Forsídubreddi

Hvat er frælsi?

Røða hjá Brandari Heðinsson, sum hann helt í flaggdagskaféini, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Ungatjóðveldið skipaðu fyri Flaggdagin.

Vælkomin til fyrsta partin av poddvarpinum hjá Unga Tjóðveldinum: Frælsisbitar.
Í Frælsisbitum kóka vit stórar hugsjónir niður í smáar bitar og geva tær okkurt at tyggja uppá.

Fyrsti partur snýr seg um kjarnuna í allari hugsan okkara: Frælsi.

Hvønn dag stríðast vit fyri frælsinum hjá tí einstaka og fyri teimum frælsu Føroyum.

Men tað ljóðar nokkso “no shit, Sherlock” at vera fyri frælsi. Hvør er ímóti tí?
Ongin ferð á val við herrópinum “minni frælsi!”.

Heldur tvørtur ímóti fara øll á val við herrópum sum:
Talufrælsi!
Trúðarfrælsi!
Savningarfrælsi!
Vinnufrælsi! Búskaparfrælsi!
Samvitskufrælsi!
Frælsi til frælsi!
Frælsisstríð, Frælsisbitar, frælsishugsan!
Frælsisfrælsi
Frælsis-alt!

Men um frælsi merkir alt hetta her so merkir tað onki.
So er tað eitt innantómt hugtak.

Og tað er júst her trupulleikin íkemur.
Tí orðið “frælsi” er eitt jaligt orð líka sum hugtøk sum vælferð, vøkstur ella fólkaræði .
Og tí er tað eitt hugtak, ið øll royna at klepra at sínum egna politikki.

Summi kunnu til dømis siga:
“Vit vilja ikki at fyritøkur skulu dálka so nógv sum tær vilja. Nei… Vit vilja bara vinnufrælsi. Og um tað almenna noyður fyritøkur til at dálka minni so gera vit okkum inná frælsi hjá vinnuni. Og… Tú ert ikki ímóti frælsi, ha?”

Frælsi verður also misnýtt til at rættvísgera ting, ið als onki hava við frælsi at gera.
Tað er sum kollveltingarkvinnan Maria Jeanne Philiponn spyrjandi græt: “Á Frælsi! Hvørjar ræðugerir eru ikki framdar í navnið tínum?”

Hetta er orsaka av at frælsi oftanni verður skeivt definera sum: at sleppa undan skyldum.
At vit skulu kunnu gera júst tað sum vit hava hug til uttan nakrar avleiðingar.

Hetta er klikka.

Tí tá sigur mann faktiskt at vinnufrælsi er at fyritøkur hava rætt til at krædda sær so nógvar pengar sum yvirhøvur gjørligt uttan at taka hædd fyri umhvørvinum, samfelaginum ella einstaklinginum. Vit mugu víkja fyri frælsinum hjá pengavaldinum.

Tá sigur mann:

At loysing elvir til ófrælsi tí at við fullveldinum kemur so nógv ábyrgd og so nógvar skyldur.
Og so skulu vit sjálvi gera ting. sjálvi Fíggja . Sjálvi Skapa. Og so sleppa vit ikki at gera tað sum vit vilja uttan avleiðingar. Ríkisfelagsskapurin er veruligt frælsi tí við honum standa vit føroyingar ikki við ábyrgdini og skyldinum av okkara egna landið. Vit hava ikki valdið sjálvi. Vit hava við Danmark frælsi frá at hugsa og virka sjálvi.

Og trælurin er frælsur tí hann sleppur undan at sjálvur at skula orðna fyri mati, arbeiðsskema og lívd.

Hetta er faktiska hugsanin, sum fleiri hava tá tey siga seg vilja stríðast fyri frælsi.
Men hon er fullkomiliga skeiv tí hon altíð í síðsta enda úrslitar í størri ófrælsi og óeydnu fyri samfeløg og menniskju.

Unga Tjóðveldið hevur tó júst ta øvugtu fatanina.
Frælsi er ikki at sleppa undan ábyrgd.
Frælsi er ábyrgd!

Ábyrgdin á okkum sjálvum og gerum okkara.
Ábyrgdin á næsta okkara.
Ábyrgdin á samfelag okkara.

Løgið nokk sprettur frælsi nevniliga ikki úr øllum tí vit sjálvi kunnu gera.
Heldur tvørtur ímóti. Frælsi sprettur burtur úr øllum tí vit ikki sjálvi kunnu gera.

Tí menniskjan er óvanliga bundin ímun til onnur djór.
Ein fiskur dugur sjálvur at svimja og eta. Og so er hann nøgdur.

Menniskjur hava nógv háfloyktari tørvir.

Vit kunnu ikki bara eta tað sum er í náttúruni.
Tí hava vit matgerð.

Vit frysta um vit eru nakin.
Tí hava vit hús og klæðir.

Og vit kunnu ikki skapa alt sjálvi.
Tí hava vit samfeløg við kokkum, timburmonnum og skræddarum o.s.fr.

Tá timburmaðurin smíðar kokkinum hús og kokkurin gevur skræddaranum mat og skræddarin gevur timburmanninum arbeiðsklæðir økist vælferðin og frælsi hjá øllum.

Men tá vit hava alt hetta eru vit enn ikki nøgd.
Vit ikki bara vilja liva. Men vit vilja liva væl.

Tí okkum tørva eisini kærleika, nærleika og vinarlag.
Og tí hava vit vinir, unnustar og samhaldsfesti.

Hetta krevur at vit skapa. Og tað er búgvandi í sjálvum tí at skapa at taka ábyrgd.
Tóku vit ikki byrðuna á okkum at skapa varð jú onki skapt.

Og frælsi er rætturin og møguleikin at skapa og gera nakað
Uttan at nakar skal forða ella tálma tær tíni skapanarevnið.

Men vit mugu skapa til frama fyri eydnusælu menniskjans.
Hetta er hóast alt orsøkin til at vit yvirhøvur noyðast at skapa frá fyrstantíð av.

Vit kunnu óivað øll semjast um at vísindini hava givið menniskjuni størri frælsi til at skapa ting, ið bøta um lív okkara.

Men vit eru nokk eisini samd um at atombumban ikki hevur givið okkum nakað serligt frælsi.

Hjálpitøkni til fólk við breki økir um førleika teirra at skapa og vera.
Tí er tað eitt dømi um veruligt frælsi. Tí tá hava vit tikið ábyrgd av hvørjum øðrum og økt um frælsi teirra, ið bera brek.

Bumbur taka møguleikan frá fólki at skapa og vera. Tí er talan ikki um frælsi.

Pluss og Pluss kann ongantíð blíva minus.
Frælsi kann ongantíð úrslita í ófrælsi.

Ábyrgdarloysi og sjálvsókni úrslitar neyðturvuliga í ófrælsi.

Ábyrgdin úrslitar neyðturviliga í frælsi.

Tí er frælsi ábyrgd.

Tá peningavaldið tvíheldur um sítt frælsi at gera sum tað vil úrslitar tað í fátækradømi, kríggi og dálking. Tí kann pengavaldið ikki skapa frælsi.

Tá einaveldisharrar lovað fólkum frælsi og skipa alt samfelagið undir einum totaliterum stýrið tekur staturin allað ábyrgdina frá einstaklinginum. Einaveldir kunnu tískilin ongantíð skapa frælsi.

Og tá stór lond tvíhalda um at teirra tjóðarfrælsi er frælsi at kúga onnur lond úrslitar tað í hjálondum uttan fullveldi, uttan egin ábyrgd og tískil uttan frælsi.

Hetta síðsta er Imperialisma. Og Imperialisman kann ongantíð skapa frælsi. Eiheldur tann danska.

Vit føroyingar eru ikki frælsir í dag. Vit hava ikki sjálvi alt vald, allar skyldur og alla ábyrgd á okkara egna landið. Tí hava vit eiheldur allan rætt, førleika ella møguleika at skapa einar betri Føroyar til frama fyri lívið hjá øllum, ið búgva her í Føroyum.

Men tað kunnu vit blíva. Tað noyðist ikki at vera sum tað er nú. Eitt annað samfelag er gjørligt.

Tí taka vit haraftur ímóti alla ábyrgd og allar skyldur á okkum sjálvi við at loysa frá Danmark og stovna Føroyar sum eitt sjálvstøðugt ríki kunnu vit veruliga verða fræls.

Fræls at spyrja og læra eftir egnum tørvi.
At droyma og skapa sum vit sjálvi vilja.
Fræls til at í felag gera lívið hjá hvørjum øðrum so vakurt og frælst sum yvirhøvur til ber.

Sum frælst fólk í frælsum landi.
Við ábyrgd á sjálvum sær.

Alt ber til.
Men loysing krevst.

Deil hesa grein umvegis
468 ad