Norðoya Tjóðveldisfelag: Møguleikar og avbjóðingar

Eitt eyðkenni hjá norðoyinginum verður ofta sagt at vera, at millum norðoyingar er íverksetarahugurin stórur, at norðoyingar eru sinnaðar at taka ábyrgd, og at samanhaldið millum norðoyingar er gott. Og líta vit aftur í tíðina, tykist hetta vera ein góð lýsing.

Norðoya Tjóðveldisfelag skipaði í oktober fyri tiltakinum “Møguleikar og avbjóðingar í Norðoyggjum”, har orðið varð latið til fólk, sum dagliga fáast við júst tað økið, sum tey fingu møguleika at hugleiða um út frá hugsanini um, at har altíð vilja vera møguleikar og avbjóðingar. Menning skapa vit, um vit duga at síggja møguleikarnar og tora at taka avbjóðingarnar. Kvøldið staðfesti tey eyðkennini, sum vórðu nevnd omanfyri. Íverksetarahugur, ábyrgd og samanhald.

Serliga tí er tað keðiligt at síggja, hvussu Fólkaflokkurin og Norðlýsið miðvíst arbeiða fyri at royna at skapa spjaðing millum norðoyingar – m.a. hava í seinastuni lesarabrøv frá núverandi býráðslimi, Herfrí Sørensen, og frá fyrrverandi borgarastjóra, Jógvan við Keldu – bæði úr Fólkaflokkinum – verið at lesa á ymsum heimasíðum. Ræðumyndin, tey royna at mála, samsvarar ikki við tann veruleika, sum vit síggja í Norðoyggjum – tíbetur! Hyggja vit at seinastu trimum árunum, so er nógv hent at fegnast um. Men enn eru nógvar avbjóðingar at taka.

Fiskivinnan er eitt øki, sum eisini varð viðgjørt á okkara tiltaki í oktober, og sum nógv kjak hevur verið um. Í fjør hoyrdi man ferð eftir ferð, at varð fiskivinnunýskipanin samtykt, so noyddust fleiri virki at stongja í Norðoyggjum. Hetta er tíbetur ikki hent. Stóra søgan í desember í fjør var, at Ågot skuldi seljast sum avleiðing av nýskipanini. Í desember í ár eru vit nógv, sum fegnast um stóra fiskiskapin hjá Ågot – og eigarin er tann sami. Rætt er, at fiskivinnan ikki varð skipað, sum Fólkaflokkurin kravdi. Men tað er skeivt, tá tað verður ført fram, at sitandi samgonga hevur tikið fiskirættindi frá summum. Øll loyvi vórðu uppsøgd frá 1. januar 2018 – og tað ikki av sitandi samgongu. Fiskivinnan skal nú skipast út frá einari hugsan um, at allir føroyingar skulu hava gagn av fólksins ogn, og at ognarskapurin skal vera føroyskur til tess at føroyska samfelagið fær sum mest burtur úr sínum egna tilfeingi. Samstundis vórðu tey “søguligu rættindi” tryggjað.

Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur Klaksvíkar Kommuna havt minni inntøku enn í fjør. Hetta er sjálvandi ein keðilig gongd, sum vit mugu broyta. Norðlýsið og Fólkaflokkurin koma beinanvegin til ta niðurstøðu, at samgongan hevur skyldina. Eisini verður sagt, at orsøkin til lægru inntøkuna er, at reiðaríini taka part av lønini hjá manningunum til at brúka til kvotukeyp. At reiðaríini velja at gera so, er sjálvsagt ikki ábyrgdin hjá samgonguni. Samstundis skal leggjast afturat, at fer man at greina hesi tøl, sær man helst, at har ikki er ein einstøk orsøk til afturgongdina – og helst okkurt sum íverksetarahugur og samanhald saman kunnu gera okkurt við.

At samgongan hevur funnið eina loysn innan sjúkrahúsverkið, sum ger, at øll trý sjúkrahúsini yvirliva gjøgnum samstarv, er ein annar trupulleiki hjá Fólkaflokkinum og Norðlýsinum. Stóri trupulleikin hjá teimum er, at sjúkrahúsverkið framyvir verður skipað við einari felags leiðslu. Trý sjúkrahús í einum landi (øki) við 51-52.000 íbúgvarunum er serstakt, um vit hyggja eftir londum kring okkum. Høvuðsendamálið má tí vera, hvussu vit framhaldandi tryggja at vit hava trý sjúkrahús í Føroyum. Tað gera vit gjøgnum samstarv.

So er spurningurin um at flyta stovnar úr Havnini. Dømi verður nevnt í lesarabrævi hjá býráðsliminum úr Fólkaflokkinum, Herfrí Sørensen, at hon heldur, at familjurættaøkið ikki átti at endað í Havn, tá tað varð yvirtikið. Hon gloymir grundgevingarnar, sum vórðu førdar fram tá, um at familjurættaøkið er eitt so eymt evni, at best er at hava stovnin, har eitt slag av anonymiteti kann tryggjast, og tí var best at leggja hann í Havn. Um aðrir stovnar skulu flytast úr Havnini er ein annar spurningur, sum Tjóðveldi hyggur uppá.

Í grundgevingunum fyri, hví man ikki skal velja samgonguna ella serliga Tjóðveldi aftur, verður ofta sagt, at vit bara ynskja at oyðileggja Norðoyggjarnar, at vit ynskja at oyðileggja fiskivinnuna, at vit eru øvundsjúk o.s.fr. Men álvaratos, hevur man ikki frægari grundgevingar, so er lítið at koma eftir. Tjóðveldi hevur loysing sum fremsta mál – hvussu ímyndar Fólkaflokkurin og onnur, at vit vilja røkka tí máli, um vit ikki hava alt landið við, um vit ikki tryggja okkum, at vinnulívið hevur góðar karmur?

Seinastu trý árini eru tikin fleiri stig móti einum javnari Føroyum, móti einum frælsari Føroyum. Vit kundu ynskt okkum, at fleiri stig – og viðhvørt onnur stig – vóru tikin, men politikkur er ein spurningur um samstarv. Vit hava gjørt eina fiskivinnunýskipan, eina pensiónsnýskipan – sum til samans skapa einar tryggari og javnari Føroyar – eina tunnilsætlan, so ein ætlan nú er fyri tunlarnir norður um Fjall. Vit hava yvirtikið fleiri málsøki og fastfrýst blokkin – bæði stig móti einum sjálvbjargnum, frælsum Føroyum. Lat okkum í felag arbeiða fram ímóti loysingini.

 

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad