Góður aðalfundur í Norðoya Tjóðveldisfelag
Norðoya Tjóðveldisfelag hevði ársaðalfund mikudagin 28. februar. Umframt vanligu mannagongd, var eisini gott og stimbrandi kjak á skránni.
M.a. varð kjakast um, hvussu vit best fáa javnari viðurskifti í lag millum øll øki í landinum.
Eisini meldaðu fleiri fólk seg at hjálpa til á flokstinginum, sum í ár verður í Klaksvík.