Lýsing

Fleiri serlæknar í starv

Svar upp á

fyrispurningur nr. 95/2016 eftir tingskipanini § 52a um fyribyrgjandi arbeiði viðvíkjandi setan av serlæknum

 

Spurningurin var soljóðandi:

Hvussu gongur við at seta serlæknar í starv, nú Løgtingið samtykti eina serliga serlæknapulju fyri 2017?
Eru serlig øki, har álvarsligt læknatrot er, og har serlig átøk mugu gerast fyri nú  ella í fíggjarlógini fyri 2018?
Eru serlig átøk gjørd fyri at fáa læknar og serlæknar í starv í heilsuverkinum?
Hvat verður gjørt fyri at fasthalda fólki í starvi?
Eru serlig átøk gjørd ella ávegis fyri at varðveita teir læknar, sum eru í heilsuverkinum?
Svar:

Til nr. 1:

Landssjúkrahúsið hevur sett fylgjandi serlæknar seinasta árið:

1 hjartalækni (kardiolog)  frá 1. september í ár.
1 sálarsjúkulækni (psykiatara) frá 1. mai í ár.
1 ortoped frá 1. mars í ár
1 lungamedisinara frá 1. mai í ár.
Harumframt er Landssjúkrahúsið í eini tilgongd við at seta nýggjar serlæknar innan kvinnusjúkufrøði/buðrarfrøði (gyn/obs), ortopedi, sálarsjúkufrøði (psykiatri)og giktfrøði (reumatologi).

Ítøkiliga eru hjartalækni og serlækni í kvinnusjúkum, stuðulsfunktiónirnar til lungamedisinara og aðrar stuðulsfunktiónir beinleiðis fíggjaðar av serlæknapuljuni. Eingin ivi er um, at serlæknapuljan eisini hevur virkað við til, at hini størvini eru blivin mannaði.

Hetta merkir, at í alt 8 serlæknar væntandi verða settir í starv á Landssjúkrahúsinum innanfyri eitt ár.

Suðuroyar sjúkrahús arbeiðir við at styrkja narkosulæknaøkið, tað vil siga, bráðfeingistilbúgvingina umframt møguleikan fyri at veita pínuviðgerð á sjúkrahúsinum.

Fyri nøkrum vikum síðan varð lýst eftir serlæknum í doyvíng/pínuviðgerð og skurðlækna. Áhugi er í báðum størvunum, og fari verður undir at viðgera umsóknirnar í næstum.

Til nr. 2:

Tørvur er á serlæknum innan doyving, kvinnusjúkum, oyra-næsa-háls, røntgen og ortopedi í Føroyum.

LLýst hevur verið eftir serlæknum í omanfyri nevndu sergreinum, men sjúkrahúsverkið hevur ikki fingið viðkomandi umsóknir til størvini.

Klaksvíkar sjúkrahús vantar fastsettir medisinarar og narkosulæknar.

Til nr. 3:

Nógv verður gjørt burturúr rekruttering á sjúkrahúsunum. Millum annað hevur verið skipað fyri rekrutteringsvitjan í Danmark, fundir vóru við fleiri ymiskar læknar. Harumframt er sjúkrahúsverkið í støðugum samskifti við ymsar serlæknar, fyri at royna at fáa teir at koma til Føroyar at arbeiða.

Á teimum økjum, har tørvurin á serlæknum ikki er nøktaður, er sjúkrahúsverkið í tøttum samskifti og samstarvi við onnur sjúkrahús (centeraftaler). Ítøkiliga er avtala gjørd við Ríkissjúkrahúsið um deilistarv innan røntgen, við atliti til at viðkomandi serlækni seinni kemur í fulltíðarstarv á Landssjúkrahúsinum.

Læknar og avloysarar verða eisini rekrutteraði umvegis teir læknar, ið starvast á sjúkrahúsunum ella hava verið í starvi á sjúkrahúsunum áður.

Til nr. 4:

Arbeitt verður við at hava góðar leiðslur, og dentur verður lagdur á leiðslumenning og starvsfólkamenning. Starvsfólk fáa bjóðað menningarsamrøður.

Arbeitt hevur verið við einum greiðari bygnaði og skjalfestum leiðreglum, fyri at ábyrgd og uppgáva skal vera greið hjá tí einstaka læknanum.

Roynt verður at skapa so góðar umstøður, sum til ber, bæðií og uttanfyri  arbeiði.

Fyri at varðveita læknar og fasthalda starvsfólk annars, tekur fyrisitingin í sjúkrahúsverkinum atlit til at halda kjarnufunktiónir, so sum diagnostik, viðgerð og røkt í fokus. Ansast skal eftir, at óviðkomandi atlit ikki koma uppá tvørs av teimum kjarnufunktiónum, sum skulu røkjast.

Til nr. 5:

Fyri at varðveita teir læknar, sum arbeiða í sjúkrahúsverkinum í Føroyum, verður eitt nú arbeitt við at hava eitt nøktandi lønarstøði. Eitt nú kom nýggjur sáttmáli millum Serlæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið í gildi tann 1. februar í ár, sáttmálaviðurskiftini eru nú líknandi donskum sáttmálaviðurskiftum.

Dentur verður lagdur á gott samskifti.

Læknar settir í starv í føroyska heilsuverkinum hava betri sáttmálatreytir viðvíkjandi rætt til luttøku í skeiðum og ráðstevnum, enn starvsfelagar í danska heilsuverkinum.

Í teimum førum, har tað ber til, verður roynt at hava fleiri serlæknar innan somu sergrein, soleiðis at umstøðurnar gerast betri, og at vaktarbyrðan verður býtt á fleiri persónar, umframt at økt verður um stuðulsfunktiónirnar. Á teimum økjum, har tað ikki hevur verið møguligt at seta fleiri serlæknar í starv, eru gjørdar fastar vikaravtalur, eitt nú innan oyra-næsa-háls og sálarfrøði.

 

Samanumtikið kann nevnast, at tað í samsvari við menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið verður arbeitt miðvíst við at útvega, varðveita og menna heilsustarvsfólk í Føroyum.

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 7. juli 2017

Sirið Stenberg

landsstýriskvinna

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad