Lýsing

Minningarorð um Heina O. Heinesen

Vit sváran kenna

tann sakn so stóran

nú kappin reysti

um sýn nú fór hann.

Tó stendur eftir

mangt megnarverkið

hann fyri Føroyar

og fyri Merkið

oss øllum vann.

 

Tað var á ungum árum, at tjóðskaparkenslan birtist Heina í barmi, og plagdi hann ofta at taka til, at hesa kenslu fekk hann í uppvøkstrinum í Kunoy, har góður gróðrarbotnur var og har allir teir menn, ið stríddust fyri sjálvstýrishugsanini vóru høgt í metum, ikki minst Símun av Skarði, oyggjarmaður Heina.

Tað var eisini sum ungur, Heini meldaði seg inn í Norðoya Tjóðveldisfelag, og gjørdist hann ein av størstu stuðlum felagsins øll árini. Hann gjørdist nevndarlimur í 1978, og var hann í nevndini fram til hann var valdur inn á løgtingið í 1984, árini 1981-84 sum formaður í felagnum og limur í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins felagsins vegna.

 

Áðrenn Heini fyrstu ferð var valdur inn á løgtingið í 1984 var hann eisini stillaður upp til løgtingsvalini í 1978 og 1980, men rakk ikki inn á ting.

Sum umboð fyri Norðoya valdømi sat Heini á løgtingi frá 1984 til 2004 og aftaná, at Føroyar gjørdust eitt valdømi í 2007, sat hann eitt valskeið aftrat, 2008 til 2011.

Tað at Heini gjørdist formaður í Tjóðveldisflokkinum í 1994 var eitt úrslit av tí arbeiði, sum hann gjørdi fyri flokkin á løgtingi, og var tað við stoltleika vit sóu, at hann bar flokkin til sigurs til løgtingsvalið í 1998, og sum aftur setti tjóðskaparleiðina á politisku dagsskránna.

 

Heini kendi til politiskt arbeiði í kommunustýrinum í Kunoyar kommunu áðrenn hann fór uppí landspolitikk. Sum kommunustýrislimur í meira enn 40 ár tilsamans, og sum kommumunustýrisformaður í meira enn 30 ár.

 

Sum tann álitismaður hann var og altíð fastur í sínum meiningum, so var ofta heitt á hann at taka við álitisstørvum, bæði vinnuliga og politiskt, og gjørdi hann tey arbeiði til lítar, sum honum var litið til.

 

Í Norðoya Tjóðveldisfelag minnast vit Heina frá øllum fundunum, ið felagið hevði, har hann altíð var til staðar og segði sína greiðu meining, eins og hann greiddi frá tingarbeiðinum hjá flokkinum, meðan hann var tingmaður. Tað var altíð ein frægd at líða á, tá Heini hevði orðið, og hann kundi røða um alt, men sigast má, at korini hjá fiski- og útróðrarmanninum lógu honum næst at hjarta og fiskivinnan yvirhøvur. Hetta vísti hann eisini í sínum verki í løgtinginum, eins og hann altíð var við til at bøta um, har tað mest trongdi til, vinnuliga, samfelagsliga og sosialt.

 

Nú, aftaná at heilsan hevur bilað í nøkur ár, er Heini O. Heinesen farin um sýnina, men eftir livir minnið um henda merkismann, og tað vísti eisini tann stóri skarin, ið fylgdi honum henda góðveðursdagin til hvíldar í kirkjugarðin undir teimum brøttu fjøllunum í heimbygdini Kunoy.

 

Æra verði minni um tjóðskaparmannin Heina í Kunoy.

 

Norðoya Tjóðveldisfelag

 

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad