Lýsing

Latið okkum staðfesta tey føroysku virðini

ARVE Error: Mode: lazyload not available (ARVE Pro not active?), switching to normal mode




Ein føroysk grundlóg tryggjar varandi loysnir og forðar fyribils loysnir frá samgongu til samgongu.

Hvørji eru vit sum føroyingar?

Hvørji virði hava vit?

Her eru fýra ítøkilig øki, har grundlógin staðfestir okkara grundarlag sum føroyingar.

 

1. FISKIVINNA
Útlendsk eigaraviðurskifti í fiskivinnuni er ein av fleiri stórum trupulleikum í føroysku fiskivinnuni. Líkt er til, at hesi viðurskifti fara at broytast aftur og fram frá samgongu til samgongu sum eitt slag av fyribils loysnum við óreglusemi. Henni tørvar grundarlag. Eitt føroyskt grundarlag. Uppskotið til føroyska grundlóg ásetir tískil, at:

§ 24 stk. 2. Tá vunnið verður úr landsins tilfeingi, skal landið antin krevja viðurlag ella tryggja øllum vinnurætt.

§ 24 stk. 3. Margfeldið á landi og á havleiðum landsins, sum privat ikki eiga, er tilfeingi og ogn fólksins.

 

2. GRUNDLEGGJANDI RÆTT AT DREPA GRIND
Fráboðanarskylda ella ikki. Grundarlagið skal fyrst fáast í lag. Veruleikin er, at danska grundlógin verjir á ongan hátt okkara rætt at drepa grind. Tjóðarsemja má vera um, at føroyingar sleppa at tilskila sær rætt at drepa grind, og tað skal standa í skjali, ið er hægsta vald í Føroyum. Taka vit okkara rætt at drepa grind við í eina føroyska grundlóg, so standa vit í allari framtíð sterkari ímóti álopum á okkara sjálvsagda rætt at gagnnýta okkara tilfeingi.

Uppskotið til føroyska grundlóg ásetir tískil, at:

§ 21. stk. 1. Øll eiga rætt til egna innløgu.

§ 21. stk. 2. Nú reka menn hval á land upp; tá skal tað mesta vera drápspartur ella heimapartur.

 

3. SOSIALUR ÓJAVNI

Hvør er grundleggjandi føroyski hugsunarhátturin um fátækradømi? Seinasta hálva árið hevur ljós verið kastað á viðurskiftini hjá teimum, ið liva undir fátækramarkinum, men enn vanta ítøkilig átøk. Hesi átøk bøta um, men skulu Føroyar greitt standa saman sum tjóð um fátækradømi í Føroyum, so er neyðugt at siga frá í grundarlagi landsins. Uppskotið til føroyska grundlóg ásetir tískil, at:

§ 19. stk. 1. Øll eiga rætt til sømilig kor. § 19. stk. 2. Landið skal hava umsorgan fyri, at øll fáa virðilig ellisár.

§ 19. stk. 3. Tann, sum hvørki sleppur fram at egnari vinnu ella løntum arbeiði, eigur at fáa almennan stuðul og styrk

 

4. DONSK UPPÍBLANDING

Farnu árini hevur Danmark flutt alsamt meira vald til ES. Men einki vald og ongar avgerðir eiga at verða tiknar um okkara viðurskifti og rættindi uttan so, at Føroya fólk hevur samtykt hetta. Tí eigur ein føroysk grundlóg at vera hægsti myndugleiki í Føroyum – eisini hægri enn danska grundlógin. Uppskotið til føroyska grundlóg ásetir tískil, at:

§ 1, stk. 1. Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð, og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki.

Hetta loysa vit saman!

X við E

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad