Gallup: Fýra teir størstu fáa 7 tinglimir hvør

Gallup: Fýra teir størstu fáa 7 tinglimir hvør

Ein spillfesk veljarakanning hjá Gallup vísir, at fýra teir størstu flokkarnir á tingi høvdu verið ógvuliga javnir, var løgtingsval nú.

Fólkaflokkurin fær 22,3 prosent, Sambandsflokkurin 21,1 prosent, Javnaðarflokkurin 21 prosent og Tjóðveldi 20,6 prosent. Tað gevur 7 tinglimir hvør.

Samanborið við seinasta val gongur Fólkaflokkurin 3,4 prosentstig fram, og Sambandsflokkurin vinnur 2,4 prosentstig. Javnaðarflokkurin gongur 4,1 prosentstig aftur. Tjóðveldi stendur at kalla í stað og missir 0,1 prosentstig.

Sjálvstýri fær í kanningini 3,2 prosent og missir ein tinglim. Miðflokkurin fær 5 prosent og varðveitir sínar tveir tinglimir. Framsókn fær 6,9 prosent og varðveitir eisini sínar tveir tinglimir.

Sambært kanningini hevði andstøðan fingið 17 tinglimir og samgongan 16, var val nú.

Gallup hevur gjørt kaningina fyri Tjóðveldi á fólkatingi.

Grundarlag

  • Frágreiðingin er grundað á telefonkanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt í tíðarskeiðnum 27. juni – 16. juli 2018.
  • 538 tilvildarliga útvaldir respondentar 18 ár og eldri hava svarað kanningini.
  • Tey eru øll navnleys.
  • Svarini eru vektað við atliti til kyns-, aldurs- og fólkabýtið kring Føroyar sum heild.

 

Herundir sært óvissan við 538 svarpersónum, sum er talið af persónum í hesi kanning, ið hava svarað øllum spurningunum.

Svarpartur     í % 5 ella 95 10 ella 90 15 ella 85 20 ella 80 25 ella 75 30 ella 70 35 ella 65 40 ella 60 45 ella 55 50
Óvissa             í +/-% 1,8 2,5 3,0 3,4 3,7 3,9 4,0 4,1 4,2 4,2

 

Gongdin síðan seinasta løgtingsval, sep. 2015

Úrslit Býtið í % Munur sep 2015
Fólkaflokkurin 22,3 + 3,4 18,9
Sambandsflokkurin 21,1 + 2,4 18,7
Javnaðarflokkurin 21,0 ÷ 4,1 25,1
Sjálvstýri 3,2 ÷ 0,8 4,0
Tjóðveldi 20,6 ÷ 0,1 20,7
Miðflokkurin 5,0 ÷ 0,5 5,5
Framsókn 6,9  0,0 6,9
Tingsessir Býtið av 33 sessum Munur sep 2015
Fólkaflokkurin 7 + 1 6
Sambandsflokkurin 7 + 1 6
Javnaðarflokkurin 7 ÷ 1 8
Sjálvstýri 1 ÷ 1 2
Tjóðveldi 7 7
Miðflokkurin 2 2
Framsókn 2 2
Deil hesa grein umvegis
468 ad