Lýsing

Rossahandil um SEV-stýrið

Loksins endaði telvingin í Tórshavnar býráð um sessin í SEV-stýrinum.

Samgongan gjørdi ein rossahandil, sum vissaði fólkaflokkinum at halda fram í SEV-stýrinum, meðan sjálvur borgarstjórin allernådigst læt seg kjósa til varamann fólkafloksmansins.

Telvingin hevur vart, síðani breiða samgongan á Vaglinum tódnaði í fjør summar. Síðani hevur verið ógreitt, hvør skuldi hava tann vælgoldna SEV-sessin árini 2015 og 2016. Bogi Andeassen var skjótur úti og segði tað vera nattúrligt, at hann helt fram hesi árini eisini.

Men so lætt hildu javnaðarkvinnurnar ikki, at tað skuldi ganga. Tær settu fram krav um, at javnaðarflokkurin við sínum meiriluta í býráðnum tók sessin. Um hetta hevur málið snúð seg síðani eina ferð í august. Javnaðarflokkurin hevur staðið upp á sítt og fólkaflokkurin upp á sítt.

Hóskvøldið, kvøldið fyri aðalfundin í SEV, kom út innispunnið tógv í breiðu samgonguni. Fólkaflokkurin, sum telur tveir mans í samgonguni, fekk mannin í SEV-sessin, meðan tey sjey javnaðarfólkini máttu lúta.

Fyri at troysta Elin Lindenskov, sum hevur staðið einaharðast upp á kravið, um at javnaðarflokkurin skuldi hava sessin, varð á býráðsfundinum skipað ein nýggj nevnd til at fyrireika 50 metra svimjihyl í Havn.

Elin Lindenskov  verður formaður í nýggju nevndini, og nevndarlimur verður Annfinn Brekkstein aftrat umboðum fyri trivnaðarfyrisitingina og teknisku fyrisitingina.  Tann gamla bygginevndin varð tikin av við einum snupptaki.

Hon hevur bert havt fáar fundir, síðani hon varð skipað fyri seinasta býráðsval. Formaðurin, sum upprunaliga varð valdur úr umsitingini, segði seg skjótt frá. Borgarstjórin sýtti at velja nýggjan formann. Síðani hevur skilið verið hareftir í teirri høvuðsleysu bygginevndini.

Takki kortini fyri tíðina í nevndini og ynski nýggju nevndini blíðan byr. Kemur gongd á málið, skal okkara stuðul ikki skorta, tá høvi verður aftur at viðgera tað í býráðsnevndum og sjálvum býráðnum.

Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi.

Deil hesa grein umvegis
468 ad