Lýsing

Politikarar skulu arbeiða fyri øllum í Føroyum

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur Kommunu, er nýggjasta navnið á Tjóðveldislistanum til komandi løgtingsvalið. – Eg haldi stóru polariseringina í føroyskum politikki vera keðiliga, og haldi tíðina vera komna at taka eina støðu til, hvønn veg Føroyar veruliga skulu. Tað ber ikki til bara at arbeiða frá máli til mál, sigur hann

– Eg stilli upp, tí eg vil gera mun.

Soleiðis sigur nýggjasta valevnið hjá Tjóðveldi til komandi løgtingsvalið, Jóhan Christiansen, um hví hann stillar upp.

Borgarstjórin í Eystur Kommunu metir, at alt ov stór polarisering er hend í føroyskum politikki seinastu árini, og samstundis saknar hann yvirskipað mál í politikkinum.

– Tað vísir seg, at allur politikkurin er farin at snúgva seg um smá mál heldur enn at hugsa um yvirskipað mál fyri, hvussu føroyska samfelagið kann gerast so gott sum gjørligt, sigur Jóhan Christiansen.

Manglandi reformarnir á pensjónsøkinum og serliga innan fiskivinnuna, nevnir hann sum eitt dømi um júst hetta.

– Ein annar trupulleiki í løgtinginum er, at tað ikki altíð eru umboð fyri alt landið, sum halda seg framat at viðmerkja mál, sum eru av týdningi fyri alt landið, sigur hann.

Jóhan Christiansen er kendur sum ein sterkur og avgjørdur politikari, sum ongantíð hevur ivast í evnunum hjá kommunum at taka sær av ymiskum málum, og hetta hevur borið hann langt í kommunalpolitikki. Seinasta val fekk hann 136 persónligar atkvøður í Eysturkommunu, var toppskorari í atkvøðum har og gjørdist borgarstjóri.

Nú hevur borgarstjórin gjørt av at stilla fyri Tjóðveldi, og tað er serliga ein orsøk til tað.

– Eg stilli upp fyri Tjóðveldi er, at eg eri loysingarmaður, og vil arbeiða fyri einum landi, har vit sjálvi taka avgerðirnar, sigur hann.

Higartil hevur Pauli Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, boðað frá, at hann stillar upp, Annita á Fríðriksmørk og Óluva Klettskarð boðaðu frá á flokstingum at tær eru fúsar at stilla upp. Unga Tjóðveldið hevur eisini kunngjørt síni valevni; Kristina Clementsen og Tór Marni Weihe.

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad