Lýsing

Føroyar fyri øll!

Óluva Klettskarð hevur gjørt av at stilla upp fyri Tjóðveldi, tí hon er sannførd um, at føroyingar bæði kunnu og duga sjálvir.

– Føroyar skulu virka úti sum heima á jøvnum føti við aðrar tjóðir.  Longu í 2009 vóru Føroyar á 16. plássi hjá OECD yvir heimsins ríkastu lond! At biðja menningarhjálp úr Danmark er púra burtur við. Vit skulu hinvegin út í heimin og virka saman við hinum sjálvstøðugu tjóðunum á jøvnum føti. Og vit mugu stjórna egnari framtíð og egnum tilfeingi, og ikki lata onnur eiga ella ávirka okkara ríkidømi. Tað er í samstarvi við onnur lond, okkara ríkidømi skal skapast, sigur Óluva Klettskarð.

Hon vísur eisini á, at Føroyar má vera fyri allar føroyingar.

– Føroyar má røkka um alt landið! Vit skulu húsast alla staðni kring landið, og fólk í útjaðaranum mugu hava veruligar møguleikar at virka og liva. Landið er lítið, og vit vinna onki við sentralari búseting. Vit verða aldri ein metropolur ájavnt við Keypmannahavn, Berlin ella NY. Men vit kunnu sanniliga vinna við spjaddari og spennandi búseting, har oyggjarnar hava gott samband við væl útbygdum ferðslukervi, sigur Óluva.

Norðurlond hava sannað, at útjaðarin er virðismikil fyri menniskju og búskap. Meðan danski útjaðarin verður samanborin við rotnar bananir, politistøðir, sjúkrahús og keypsamtøkur steingja,  so blómar norski útjaðarin, elur fram virksemi og veksur sum kinesiski búskapurin.

– Og tað er ikki við norskum oljumilliardum, men tí norskir politikarar seinastu 70 árini hava valt ALT Noreg og investerað um alt landið.  Hesa setuna hevur samgongan raðfest nærum allar íløgurnar í miðstaðin. Íløgurnar í bygningar og harvið arbeiðspláss eru 1.2 milliardir, og av teimum eru 1.1 milliard í miðstaðarøkinum, og tær 100 milliónirnar farnar útum. Tað fremur ikki gagnligt virksemi kring landið, greiður Óluva frá.

Tað er náttúruni, vit fyrst og fremst liva av. Vit mugu brúka náttúruna skilagott og seta greiðar avmarkingar fyri dálking. Nýggjar vinnur mugu lyftast og ávirkast í gongd, t.d. taraframleiðsla, sushi-tilfeingi og orkumenning. Tá aling, oljuvirksemi og onnur vinna í umhvørvishøpi  tyngja náttúruna, so eiga vit at seta við gransking innan økini og krevja góða handfaring av firðum, sundum og vágum.

– Og vit eiga at hava smidligari skipanir og ráðgeving, so tað verður einfaldari at seta virkir á stovn og at reka vinnu, sigur hon.

Føroyar mugu hýsa øllum okkara borgarum. Ung sum eldri lesandi mugu hava møguleika at lesa í Føroyum. Tað ber ikki til, at vit bjóða okkara virðismesta tilfeingi at fara av landinum. Og so leingi Fróðskaparsetrið hevur so fá tilboð, so verða summir útbúgvingarbólkar ov stórir og aðrir als ikki til. – – Tað skeiklar og einstáttar samfelagið. Øll eiga rættin at liva og virka í Føroyum, og vit eiga at unna øllum virðilig kor. Vit vinna, um vit tora allar Føroyar og leggja okkum eftir at skapa virksemi og vinnur um alt landið, einar fjøltáttaðar Føroyar fyri øll, sigur Óluva Klettskarð.

Óluva Klettskarð hevur stillað upp fleiri ferðir fyrr fyri flokkin, bæði til løgtingsval og til Fólkatingsval. Og hon er nú virkin í kommunalpolitikki fyri Tjóðveldi annað skeiði í Klaksvíkar Býráð, har hon er forkvinna fyri Havna- og Vinnunevndina og fyri Trivaðarnevndina Eldri og Bústaðir. Óluva hevur verið virkin í flokkinum og hevur stjórnað floksarbeiðinum í fýra ár, til hon legði frá sær, so betri stundir vórðu til býráðsarbeiðið.

– Verður pláss fyri mær á listanum í Norðoyggjum, so ætli eg mær at royna eina ferð enn at stilla upp, sigur hon.

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad