HERVØR – EIN RADIKAL BROYTING

– Fyri at gera Føroyar betri, skulu radikalar broytingar fremjast og avgerðir takast. Vit noyðast at taka fulla ábyrgd av landinum og skipa Føroyar sum eitt frælst ríki, taka veðurlagsbroytingar í størsta álvara og ganga á odda fyri einum grønum orkuskifti, tryggja føroyskum kvinnum rættin til fría fosturtøku og býta virðini javnt ímillum okkum øll.

Orðini eigur Hervør Pálsdóttir, sum bjóðar seg fram sum valevni til løgtingsvalið.

Hervør er 23 ára gomul, aktivistur, forkvinna fyri Unga Tjóðveldið, virkin í Fríum Vali og hevur seinastu tíðina verið við til at skipa fyri veðurlagsverkføllunum, sum eru hvønn fríggjadag. Harumframt lesur Hervør politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum á triðja ári. Hon stillar upp við tí greiða málinum at koma inn og verða eitt mótsvar til konservativa lyndið í Løgtinginum.

Hon vísir á, at tað er ein stórur trupulleiki, at ung ikki eru umboðað í Løgtinginum. Hetta er ein orsøk til konservativa lyndið hjá stórum parti av løgtinginum.

– Allur politikkur er ungdómspolitikkur, og tí er týdningarmikið, at hetta verður endurspeglað í umboðanini, staðfestir Hervør.

Hervør er uppstillað av Unga Tjóðveldið.

Deil hesa grein umvegis
468 ad