Lýsing

Lat politikk snúgva seg um politikk!

Norðlýsið – og serliga blaðstjórin á Norðlýsinum – hevur í seinastuni koyrt eina ódámliga herferð móti Tjóðveldi og móti navnnevndum persónum úr Tjóðveldi. Hetta taka vit í Norðoya Tjóðveldisfelag sjálvandi sterka frástøðu frá. Eitt er at vera politisk ósamd, men tá ið blaðið fer eftir manninum, og ikki bóltinum, er søgan ein onnur. Oddagreinin 25. juni verður soleiðis m.a. brúkt til eitt ógrundað álop móti løgtingsformanninum.

Í somu grein verður Tjóðveldi lagt undir at vera “ein reindyrkað embætis- og sambandsrørsla”, og tað verður ført fram, at vit ongantíð hava verið “longri vekk frá loysingini”. Blaðstjórin grundar hetta á, at semja ikki er funnin um stjórnarskipanarálitið. At semja ikki kann finnast um eina stjórnarskipan, sum m.a. staðfestur, at í Føroyum eru tað føroyingar, sum ráða, er ómetaliga keðiligt, men loysing er ikki treytað av tí. Leggjast afturat skal, at fleiri stig eru tikin seinastu árini móti at fáa ein sjálvbjargnan búskap, sum er altýðandi á leiðini fram til loysing –hetta er hent samstundis, sum samgongan hevur fast fryst blokkin. So einki hald er í ákærunum móti flokkinum.

Rætt er, at alt ikki er, sum vit høvdu ynskt. Men til eina hvørja tíð er politikkur ein spurningur um samstarv og um at finna semjur. Og tað er ringt í løtuni at finna aðrar samstarvsmøguleikar í Løgtinginum, sum vilja vera við til at tryggja einar javnari, frælsari Føroyar.

Lat tað vera púra greitt: Tjóðveldisflokkurin hevur sama mál, sum varð orðað, tá flokkurin var stovnaður í 1948. Fyrstu orðini í stevnuni eru greið. Har stendur: “Føroyska tjóðveldi verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Heldur ikki eigur nakrar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.” Eftir hesum miði hevur flokkurin og umboð floksins starvað.

Norðoya Tjóðveldisfelag

 

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad