í 1938 bleiv kravið um, at danskt skuldi vera skúlamál avtikið, og føroyskt bleiv skúlamál. Árið eftir, í 1939, fingu vit føroyskt kirkjumál. Vert er at leggja til merkis, at bæði skúlaverkið og fólkakirkjan eru yvirtikin langt aftan á hetta; so grundgevingin, um danskt skal vera mál í rættinum, tí málsøkið ikki er á føroyskum hondum, heldur ikki.
 

Tað er púra sjálvsagt, at vit skulu hava føroyskt sum rættarmál. Fólk, sum skulu fyri rættarskipanina, eru í sera veikari støðu. Kanska veikastu støðu nakrantíð. At skula tosa eitt annað mál í slíkari støðu kann gera støðuna enn verri. Og hvussu íðin eru fólk eftir at biðja um tulk, at biðja um tænastu, frá einum sum skal døma tey? Tað átti heldur at verið øvugt soleiðis, at starvsfólki í rættinum hevði møguleika at brúka tulk eftir tørvi at tulka føroyskt til danskt.
 

Fyri vanliga føroyingin er støðan trupul at skula greiða frá støðum, orðum og fatanum, ið søgd og upplivað eru á føroyskum, á fremmandum máli. Og afturat hesum kemur at samfelagsligt høpi, søga, myndugleikabygnaður, lógir, alment kjak og viðmerkingar ofta eru úr heilt øðrum sjónarhorni, bæði málsliga og mentanarliga.
 

Tað hevur eisini týdning fyri menningina av einum føroyskum løgfrøðiligum máli, at føroyskt er rættarmál. At alt skrivligt samskifti verður á føroyskum kann vera mennandi í so máta og stuðla væl undir, at vit í løtuni eru farin undir at bjóða løgfrøðilestur á Fróðskaparsetri Føroya.

Fyri fyrisitingina og málspartar er eisini dýrt at umseta skjalatilfar í rættarmálum til danskt. Eisini hevur hetta ofta sera drúgva og trupla málsviðgerð við sær. Hetta kunnu vit broyta og harvið bøta um rættartrygdina.

Tað er ein púra natúrligur og sjálvsagdur rættur hjá føroyingum at tosa føroyskt í Føroyum, og at vit hava føroyskt sum rættarmál.

Deil hesa grein umvegis
468 ad