Lýsing

Eldraøkið í Kollafirði má dagførast

Mong framstig eru hend í Kollafirði seinastu árini. Skúlin er bygdur út, nýggjur barnagarður stendur nú liðugur at taka í brúk, nýggj ítróttarhøll er bygd og loksins fer nýggj útstykking í gongd – alt grundarlag undir trivnaðinum og menningini í hesum parti av kommununi.

Hóast hesi og onnur týðandi framstig, so er so at siga einki gjørt við eldraøkið, sjálvt um økið nú er fult kommunalt.

Ásannast má, at verandi sambýli hevur tænt fyri seg. Tað er ikki longur tíðarhóskandi hvørki fyri búfólk ella starvsfólk. Metast má, at tørvur verður eisini á fleiri búplássum, so hvørt talið av eldri veksur.

Onnur tilboð mangla eisini. Vit hava heimatænastu og eitt dagtilhald, men tað kundi verið munandi meira, har eisini venjingar og aðrar fyribyrgjandi tænastur vóru bæði til likams og sálar.

Best var, um til bar at sleppa frá at koyra til Havnar, so sum fleiri noyðast í dag. Hetta vildi eisini spart pengar fyri samlaðu eldrarøktina í kommununi.

Og uppaftur betri, um vit kollfirðingar eisini á ellisárum kunnu verða tryggjaðir búpláss á stovni her norðuri.

Nýggjan eldradepil

Gamla Kollafjarða kommuna var framsíggin, tá hon gjørdi av at leggja eitt stórt øki á Todnesi av til ein eldrastovn. Sjálvandi skal eisini kannast væl og virðiliga, um hetta er rætta staðsetingin ella ikki.

Her kann byggjast ein depil við eini 12-16 røktarbúplássum saman við venjingarhøli, dagtilhaldi og heilstustimbrandi hentleikum annars.

Eru tøk pláss, ber eisini til at skipa umlætting bæði til kollfirðingar og fólk aðrastaðni úr kommununi, tí tann tørvurin er altíð stórur.

Um eg verði afturvaldur í býráðið, so fari eg at arbeiða fyri, at hetta stóra mál verður loyst. Hetta er eitt mál, sum má koma á skrá fyrst í komandi býráðssetu, so at vit áðrenn næsta býráðsval, kunnu taka ein nýggjan og nýmótans eldradepil í nýtslu her í Kollafirði til gleði og gagn fyri okkara eldru borgarar.

Hetta nýtist heldur ikki at kosta alla verðina, tí tað prógvar kostnaðurin av nýggja barnagarðinum í bygdini eisini, har lokalar kreftir eiga sín stóra lut.

Jákup Dam, býráðslimur og valevni Tjóðveldsins til Tórhavnar býráð

Jákup Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad