Forsídubreddi

Menningarkvotur skapa virksemi og arbeiðspláss til 20-30 fólk á Eiði

– Tað, sum ger, at vit nú fara at roykja makrel og sild, og at vit nú kunnu veksa um okkara virksemi, er, at vit fingu menningarkvotu. Vit vilja menna nýggjar vørur og soleiðis lyfta føroyskar fiskavørur á eitt hægri støði.

Soleiðis sigur Jóhannus M. Olsen við tíðindamiðilin in.fo tann 30. apríl.

Jóhannus M. Olsen, er annar av kendu monnunum aftan fyri Sjógæti við Norðskála, sum hevur fingið makrel og sild sum menningarvotu til eina forvitnisliga ætlan við royktum makrel-og sildavørum.

Við in.fo sigur Jóhannus M. Olsen at tey 1000 tonsini av makreli og 500 tonsini av sild, sum Sjógæti fekk í menningarkvotu í 2018, eru fiskað, og fiskurin liggur á goymslu í Ánunum. Tað eru skip hjá P/F Palli hjá Mariannu í Klaksvík, sum fiska menningarkvotuna fyri Sjógæta.

Støðugt arbeiði verður til eini 20-30 fólk á virkinum á Eiði, tá alt er klárt og komið upp at koyra
(mynd: Wikimedia Commons – https://commons.wikimedia.org/wiki/File:Ei%C3%B0i_-_Village_at_the_north-west_of_Eysturoy.jpg)

– Framleiðslan av royktum vørum á Eiði verður soleiðis úr frystum uppsjóvarfiski, sum verður tiðnaður so hvørt og síðan royktur á virkinum. Tá alt er klárt og er komið upp at koyra, verður støðugt arbeiði til eini 20-30 fólk á virkinum á Eiði, skrivar in.fo í gjár 30. apríl.

Jóhannus M. Olsen sigur við in.fo, at tað eru menningarkvoturnar, ið Sjógæti fekk tillutaðar, sum gera tað møguligt hjá fyritøkuni at byggja virksemið út.

– Vit hava nú í fleiri ár arbeitt við meirvirking við Norðskála, og her hava vit eisini roykt fiskavørur, men tað er greitt, at umstøðurnar á lítla virkinum eru avmarkaðar. síðan hetta árið byrjaði, hevur verið arbeitt við at rigga virkið á Eiði til nýggja virksemið, og Jóhannus M. Olsen dylur ikki fyri, at tað, sum hevur skapt grundarlagið undir, at Sjógæti nú kann veksa um sítt virksemi, er, at felagið hevur fingið lut í menningarkvotum, sigur Jóhannus M. Olsen við in.fo.

Kelda: http://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/lyfta-foeroyskar-fiskavoerur-a-eitt-haegri-stoedi/

Deil hesa grein umvegis
468 ad