Lýsing

Tráin stillar upp fyri Tjóðveldi

 

20 ára gamli Tráin Petursson Nónklett er valevni hjá Unga Tjóðveldinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Hann varð valdur á listan hjá Tjóðveldi á fyrsta uppstillingarfundi. Tráin P. Nónklett er fyrrverandi formaður í Unga Tjóðveldinum. Aftaná summarfrítíðina fer hann at lesa søgu á Fróðskaparsetrinum.

 

– Eg haldi at tørvur er á at raðfesta ungdómin, soleiðis, at Havnin gerst ein veruligur lestrarbýur, har Setrið er savnað og har tað er lættari at finna góðar íbúðir til ein hampuligan prís.

 

– Somuleiðis má kommunalpolitkkurin gerast meira hugsjónarligur og framskygdur. Hann skal ikki snúgva seg um lyktapelar og standibeinkir: Hann skal snúgva seg um trivna, umhvørvið og javnrættindi!

Deil hesa grein umvegis
468 ad