Ársaðalfundur í Norðstreymoyar Tjóðveldifelag – tíðindaskriv
Á ársaðalfundinum hjá Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag var avgjørt nevndin komandi ári skal vera 5 nevndarlimir ístaðin fyri 7.
Jenus í Trøðini av Signabø heldur fram sum formaður.
Nevndin í felagnum:
- Jenus í Trøðini, Signabøur : formaður og aðalstjórnarumboð
- Petra E. Petersen, Kvívík : næstforkvinna
- Jens Ivan í Gerðinum, Vestmanna : skrivari
- Eyðálvur í Dávastovu, Vestmanna : peingarøkil
- Heini Holm, Kvívík : nevndarlimur
Varalimir:
Hallbjørg Lamhauge, Vestmanna
Torstein Paulason Brattaberg
Jógvan í Dávastovu, Vestmanna
Pauli Trond Petersen, Vestmanna
Eftir lógarfestu punktini, var stóri týdingurin umrøddur, at røkja lima skaran í felagnum, við kunning og limafundum, umframt politiskum fundum.
Fleiri tiltøk hava verið í vestara partinum í økinum, og í vár vera eisini tiltøk í eystara partinum. Um áhugi er at hjálpa til við hesum tiltøkum, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við onkran í nevndini, her er leinkja til heimasíðu floksins.
Eitt aðalmál hjá nývaldu nevndini er at økja limatali í felagnum.
Økisfelagið í Norðurstreymi staðfesti týdningin av at samgongan heldur áfram at fremja tey málini sum ikki eru avgreidd og sum eru niðurfeld í samgonguskjalið, og fegnast somuleiðis um tey stóru og týdningarmiklu mál sum eru framd.