Lýsing

17 undirskriftir savnaðar til uppskot um barnaískoyti til húski undir fátækamarkinum

Í dag komu tær seinastu undirskriftirnar til at leggja lógaruppskot fram frá andstøðuflokkunum um eitt serligt barnaískoyti til húski undir fátækamarkinum.

Uppskotið snýr seg um, at eftir umsókn og tørvsviðgerð kann Almannaverkið veita eitt serligt mánaðarligt barnaískoyti upp til 1.500 kr til húski, ið eru mest fíggjarliga sperd. Heimild verður veitt til landsstýrið at áseta fátækamarkið og neyvari treytirnar til ískoytið.

Andstøðuflokkarnir vísa á, at uppskotið loysir ikki teir grundleggjandi spurningarnar við fátækadømi og fátækaváða. Har eru inntøkumøguleikar, bústaðarviðurskifti, skattaviðurskifti, útbúgvingarmøguleikar og mangt annað, sum krevja ítøkiligar broytingar og politikk.

Men talan er her um eitt uppskot, sum kann veita ein átrokandi bata her og nú hjá børnum í fátækadømi.

Uppskotið kemur væntandi til viðgerðar fríggjadagin 8. mai 2015.

Tjóðveldi

17 undirskriftir

Deil hesa grein umvegis
468 ad