Lýsing

Sambandspolitikkur kostar føroyska samfelagnum 100 tals mió kr árliga!

Hví Edmund Joensen í svari til mín velur at fokusera so einsíðugt uppá tær gávur hann fær ymsastaðni frá í Danmark, er ófatuligt.

Hann átti heldur at víst á teir óteljandi møguleikar, sum eru her á landið. Og sum ikki verða gagnnýttir.

Hann átti at vent eyguni móti tí tilfeingið og teimum møguleikum, sum liggja í at virðisøkja og menna føroyska samfelagið.

Hetta er hóast alt fleiri 100 ferðir meira vert enn góðbitarnir, hann vísir á.

Tak til dømis fiskivinnureformin, sum kundi givið landskassanum 100 tals mió kr árliga, men sum Sambandið akkurát onki ger við.

Tak til dømis persónsupplýsingarnar, sum Sambandið hugdi at og lat fara av landinum, við teirri avleiðing, at hetta hevur kostað føroyskum bankakundum 100 tals milliónir, fyri eina enntá nógv verri tænastu.

Tak til dømis loftrúmið, sum kundi givið Føroyum fyri okkum enn ókendar upphæddir pr flogfar, sum hvønn minutt flýgur yvir okkara økið. Sum kundi givið okkum vitanartung størv innan flogøkið her á landi. Kundi fíggjað alt innan flúgving í Føroyum og enntá fíggjað stóran part av einum nýggjum flogvølli.

Men, sum doyvdir siga heimastýrispolitikkarar nei-takk til alt hetta.

 

Hetta er bara trý dømi tikin úr rúgvuni, sum vísa avleiðingarnar av sambandspolitikki, sum kostar føroyska samfelagnum 100-tals milliónir krónur árliga.

Jú, sjálvandi smílist danska valdið at tí góðlýdni, sum føroysku fólkatingsumboðini umboða fyri tíðina. Tað vil so verða, tá hesi – heldur enn at arbeiða sum politikarar, virka sum lýðin tænastufólk og boðberar, uttan politisk krøv – og politikk yvirhøvur.

 

Annita á Fríðriksmørk

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad