Lýsing

Fleiri dagstovnapláss

Hóast kommunan í fleiri umførum hevur økt um dagrøktar- og dagstovnaplássini, er øll skipanin longu aftur fullsett vegna støðuga tilflyting av barnafamiljum, og tað fegnast vit um, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður fyri økið børn & ung.

 

– Seinastu tíðina hava vit í Klaksvíkar býráð merkt tær jaligu avleiðingarnar av, at barnafamiljur flyta til kommununa, og tað fegnast vit um.

 

– Hetta hevur havt við sær, at neyðugt hevur verið at økt um tilboðini á dagrøktar- og dagstovnaøkinum. Í 2013 varð frítíðarskúlin Snjallabjalla víðkaður til at fevna um allan 1. og 2. flokk, og sama ár lat upp serstovan Perlan sum partur av Barnahúsinum Margit. Dagrøktarskipanin er víðkað nakað, og í 2015 lat upp ein nýggj dagstovnaeind sum partur av Drotningar Margrethu Barnagarði.

 

– Samstundis er settur ein arbeiðsbólkur, mannaður við serfrøðingum innan økið børn og ung, sum skal koma við tilmæli um langtíðar loysnir á dagstovnaøkinum. So skjótt tilmælið frá hesum bólki fyriliggur, verður tað lagt fyri politisku skipanina til viðgerð.

 

– Men vegna framhaldandi tilflyting av barnafamiljum, er eisini tørvur á skjótum loysnum til tess at víðka um dagstovna- og dagrøktartilboðini, og tí arbeiða vit nú við einari loysn, har fleiri pláss verða útvegað. Hetta tilmælið verður lagt fyri nevndir og býráð í hesum mánaðinum, upplýsir Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini børn & ung.

Deil hesa grein umvegis
468 ad