Lýsing

Formansrøðan á flokstingi 2015

Vit eiga øll Føroyar

 – tjóðskaparmál eru drívmegin til einar rættvísar, skapandi og samhaldsfastar Føroyar

 

Gott tjóðveldisfólk.

 

Eysturoyingar og fólk úr øllum landinum. Gestir. Kvinnur og menn. Ung, tilkomin og eldri. Fjølbroytt, ymisk og litrík. Í sinni og skinni. Og í lívsroyndum, lívsvalum og persónligum dreymum og sorgum.

 

Men øll savnað her um somu hugsjónir og mál: Tjóðveldisstevnuna og tjóðveldismálini um at byggja eina frælsa og javnsetta tjóð í heiminum, við sama frælsi og somu javnrættindum hjá øllum fólkinum í landinum.

 

Frælst fólk í frælsum landi – tað er hugsjónin, visjónin og málið fyri allan tann ítøkiliga og greiða politikkin, sum vit skulu og vilja fremja. Nú – og í teimum frælsu Føroyum.

 

Stríðið fyri somu rættindum og skyldum hjá øllum fólki í landinum og hjá tjóðum í heiminum. Stríðið fyri somu vinnumøguleikum og rættartrygd. Stríðið fyri eini samhaldsfastari vælferðarskipan, ókeypis heilsubót og útbúgving hjá øllum. Stríðið fyri einum sjálvberandi búskapi. Stríðið fyri útbúgving fyri øll. Stríðið fyri frælsari mentan og list. Stríðið fyri at umsita okkara náttúruríkidømi burðardygt sum varandi virði hjá okkara eftirkomarum. Stríðið fyri at menna øll pláss í landinum. Stríðið fyri støðugt at menna okkara mál og okkara førleikar sum fólk í einum broytiligum heimi. Og stríðið fyri einum rúmligum, tolsomum og fjølbroyttum samfelag. Alt hetta hongur óloysiliga saman í okkara politikki og stremban.

 

Men skulu vit røkka okkara dreymum og málum og visjónum. Og skulu vit støðugt vinna fram í hesum stríðum, so krevst, at vit sjálv taka avgerðirnar og at vit sjálv standa til svars fyri teimum. Tað krevst, at vit sjálv byggja tann karm og ta grund, har vit hava fult fólkaræði og myndugleika hjá fólkinum her í landinum.

 

Tað krevst, at tað er heilt og fult okkara ábyrgd her í landinum at tryggja sosialt rættvísi og livikor til tey, sum tørva. At vit ongantíð góðtaka, at vit bert sæta okkum sjálvum, meðan onnur liva í fátækradømi – og siga, at pengar úr einum øðrum landi tryggja tað sosiala, meðan vit lata okkara egna ovurhonds ríkidømi enda á fáum hondum og fara av landinum.

 

Tað krevst at vit tora at gera nakað við tað blóðskeiva, at bankastjórar og politikarar fáa upp í 7000 krónur í skattalætta um mánaðin, meðan tann staka mamman, sum arbeiðir í Bónus, fær onki, men skal gjalda 10-12% eyka í skatti av síni egnu pensjón fyri at fíggja lættan hjá hinum.

 

Tað krevst, at vit frítt kunnu gera avtalur við onnur lond og felagsskapir. Tað krevst, at vit kunnu taka lut undir egnum flaggi og samleika á heimsins pallum. Tað krevst, at vit kunnu gera og finna okkara egnu loysnir, ið hóska og rigga til hetta okkara egna samfelag.

 

Tað krevst heilt einfalt, at vit hava tað greiða málið at gerast ein sjálvstøðug tjóð við somu rættindum hjá fólkinum, sum er tjóðin.

 

Boðskapurin hjá okkum á hesum flokstingi skal tí verða greiður:

 

Vit eiga øll Føroyar – og vit kunnu bara byggja tær í felag.

 

Fullveldis- og tjóðskaparstríðið er amboðið og lykilin til at skapa eitt betri, rættvísari, skapandi og samhaldsfast samfelag.

 

Og Tjóðveldi og visjónirnar skulu aftur til valdið.

 

Vit skulu í øllum okkara arbeiði og avgerðum viga okkara mál á hesi hugsjónarligu vágskálini:
1.Fremur tað fullveldi fyri tjóðina?
2.Fremur tað frælsi fyri øll?
3.Fremur tað fólkaræði?
4.Fremur tað javnrættindi hjá øllum?
5.Fremur tað samhaldsfesti?
6.Fremur tað burðardygd?
7.Fremur tað føroyskar førleikar í einum nútímans heimi?

Fyrsta floksting í Runavík

Ferðin skal byrja her við Løkin í Runavík, har vit á fyrsta sinni í søgu floksins halda floksting.

 

Her í økinum er eisini øll tann søgan savnað og livað, sum hevur verið grundarlagið í føroysku samfelagsmenningini.

 

Kristian Osvald Viderø, hvørs serstaki skaldskapur  nú verður granskaður og lýstur í eini Phd-ritgerð hjá Bergi Djurhuus Hansen, hevur í síni Saga Eysturoyar lýst nakrar av teimum persónum og tvídráttum og broytingum, sum hava skapt hendan partin av Føroyum. Hann lýsir Napoleon á Glyvrum – abba Tórbjørn Jacobsen – og hansara lívsleið og virki – og harímillum fiskaturkingina á Langanesi.

 

Og Viderø lýsir eisini teir politisku spenningar, ið hava verið her og í Føroyum sum heild farnu øldina. Millum annað endurgevur hann Jørgun uppi á Gørðum, sum sgeði seg hava sera trupult við at læra at lesa og skriva sum ungur. Men Jørgun greiðir frá í útlegging Viderøs:

 

“Men har úti hendi meg tað, sum hendir svá mangan. Eg fekk hug á konufólki og á einari, sum sýndist mær fagrari enn allar aðrar. Eg vildi skriva til hennar, men tá stóð bókstavurin aftur millum mín og hennar. Eg sá, at meg vantaði eitthvat og fór á tal við Fríðrik prófasta (Fríðrik Petersen, próst, ið gjørdist formaður í Sambandsflokkinum) at biðja hann hjálpa mær at fáa studning til at mega komast í ungmennaskúlan í Føgrulíð. Men hann bað meg ikki vera býttan at fáast við slíkt fjant: Í Føgrulíð miðar alt ímóti sjálvstýri, og tað leiðir ikki til hins betra. Nei, ver tú við bát tín og rógv út og yrk jørðina. Bókstavurin drepur,  men andin lívgar, sigur skriftin”.

 

Og nú standa vit í Runavík í 2015 og skulu saman leggja leiðir, visjónir og viðgera ítøkiligar loysnir fyri tað landið, ið vit hava fingið til láns at liva og virka og droyma í.

 

Síðani vit hittust í Sandavági í 2014 er lagst afturat við nógvum nýggjum fólkum í flokkinum, sum vit fegnast almikið um.

 

Og síðani vit hittust seinast, eru eisini tjóðveldisfólk, ið vit syrgja og sakna, tí tey hava róð seinasta teinin í árinum, sum er farið. Vit senda mildar og heitar tankar til teirra og til teirra, ið stóðu teimum næst, og takka fyri tað, ið tey hava givið okkum.

 

Fari eisini at loyva mær at senda eina serliga kvøðu – og djúpastu samkenslukvøður til tey, ið sita eftir hann, – til ein politiskan felaga og góðan og hollan vin, sum so brádliga varð tikin hiðani av fold: Kára á Rógvi, professara, fyrrverandi tingmaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

 

Kári var so øgiliga nógv – og millum annað var hann ein tann fremsti tjóðarbyggjari, ið vit hava átt í nýggjari tíð. Bæði í sínum politiska virki, í sínum strevi at byggja løgfrøðiútbúgving í Føroyum, sum høvundur til føroyska grundlóg og í sínum frítíðar- og mentanarvirksemi. Eitt gosfjall er slóknað við Kára á Rógvi. Og tað er ein ólýsandi missur.  Men tað, ið hann hevur sett niður og fingið at næla, fer at liva í øldir.

 

Sum siður er á flokstingi, fari eg at heita á okkum øll um at reisast og í tøgn minnast tey, ið vit hava mist.

 

Hvørjar Føroyar?

Summi vilja skilja stríðið fyri fullveldi og frælsi sundur frá stríðnum at skipa og menna samfelagið, møguleikarnar og korini hjá fólkinum. Nógv vilja gera hetta til hvør sítt og enntá til at ganga ímóti hvørjum øðrum.

 

“Bíða nú við at tosa um hatta fullveldið og tjóðveldið til vit hava fingið skil á og broytt nøkur onnur viðurskifti”, hoyra vit eisini javnan.

 

Og hjá nógvum kann tað ljóða tølandi. Men hetta svarar í veruleikanum til at siga, at vit skulu royna at innrætta húsini og flyta okkurt um á loftinum – uttan at vit sjálv hava laðað grundina og ikki sjálv hava ræðið á grundøkinum og tí, sum fer fram í húsinum.

 

Vit vita øll – og hava fingið tað váttað aftur og aftur og aftur: At Tjoðveldismálið – Fullveldismálið – Sjálvbjargnismálið – Frælsismálið – er drívmegin og grundarlagið, sum skapar eitt livandi og nútímans samfelag við rættindum og møguleikum til øll.

 

Rói Patursson sigur tað so væl í eini yrking:

 

Bíðar tú eftir, at sólin skal skína,

at líðirnar grønkast,

og alt verður gott?

Bíðar tú eftir, at dagarnir blíðkast,

at knútarnir loysna,

at kærleikin kemur í nátt?

Tú eigur ein víða verð

at liva í.

Tað finst onki stað á jørð

at bíða í.

 

Vit kunnu hóskandi spyrja: Hvørjar møguleikar høvdu vit havt í dag, um vit ikki høvdu stríðst fyri at ment okkara mál og mentan og samleika? Um vit ikki høvdu stríðst fyri og tryggjað okkara egna fiskimark? Um fakfeløg og hugsjónarfólk ikki høvdu stríðst fyri føroyskum rættindum, sáttmálum og førleikum. Um vit ikki høvdu stríðst fyri føroyskum skúla og Fróðskaparsetri og mentanarstovnum? Um vit ikki høvdu stríðst fyri at gera egnar vælferðarskipanir til okkara egnu borgarar? Um vit ikki høvdu stríðst fyri at standa uttanfyri ES, at hava ognarrætin til tilfeingið og at kunna gera ávísar sáttmálar við onnur lond? Um vit ikki høvdu stríðst fyri at gera okkum leys av danska blokkstuðlinum.

 

Tá hevði onki fiskiríkidømi verið at stríðst um. Ongin vinnupolitikkur at viðgera. Ongin útbúgving, vælferðarskipan og heilsuskipan at droyma um. Ongin rættartrygd at byggja og styrkja. Ongir vegir at byggja. Ongir útflutningsmarknaðir at lata upp.

 

Tá hevði onkur annar tikið allar avgerðir um hesar oyggjar í miðjum Norðurtlantshavi. Og vit høvdu verið endaliga ein útjaðari í danska ríkinum.

 

Og júst í hesum sama grundleggjandi vali standa vit enn: Hvørjar Føroyar vilja vit byggja? Hvussu vilja vit liva og virka her mitt í sjónum – og hvussu vilja vit liva saman innanhýsis og saman við heimsins tjóðum?

 

Og ætla vit sjálv at gera okkara loysnir og fremja okkara dreymar, heldur enn at lata standa til og at avrita skipanir og loysnir, ið onnur hava gjørt, til heilt aðrar umstøður?

 

Tjóðveldið er trygdin fyri einum stjórnarskifti og valdsskifti

Eg fari ikki at nýta nógva orku at viðgera sitandi samgongu. Tí nú hava vit og veljarin møguleikan at skifta kós.

 

Eg fari tó at nevna, hvat valið stendur ímillum.

 

Vit eru í eini støðu, har meirilutin á Løgtingi í 10 ár hevur parkerað allar visjónir, hugsjónir og framtíðarmál fyri tjóðina.

 

Vit eru í eini støðu, har vit seinastu árini hava havt eitt stýri, sum hevur ført víðgongdan sambandspolitikk, har vit verða bundin inn í danskar loysnir og pengar á flestu økjum.

 

Vit hava havt eitt stýri, sum miðvíst tekur burtur ella hóttir teir tjóðarstovnar og ta tjóðarbygging, ið ættarlið hava bygt upp – sum Landsbanka, Kringvarp, og Løgtingsins umboðsmann. Og sum ikki bert rekur ein politikk, ið gongur beint ímóti tjóðveldishugsjónini, men eisini setur tær óskrivaðu og skrivaðu spælireglur burtur, ið skulu hava eftirlit við valdinum vegna fólkið: Landsstýrismannábyrgd, rættartrygd, frælsar fjølmiðlar og lóg og landaskil.

 

Um eg kann brúka eina mynd úr fótbóltsheiminum, so er ikki talan um eina politiska skipan, har spælt verður eftir somu og avtalaðu reglum. Heldur er talan um, at eitt lið, sum beint nú hevur flest fólk á vøllinum, setur reglurnar til viks ella skiftir vøll, tá ið tað hóskar teimum.

 

Og vit hava eitt stýri, ið hevur rikið ein víðgongdan høgrapolitikk, har valdið og ríkidømið í alt størri mun savnast á alt færri hondum, meðan tað meiniga fólkið skal bera tær felags byrðarnar.

 

Tað komandi valið er tí eitt veruligt lagnuval.

 

Ímyndið tykkum eitt valskeið afturat við sambandspolitikki. Ella við víðgondum høgrapolitikki. Tað fer at skapa einar Føroyar, ið vit als ikki kunnu kenna okkum aftur í. Og tað kann leiða okkum beint til næstu kreppu í heimastýrinum Føroyar.

 

Tjóðveldi er alternativið til víðgongdan sambandspolitikk, til víðgongdan høgrapolitikk og til ta spillu, sum hevur vundið uppá seg í okkara grundleggjandi politisku skipan og stovnum.

 

Tjóðveldi er trygdin fyri einum veruligum stjórnarskifti í Føroyum, har vit aftur fáa visjónirnar, hugsjónirnar og dreymarnar um, hvørjar Føroyar, ið vit ynskja, at standa fremstar.

 

Vit siga samstundis greitt, at vit peika á, at verandi andstøðuflokkar eru tað greiða alternativið til sitandi stjórn og eiga at skipa nýggja stjórn eftir valið.

 

Tað krevur sjálvsagt, at vit eisini gera semjur um, hvussu vit aftur seta kós í tjóðskapar- og fullveldismálinum. Og at teir munir, ið her eru millum hugsjónirnar og málini hjá flokkunum kunnu loysast á demokratiskum grundarlagi.

 

Men mest av øllum krevst, um hetta skal eydnast, at Tjóðveldi fær dygga undirtøku og kemur rúkandi sterkt inn á ting. Annars kunnuv ti skjótt fáa eitt nýtt sambandsstýri.

 

Tað krevst, at vit fara fólk av húsi kring alt landið til bæði at bjóða okkum fram at veljast og til at stuðla okkara málum allastaðni, har ið vit virka og liva og samskifta við fólk.

 

Vit hava nú brúk fyri at fylkjast sterkari enn nakrantíð um tjóðveldisstevnuna og Tjóðveldisflokkin.

 

Grundarlagið er gott

Og hvussu eru vit so útborin til at fara undir hetta avgerandi valstríð?

 

Vit hava eftir mínum tykki lagt sera gott grundarlag undir at fara undir okkara altavgerandi arbeiði kring landið.

 

Síðani seinasta floksting hava vit fingið enn betri grundarlag at skilja røturnar og søguna hjá tjóðveldisrørsluni og Tjóðveldisflokkinum.

 

Søgugranskingin og bókin hjá Jákupi Thorsteinssyni, sála, um hetta, lýsir fyri okkum tað ótrúliga dirvið, tær hugsjónir, visjónir og tann ítøkiliga politikk, sum so nógvar kvinnur menn hava lagt fyri. Við vónum og vónbrotum. Ja, tað hevur verið sum ein langur føroyskur dansur, við framstigum og afturstigum.

 

At hugsa sær, at longu í 1945 skrivaði Erlendur Patursson m.a. um fráflyting og kvinnutrot og um at styrkja bæði fólkaskúla, handaligar og bókligar útbúgvingar, stovna føroyskt Fróðskaparsetur og bøta livikorini hjá verkafólki til tess at byggja land. Og um hvussu stórt ríkidømi, vit kunnu fáa burtur úr okkara fiskatilfeingið, um vit vildu taka ábyrgdina.

 

Týski heimsspekingurin, Arthur Schopenhauer, hevur sagt, at øll verulig framstig í einum samfelag fara ígjøgnum trý stig:

 

1.Fyrst verður gjøldur gjørt burtur úr teimum.
2.Síðani verður barst hart ímóti teimum.
3.Og at enda taka øll undir við teimum sum sjálvsøgd.

 

Og júst tað hevur verið søgan um føroyskan politikk og samfelagsmenning.

 

Og vit síggja tað eisini nú við nýggjastu dømunum um hjartamál hjá Tjóðveldi um limaskap í altjóða felagsskapum, fiskivinnupolitikki, pensjónsskipan, at fáa føroyskar KT-loysnir, útbýggja Fróðskaparsetrið, í javnstøðumálum, mentan, samferðsluútbygging og átøk at fáa fólk at fjølgast í Føroyum.

 

Vit kunnu siga við skaldinum:

 

Einaferð kemur tað undan,

alt tað, ið verður droymt,

tolið og livandi stundar,

fræið í moldum goymt.

 

Men umframt tað søguliga grundarlagið, hava vit øll lagt eitt avbera gott grundarlag fyri framtíðina.

 

Meira enn 100 tjóðveldisfólk kring alt landið hava orðað tey nýggju stevnumiðini hjá flokkinum, sum nú eru komin út í bók og eru á nýggju heimasíðuni hjá flokkinum. Haldi, at vit kunnu vera errin. Hetta er fyrstu ferð, sum eg veit um, at ein flokkur hevur orðað sín politikk á øllum samfelagsøkjum so fullfíggjað og við so neyvum støði í hugsjónum floksins og stevnuni.

 

Her ber nú til, at leita eftir øllum hugsandi evnum og at finna og lesa, hvat vit hava samst um at seta okkum sum ítøkilig mál í okkara politikki. Og eg fari at ynskja okkum øllum til lukku við hesum avriki.

 

Tað ítøkiliga politiska arbeiðið

Hvussu koma vit so frá okkara dreymum og visjónum til ítøkiligar broytingar og politiskar avgerðir?

 

Ja, tað gera vit millum annað við at fremja politikk og tjóðarbygging í tí dagliga arbeiðinum.

Haldi eisini, at vit kunnu vera errin av tí arbeiði, sum øll okkara umboð gera:  Í kommunum, í felagsskapum, í valfeløgum, í Unga Tjóðveldinum. Her verður hvønn dag arbeitt og framd  úrslit, sum hava týdning fyri hvønn einstakan.

 

Á løgtingi hava vit sera virkin tingfólk, ið vísa eitt arbeiðssemi og eitt áhaldni, sum er serstakt.

 

Vit hava í hesum valskeiði lagt meira enn 100 vælgjørd og ymisk uppskot fyri Løgtingið. Fyrst og fremst sum Tjóðveldisflokkur og eisini saman við hinum andstøðuflokkunum. Uppskotini snúgva seg um allar tættir í samfelagnum – og byggja øll á at gera okkara visjónir og hugsjónir til heilt ítøkiligan politikk.

 

Vit hava lagt ítøkilig uppskot fram um leiðina til einar frælsar Føroyar við sjálvberandi búskapi.

 

Vit hava gjørt og lagt fram alternativar fíggjarlógir, fíggjarpolitikk, og skatta- og avgjaldspolitikk.

 

Vit hava lagt fram uppskotum, ið skulu skapa eitt samhaldsfast samfelag og bøta livikorini og møguleikarnar hjá lág- og miðalløntum. Hjá støkum uppihaldarum. Hjá barnafamiljum. Hjá pensjónistum, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av. Hjá fyritíðarpensjónistum og hjá fólki og familjum við serligum tørvi. Um betraða barsilsskipan.

 

Vit hava sett fram uppskot um fiskivinnupolitikk og ein visjóneran vinnupolitikk, har vit menna føroyskar førleikar, íverksetan og somu treytir og kappingarmøguleikar til tey mongu, ið vilja og kunnu reka vinnu í Føroyum. Vit hava lagt uppskot fram um KT-vinnu í Føroyum, landbúnaðarpolitikk, ferðavinnu, matstovuvinnu, alternativar vinnur, og um at styrkja ferða- og farmasambandið til Skotlands.

Vit hava lagt uppskot fram um veruligar íløgur í útbúgving og gransking – frá barnagørðum, fólkaskúla, eftirskúla, háskúla til miðnám og hægri útbúgving. Um vinnuliga gransking og grundgransking. Um at okkara Fróðskaparsetur gerst ein altjóða miðdepil, ið dregur bæði okkara egnu lesandi, lesandi aðrastaðni frá og granskarar og undirvísarar til sín – og gerst eitt portur til at seta sær eina útbúgving saman í samstarvi við onnur universitet og lærustovnar. Vit hava lagt uppskot fram um at byggja lestrar- og lærlingaíbúðir og at skapa eitt livandi útbúgvingarumhvørvi í landinum.

Vit hava lagt fram røð av uppskotum um mentan og list – og um at menna okkara mál, so tað eigur pláss á øllum rongum í einum nútímans samfelag. Um mentanararv og mentanararbeiði kring landið. Um at geva listafólki verulig starvskor. Um filmsvinnu. Um Tjóðleikhús. Um mentanar- og listaráð. Um musikkskúla og møguleikan hjá nógv fleiri kring landið at sleppa inn at menna síni evnir. Um fjølmiðlapolitikk og at styrkja eitt føroyskt kringvarp. Um listaútbúgving í Føroyum. Um ítrótt, altjóða luttøku og landsliðsarbeiði og um ítróttaranlegg.

Vit hava lagt uppskot fram um heilsupolitikk og fólkaheilsu – har málið er, at vit altíð skulu tryggja fólkinum í landinum fremstu heilsutænastu og heilsubót – her ella við at keypa bestu tænastu uttanlands. Og okkara mongu dugnaligu fakbólkar í heilsuverkinum skulu kunna samstarva í toymum við starvsfelagar í øðrum londum.

Vit hava lagt uppskot fram um økismenning og samferðslumøguleikar kring landið – og løgdu uppskotið fram, sum fekk málið um undirsjóvartunlarnar á beint og loksins fekk breiða undirtøku í politisku skipanini.

Vit hava lagt uppskot fram um orkumál og umhvørvismál og at byggja einar grønar Føroyar.

Vit hava lagt uppskot fram um at taka uttanríkismál, útlendingamál og føroyska loftrúmið undir føroyskt ræði – og at søkja limaskap í altjóða felagsskapum sum EFTA og WTO.

Vit hava lagt uppskot fram um føroyska grundlóg. Vit hava lagt røð av uppskotum fram um at styrkja rættartrygdina og Føroyar sum eitt rættarsamfelag.

Vit hava lagt uppskot fram um at styrkja javnstøðuna í samfelagnum. Og mangt, mangt  annað.

 

Fiskivinnupolitkkurin

Eg fari her at tríva í eitt av teimum stórmálum, ið vit hava lagt ómetaliga stóra orku í, og sum verður avgerandi lutur í komandi politiskum avgerðum, nevniliga fiskivinnupolitikkin

 

Tað eru tíggju ár síðani, at Tjóðveldi sum fyrsti og higartil einasti flokkur legði uppskot um eina grundleggjandi broyting í fiskivinnupolitikkinum fram. Tað var uppskotið um tilfeingisbúð – ella ein fiskirættindamarknað – sum síðani hevur verið gjørt nógv til láturs og spjaldrað sum alt møguligt.

 

Vit hava eisini nýtt nógva orku at kjakast um fiskivinnupolitikkin á floksfundum og á flokstingum. Men tað tykist sum, at sjónarmiðini vinna størri og størri undirtøku – eisini millum aðrar flokkar og í almenninginum, og at tað ber til at semjast um høvuðsmálini – hóast teir teknisku smálutirnir kunnu verða truplir at semjast um.

 

Fari tí at taka tey seks punktini og málini fram, sum okkara fiskivinnupolitikkur byggir á, og sum vit halda skula vera grundarlagið undir eini fiskivinnunýskipan.

1. Stovnsrøkt og burðardygg veiða:
Fiskiríkidømið skal vera varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Stovnarnir skulu endurnýggja seg og vit skulu semjast um at fylgja ráðgeving, ið byggir á fremstu vísindaligu royndir, gransking og neyva innsavning av vitan og royndum hjá teimum, ið hava rikið og reka vinnu.

2. Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks:
Tú kanst ikki selja tað, tú ikki eigur. Loyvi og rættindi kunnu ikki keypast og seljast millum privat. Tey fella aftur til landið, tá ið tey ikki eru brúkt. Og tað kann bert verða landið, sum kann bjóða tey út á einum almennum marknaði. Avmarkingar fyri, hvussu nógv einstkar fyritøkur kunnu hava atgongd til (antitrust).

3. Á føroyskum hondum:
Rættindini at fiska skulu vera á føroyskum hondum – útlendskur kapitalur eigur ongan ognarrrætt. Bert fyritøkur, ið eru skrásettar í Føroyum og fult skattskyldugar kunnu taka lut.

4. Undan føroyskum hondum:
Alt tilfeingið skal koma til høldar og til lands. Og tað skal vera atkomiligt hjá føroyskum feløgum at bjóða uppá veiðina.

5.Føroyskir sáttmálar og reglur
Øll, sum starvast í vinnuni skulu fylgja føroyskum reglum og sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunm.

6.Atgongd til marknaðir og virðisøking
Handilssáttmálar við onnur lond skulu tryggja marknaðaratgond og virðisøking. (Sum sjálvstøðugt land høvdu vit fingið limaskap í EFTA, sum gevur fríhandilssáttmála við 25 lond beinanvegin. Og gjøgnum EFTA høvdu vit eisini fingið avtalu við ES.marknaðin uttan at gerast limur.)

Skattapolitikkur, pensjónir, trivnaðarmál og íløgur í ungdómin
Av øðrum ítøkiligum málum, sum vit skulu leggja stóran dent á í komandi tíðum, eru hesi:

Skattapolitikkur:
Vit skulu fremja ein skattapolitikk, har vit lætta um hjá serliga lág- og miðalløntum og ikki økja skattin á arbeiði. Í dag liggur øll skattingin og fíggingin av vælferðini á tí vanliga løntakaranum. Hugsa bert um, at av tíni løn, skalt tú gjalda: Landsskat, kommunuskatt, heilsutrygdargjald, til sjúkradagpening, barsilsgjald, samhaldsfasta. Kringvarpssgjald, Mvg o.a.

Hartil er nú álagt at hvør einstakur skal gjalda 15% til egna pensjón – og øll skulu rinda 40% av fyrstu krónu av hesu inngjøldum. Sum Arbeiðarafeløgini hava sligið fast, er skattingin av pensjónunum hjá verkafjøldini hækkað upp í 12%. Rokna vit hesi prosentini saman, síggja vit beinanvegin, hvussu nógv skattur á arbeiði ber.

Ein skattaumlegging, har skattingin á lønir kann minka, skal fíggjast við, at skattingin av fíggjarligari spekulasjón og inntøkunum til landið av atgongdini til at nýta felags tilfeingið, ber ein størri part av felags fíggingini.

Pensjónsskipan:
Ein nýggj pensjónsskipan skal tryggja, at vit styrkja Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og minka kravið um 15% til egna uppsparing. Harvið fáa vit eina pensjónsskipan við Samhaldsfasta sum høvuðsbuli, ið er meira óheft av fíggjarlógini og kann tryggja øllum eina sømiliga minstupensjón.

Korini hjá teimum, ið starvast í trivnaðartænastum
Vit vilja seta kikaran á korini og rættindini hjá øllum teimum, ið starvast innan trivnaðarøkið – við røkt og børnum og eldri og fólki við serligum tørvi. M.a. møguleikin at starvast fulla tíð, um ein ynskir tað, og sømiligar arbeiðsumstøður at røkja uppgávurnar uttan ov nógv skrivstovuveldi og stoppura-stýring.

Íløgur í okkara ungdóm og útbúgvingarmøguleikar:
Vit vilja økja talið av lestrarplássum munandi í Føroyum – bæði á Fróðskaparsetrinum og í øðrum víðari útbúgvingum í Føroyum. Og vit vilja fáa gongd á at byggja lestrar- og lærlingaíbúðir til ein prís, ið ger tað møguligt at gjalda hjá lesandi og lærlingum.

 

Hvussu kunnu vit fremja politikk øðrvísi og skapa álit?

Vit hoyra so ofta í føroyska orðaskiftinum, at ein andstøða skal vera ímóti øllum sum ein samgonga ger. At andstøðan bara grenjar og vil “leggja fótonglar” – og ja, alt hetta niðurbrótandi tosið sum fær fólk at missa áhugan fyri politikki. “Soleiðis er politikkur bara” og “soleiðis hevur tað altíð verið” er eisini afturvendandi at hoyra.

Men soleiðis nýtist tað als ikki at vera. Tað ber so væl til at gera tað helt øðrvísi.

Vit kunnu seta okkum fyri, at fremja eitt siðaskifti í føroyskum politikki. Vit hava gjørt royndirnar og løgdu nógv fyri til tess at royna eina minnilutastjórn í Føroyum. Har tað bar til at gera semjur og langtíðarsemjur um nøkur stór mál tvørturum flokkar og minnilutar og meirliutar á tingi. Ja, tað kostaði okkum eisini nógv, og avtalurnar vórðu ikki hildnar.

Men tað var rætti vegurin fram til eina skipan, sum kann skapa álit millum fólk og byggja hetta samfelagið so nógv sterkari. Og eina siðvenju, har tað at vera á tingi ikki bert er eitt uppbýti í samgongu og andstøðu, har meirilutin trumlar alt sítt ígjøgnum, ímeðan andstøðan skal hyggja at og øll hennara uppskot verða feld. Og so skal farast í hina grøvina, tá ið meirilutin skiftir.

Tað skapar ikki álit. Og tað elvir ikki til tjóðarbygging og haldføri í politikki og í okkara samfelag.

Tað ber væl til at fremja ta broyting, at hóast vit neyvan fáa eina minnilutastjórn at virka í komandi tíðum, so kann eisini ein meirilutastjórn seta sær fyri:

  •  At nøkur av teimum stóru málunum í samfelagnum, skulu hava eina semju tvørturum flokkar á tingi til tess at fremjast. At samráðast skal veruliga um tey, og málini verða løgd opin fram til viðgerðar og orðaskiftis í almenninginum – og ikki gjørd av handan stongdar dyr og síðani kunngjørd.
  • At vit hava minnilutaverjur og møguleika fyri fólkaatkvøðum um serliga týdningarmikil mál, soleiðis sum vit hava viðgjørt uppskot um her á flokstinginum í gjár.
  •  At vit sjálvandi kunnu samtykkja andstøðuuppskot, um tey eru skilagóð fyri samfelagið og ikki ganga beint ímóti okkara hugsjónum.

Vit kunnu avgera, at soleiðis verður tað, tá ið vit skipa stjórn eftir valið. Hugsið tykkum, hvussu tað hevði broytt møguleikarnar og politiska umhvørvið? Hugsið tykkum, hvussu tað hevði lagt ábyrgd til allar flokkar og øll, ið vórðu vald á ting?

“Hvør verður ríkari tá, Føroyar?”

Vit liva í einum heimi, har tey stóru málini, hugsjónirnar, livikorini hjá fólki og avgerðirnar um framtíðina, sjáldan hava staðið so greið fyri okkum at gera nakað við.

Fíggjarkreppan  í vesturheiminum varð grundað á eina ógvusliga eyðræning av fólki, náttúrutilfeingi og samfeløgum. Hon bygdi á eina skipan, har altjóða fyritøkur og grunnar kravdu ognarrætt og ræðisrætt til náttúrutilfeingið í øllum londum – ofta gjøgnum strámenn. Og at virðir, ið onnur høvdu skapt, vórðu flutt millum spekulantar í einum villum dansi. Kreppan bygdi á at fremja ógvusligir umfordeilingar til tann ríkasta partin av fólkinum og økt gjøld til fjøldina.
Gongdin síðani fíggjarkreppuna, hevur tíverri í stóran mun bygt á at brúka júst somu amboð, sum elvdu til kreppuna.

Og eftir fíggjarkreppuna er gongdin, ið var frammanundan, hildin fram enn ógvusligari. Ríkidømið verður savnað á alt færri hondum. Í heiminum í dag eigur eitt prosent av heimsins fólki, meira ognir og inntøku, enn tann fátækasta helvtin.

Vit síggja somuleiðis, at royndirnar at privatisera og fáa ognarrætt til felags tilfeingi, heldur fram. Sjálvt rætturin til vatn, verður kravdur at vera ein vøra hjá altjóða fyritøkum.

At vit eisini í Føroyum endurtaka somu skipanir og politikk, er ein stórur og reellur vandi. Og nógv av tí politikki, ið hevur verið førdur seinastu árini, byggir á somu hugsanir um, at um nøkur fá sleppa framat virðunum, so skal dryppa nakað niður til restina av fjøldini.

Í Føroyum veksur eisini stættarmunurin, og vit hava skjótt eitt samfelag, har nøkur fá prosent eiga meira, enn øll restin tilsamans.

Hóast vit hava methøgar inntøkur við tilfeingi og framúr fortreytir fyri búskaparvøkstri, so kunnu vit staðfesta, at lønarparturin av búskaparvøkstrinum minkar í mun til kapital- og ognarpartin. Minni kemur í umfar í samfelagnum.

 

Eru tað hesar Føroyar, ið vit ynskja?
Vit kunnu spyrja við Frændum og Steintóri Rasmussen: “Og verða vit ríkari tá, Føroyar?”

Og vit kunnu svara við teimum: “Eg vildi at mítt ríkidømið so væl varð býtt, – í millum tey, sum búgva her í Føroyum…”

Vit vilja einar Føroyar, har tess fleiri fólk kunnu skapa, virka og liva við somu møguleikum og skyldum, tess ríkari og fjølbroyttari verða samfelagið og búskapurin. Búskapur og búskaparvøkstur, sum byggja á stættarmun, ovurnýtslu, ovurtroyting av tilfeingi, fíggjarliga spekulasjón, veitingar uttanífrá og á, at virðini verða savnað á fáum hondum, skapar bert ójavna, afturvendandi kreppur og ger øll fátækari.

Vit hava allar møguleikar í Føroyum at læra av hesi heimsins gongd og at ganga ímóti henni. Vit eiga øll eitt tilfeingi á sjógvi, landi, ið ger okkum til helst heimsins ríkastu tjóð. Og vit hava eitt samfelag, har tað ber til at skoða ígjøgnum og síggja avleiðingarnar av okkara gerðum.

Um vit bera rætt at, so kunnu vit við okkara ófatiligu møguleikum skapa ríkiligt til øll – og vit kunnu standa fult á egnum beinum og taka okkara lut í heiminum.

Takk fyri og gott floksting.

Deil hesa grein umvegis
468 ad