Lýsing

Sjálvstøðugur uttanríkispolitikkur mennir føroyskt vinnulív

Smá lond hava ofta ein rættilga opnan búskap, tvs at samhandilin við onnur lond er stórur. Stór lond hinvegin hava ein stóran heimamarknað og hava tí ikki sama tørv á samhandli við onnur lond, sum smá lond. Munurin ger, at eitt land, sum Føroyar hevur alstóran tørv á góðum samhandli við umheimin. 
Samhandil og samstarv við onnur lond er tí eitt økið, sum vit áhaldandi eiga at styrkja og menna. Vit eiga m.a. at leggja okkum eftir at fáa okkara egna uttanríkispolitikk, so vit ikki aftur og aftur upplivað at vit verða avmarkað og tarnað av vantandi samstarvsmøguleikum úti í heimi.

Skiftandi samgongur hava javnt og samt rent seg í reytt ljós, tá ið tær vilja sleppa at sita við tey borð, har politikkarar, embætisfólk ella onnur umboð tvørtur um landamørk hava tikið avgerðir – eisini okkara vegna.

Felags fyri hesi umboð runt borðið er altíð, at tey hvør í sínum lagi miðja eftir, at avgerðin og niðurstøðan verður so góð fyri teirra egna land. Trupulleikin fyri Føroyar er, at ongin rødd talar søk føroyinga. Umboðið, sum brennir fyri Føroyum og føroyskum virksemi er ikki har. 
Vit sleppa kanska at hava sokallaðan lítið sigandi atlimaskap. Hesa støðuna kenna vit m.a. í Norðurlandaráðnum, í IMO, í FAO og í UNESCO.   Men vit vilja fegin hava fullan limaskap, men hini londini siga nei! Ikki tí vit eru so lítil, og heldur ikki tí vit ikki duga, men bara tí, vit ikki vilja stýra okkum sjálvum. Og so leingi vit ikki vilja stýra okkum sjálvi, sleppa vit heldur ikki at stýra í altjóða felagsskapum. Tí er svarið Nei!

Tað hevur tíverri eisini gjørt støðuna verri, tá ið samgongan í 2005 valdi at knýta knútin enn fastari. Hetta gjørdi hon, tá ið hon samtykti einmælt, at Føroyar frá tá av, ikki skuldi verða limur í altjóða felagsskapum, har Danmark eru limir. Hendan samtykt hevur eisini síðani verið brúkt ímóti okkum t.d í Norðurlandsráðnum, tá ið vit aftaná hesa samtykt spurdu, um vit ikki kundu fáa fullan limaskap allíkavæl. Svarið var nei, m.a vísandi til samtyktina frá 2005.

Men nú er okkurt, sum bendir á, at fleiri og fleiri taka undir við okkum, sum tá mæltu ímóti slíkum avmarkingum fyri føroyskum samhandli og samstarvi. Nú koma teir pø a pø og mæla til at vit fáa sjálvstøðugan limaskap ymsastaðni. Í OL-nevndini IOC og nú eisini í Eurovision Music Contest kappingini.

Høvdu vit okkara egna uttanríkispolitikk, høvdu vit havt møguleika at gjørt limir í teimum altjóða felagsskapum og nevndum, sum vit ynskja. Og vit høvdu eftir stutta tíð merkt fyrimunirnar. Vinnulívið hevði blomstrað, arbeiðspláss høvdu verið skapt, tørvur hevði verið á fólki við hægri útbúgvingum o.s.fr.

Men alt hetta sigur eitt heimastýrið nei-takk til. Nokk ikki tí, at man ikki vil Føroyum tað besta, men tí man ikki sær møguleikar í sjálvstøðugum samstarvi og samhandli.

Tað er harmuligt, tí førleikarnir eru her; og teir, sum ikki eru, finnast og kunnu mennast.

Vónandi vil ein komandi samgonga menna hesar vinnumøguleikar, menna samstarvsmøguleikar, og menna førleikan hjá tí einstaka.

Tað ger hon m.a. við at fara eftir sjálvstøðugum uttanríkispolitikki.

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad