Lýsing

Ein øðrvísi politisk greining av fólkatingsvalstríðnum

Ein øðrvísi politisk greining av fólkatingsvalstríðnum

Nú alt tykist so øgiliga álvarsligt í valstríðnum til fólkatingsvalið, halda vit á tjóðveldissíðuni, at her má vera rúm fyri eitt sindur av skrøggi og speisemi um fólkatingsvalið og flokkarnar.

Vit hava tí biðið okkara óhefta politiska eygleiðara, Búrald á Berajólum, sum vil vera ónevndur, um at gera sína heilt egnu politisku greining. Búraldur er phd’ari í pseudosamskifti, politiskari søguvending, kaffilatté-smakking og vingliskøltavirksemi í valum.

Í dag gevur hann okkum sína skjótt søgdu greining av teimum politisku boðskapunum hjá valevnunum og flokkunum higartil í valstríðnum:

Øll eru ímóti!

Listi A – Fólkaflokkurin:
Fólkaflokkurin fer til val uppá at vera ímóti øllum tí, sum hann sjálvur ger í Føroyskum politikki. Í Føroyum atkvøður hann fyri øllum ES-reglum, fyri at hækka blokkstuðulin, og fyri at vit onki skulu gera í altjóða felagsskapum sum WTO og EFTA. Á fólkatingi vil hann vera hart ímóti ES og ímóti blokkstuðli og vil knappliga inn í WTO og EFTA.

Listi B – Sambandsflokkurin:
Sambandsflokkurin fer til val uppá at vera ímóti øllum broytingum. Hann er ímóti at gera nakað sum helst, ið kann skala tað danska valdið. Og hann er á fólkatingi ímóti øllum, tí sum formaðurin hjá teimum, Kaj Leo, sjálvur sigur í Føroyum.

Listi C – Javnaðarflokkurin:
Javnaðarflokkurin fer til val uppá at vera ímóti hugsjónum og ímóti stríði og konfrontasjónum – og ímóti at koyra buss um morgunin! Og hann er á fólkatingi ímóti øllum tí, sum javnaðarflokkurin ger í Føroyum. Hann er ímóti, at javnaðarflokkurin í Føroyum ikki vil inn í ES. Og hann er ímóti, at javnaðarflokkurin í Føroyum ikki vil samstarva við Fólkaflokkin, tí á fólkatingi vil hann fegin gera tað.

Listi D – Sjálvstýrisflokkurin:
Sjálvstýrisflokkurin fer til val uppá at vera ímóti øllum tí, sum fyrrverandi formaðurin, Kári P. Højgaard hevur sagt og gjørt. Hann er annars ímóti at taka ímóti donskum pengum, men er eisini ímóti sær sjálvum, tí høvuðspunktið í valskránni er, at Danmark skal gjalda fyri at senda lærarar til Føroya.

Listi E – Tjóðveldi:
Tjóðveldi fer til val uppá at vera ímóti øllum yvirhøvur! Tey eru ímóti ES og ímóti Danmark og ímóti donskum pengum. Tey eru ímóti Helle og ímóti Lars. Tey eru ímóti at stilla upp og ímóti ikki at gera tað. Yvirskriftin á valskránni hjá Tjóðveldi kundi eins væl verið: Nei, nei, yvirhøvur ikki! Vit siga nei til alt!

Listi F – Framsókn:
Framsókn fer til val uppá, at vera ímóti at vera hálvur. Flokkurin er hart ímóti, at hálvera nakað sum helst – og serliga ikki lýsingarnar hjá sær á teimum elektronisku miðlunum. Tó hevur formaðurin avgjørt, at yvirskeggið hjá Høgna Reistrup kann hálverast.

Listi H – Miðflokkurin:
Miðflokkurin fer til val uppá at vera ímóti øllum tí, sum gongur fyri seg í Danmark og tí, sum danska fólkið hevur valt av lógum og reglum í sínum egna samfelag. Miðflokkurin fer eisini til val uppá at vera ímóti Ole Wich og djórasex í Føroyum.

Uttanflokkalistin – Zakarias Wang
Zakarias Wang fer til val uppá at vera ímóti øllum, sum er hent í heiminum síðani 1450. Hann er eisini ímóti, at aðrir flokkar skulu stilla upp. Og so er hann sera hart ímóti, at sovorðið danskt pjatt sum vatngløs skulu brúkast millum fólk. Hví ikki drekka úr somu steypum, sum Haraldur Hárfagri drakk úr, tá ið hann við svørði savnaði Noreg?

Valevni, sum eru serliga hart ímóti:
Janus Rein, høvuðsvalevnið hjá Fólkaflokkinum, fer til val uppá at vera ímóti øllum, sum hann fyrr hevur sagt og gjørt – bara hann sleppur at fáa sína mynd á so nógvar portalar og heimasíður í verðini sum møguligt.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, stillar upp til fólkatingsvalið, tí hann er ímóti Dennis Agerblad.

Bjarni Hammer, valevni fyri javnaðarflokkin, fer til val uppá, at hann er ímóti at Strandferðslustjórin á Tvøroyri ikki altíð er at finna á skrivstovuni.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fer til val uppá, at hann er ímóti at Zakarias Wang sleppur at tosa um 1946 og tjóðfundir og grundlógir, tí tað vil Høgni hava patent uppá.

Deil hesa grein umvegis
468 ad