Lýsing

Fráboðan frá Tjóðveldi um fólkatingsarbeiðið

Tjóðveldi samtykti upp undir fólkatingsvalið í 2015, at eitt tjóðveldisumboð ikki fór at at sita á bæði løgtingi og fólkatingi í senn, men at skiftast kundi ímillum við farloyvi, um talan var um løgtingsvald umboð.

 

Tað er síðani staðfest skrivliga, at farloyvi verður ikki givið frá Fólkatinginum til varafólk á fólkatingi.

 

Tjóðveldi hevur í summar verið í tí støðu, at sami persónur hevur sitið á fólkatingi og á løgtingi í senn.

 

Henda støðan er sera óheppin fyri flokkin, og skal fáast í rætt lag í samsvari við tað, ið vit hava samtykt og boðað frá.

 

Tí hevur Høgni Hoydal, sum er valdur fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, gjørt av at boða Fólkatinginum frá, at hann tekur ikki aftur við fólkatingssessinum í hesum valskeiði.

 

“Við hesi loysn fái eg framt tað, at vit halda okkara samtyktir um, at sami persónur ongantíð situr í tveimum sessum í senn, og at farloyvi skal takast úr øðrum tinginum,” sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

 

“Eg eri komin til ta niðurstøðu, at henda loysnin er tann besta fyri flokkin, soleiðis at ongi nýggj ivamál og støður taka seg upp í sambandi við okkara ynski og samtyktir um at røkja teir álitissessir til fulnar, ið vit hava fingið frá veljarunum.”

 

Havi sjálvsagt umhugsað støðuna gjølla. Eg og flokkurin fingu jú stóra undirtøku á fólkatingsvalinum, sum eg eri sera takksamur fyri. Tó hevur tað leingi staðið greitt, at av tí, at eg eri landsstýrismaður, floksformaður og ein av samgonguleiðarunum, brúki eg alla orku í Føroyum við teimum stóru politisku málum, ið eru fyri framman, og fari ikki at røkja fólkatingssessin.”

 

Magni Arge hevur boðað frá, at hann tekur farloyvi úr Løgtinginum frá í dag at rokna.

 

14. september 2017

 

Vegna Tjóðveldi

Høgni Hoydal, floksformaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad