Lýsing

Latið borgarnar tala um Skansabryggjuna

 

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið við átta atkvøðum at fara undir Skansabryggjuna fyri 465 milliónir krónur. Ein atkvøða var ímóti, tvær blankar og tveir býráðslimir vóru ikki á fundi.

Á fundinum helt Jógvan Arge, varaborgarstjóri, hesa røðu:

“Hetta er størsta og dýrasta kommunala íløgan, sum nakrantíð er gjørd í Tórshavnar kommunu. Í dag verður hon mett at fara at kosta 465 mió kr í einum høggi.

Vit í minnilutanum hava roynt at ávirka hesa stóru ætlan til tað betra. Vit hava spælt út, at bingjuhavnin kanska hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, og at gott skil hevði verið í, at bygt Skansabryggjuna og Eystara havnarøkið út til eina super ferðavinnuhavn.

Ferðavinnan er ein vaksandi vinna um okkara leiðir, og líkt er til, at her fer bert at leggjast aftrat, hóast onkrir brotasjógvar eru um grindadráp.

Meiri pláss til bingjur

Eitt av argumentunum fyri útbyggingini hevur verið broytingin í Arktis, sum ætlandi fer at elva til nógva skipaferðslu í Norðurhøvum. Sagt hevur verið, at júst hendan íløgan skuldi gera okkum før fyri at bjóða okkum fram sum tænastudepil fyri ta stóru skipaferðslu, sum fer at taka seg upp.

Tað, sum vit serliga fáa burtur úr víðkanini er, at bingjuskipini fáa betur umstøður, men dreymurin um miðstøðina fyri arktisferðsluna verður neyvan veruleiki við hesi havn – í so máta verður hon alt ov lítil, siga teir, sum hava skil fyri hesum.

Lána 300 milliónir krónur

Tórshavnar havn og Tórshavnar kommuna hava sett sær fyri at byggja fyri 465 mió kr. Av teimum skula 300 mió krónur lænast at gjalda aftur yvir 20 ár. Byggingin fer at vara eini trý ár og er ætlað at verða liðug í 2019.

Hetta eru nógvir pengar at læna í bestu pengatíðum nakrantíð. Vit vita eisini, at kommunan skal læna aðrar 150-200 mió kr til aðrar neyðugar íløgur sum stórskúlan á Fløtum. Tí fer skuldin hjá havnini og kommununi skjótt so spælandi  upp um hálva milliard og nærkast við stórum fetum lániloftinumum, sum svarar til kommunuskattin í ár.

Latið borgarnar tala

Nú eru bert tríggir mánaðir til býráðsval verður aftur. Tað var ikki gamalt at binda komandi býráð til stórar útreiðslur beint áðrenn eitt nýtt býráð tekur við. Við útlitinum til, at byggiætlanir, sum hava verið undir fyrireiking í áravís, fara at binda kommmununa og havnina til eina hálva milliard í skuld, verður skotið upp, at avgerðin um at útbyggja Skansabryggjuna verður útsett til nýtt býráð hevur tikið við 1. Januar.

Nógv sjónarmið hava verið frammi í orðaskiftinum um hetta málið. Yvirfriðingarnevndin kom til ta niðurstøðu, at ætlanin um at byggja frammanfyri Skansan samsvaraði ikki við friðingarreglurnar og sýtti fyri tí partinum av byggingini.

Ein stórur partur av borgarunum er av estetiskum og mentunarligaum orsøkum hart ímóti at hava eina upp aftur størri bingjuhavn sum portur inn til býin, og mong óttast, at virksemið í hesi nýggju havn fer at órógva umhvørvið í høvuðsstaðnum nógv meir enn gott er.

Eisini tí er rættast, at eitt nýtt býráð tekur støðu til málið um Skansabryggjuna. Býráðsvalið er besti mátin at lata borgarnar tala” – eisini um hetta málið, segði Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi.

Uppskotið frá Tjóðveldi fekk tríggjar atkvøður frá Jákup Dam, Marin Katrinu Frýdal og Jógvani Arge. Samgongan feldi uppskotið við sjey atkvøðum ímóti.

Nøkur mótmælisfólk vóru uttanfyri býráðssalin, tá fundurin var liðugur, og heilsaðu býráðslimum við grýtum og grýtubankan.

Deil hesa grein umvegis
468 ad