Lýsing

So kom nýggj grindalóg sum úrslit av uppskotinum hjá Tjóðveldi

Tað var ávíst rok og nógvar misskiljingar, tá ið Tjóðveldi í fjør legði uppskot fram á ting um at forða fyri tí ólógliga áganginum á rættin at drepa grind í Føroyum.

Tjóðveldi skjeyt upp, at broytingar og herðingar skuldu gerast í grindagreglugerðini soleiðis, at útgerð og skipað og fráboðað virksemi til at leggja seg út í grindadráp, kann steðgast. Nú er so uppskot um eina nýggja grindalóg løgd fyri tingið, sum ásetir heimildir at fyribyrgja ólógligai uppílegging og ásetir revsing og møguleikar at leggja hald á útgerð. Uppskotið kann lesast her.

Deil hesa grein umvegis
468 ad