Lýsing

“Hvussu er at stilla upp til løgtingsval?”

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur aðalfund og fyrsta uppstillingarfund

Bergtóra Høgnadóttir fer at hugleiða um, hvussu tað er at stilla upp til løgtingsval

 

Árligi aðalfundurin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag er hósdagin 28. februar kl. 19 í Miðstovuni í Klaksvík.

Á skránni eru frágreiðing um virksemi felagsins seinasta árið, roknskapur, val av nevndarlimum og umrøða av komandi vali til Løgtingið. Høvið verður at tekna seg sum lim og gjalda á staðnum. Eisini kann limagjald flytast á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-0001002680. Lesandi og eftirlønarfólk: 100 kr. / øll onnur: 200 kr

Tá ið aðalfundurin er liðugur, kemur Bergtóra Høgnadóttir at hugleiða um tað at stilla upp. Bergtóra hevur sjálv royndir við at stilla upp og hevur sitið eitt valskeið í Løgtinginum.

Síðan verður fyrsti uppstillingarfundur, har valevni skulu finnast til løgtingsvalið, sum skal vera í seinasta lagi 1. september í ár.

Norðoya Tjóðveldisfelag

 

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad