Lýsing

Yvirlýsing 2015

 Yvirlýsing

Hvørjar Føroyar ynskir tú?

Tjóðveldi vil fáa menniskjalig virði og atlit aftur í føroyskan politikk. Eitt stjórnarskifti, har vit aftur fáa visjónirnar og dreymarnar um hvørjar Føroyar, vit vilja hava. Tjóðveldi vil skipa einar sjálvstøðugar Føroyar. Søguliga hava vit sæð, at júst tá tjóðskaparmálið er á dagsskrá, eru vit noydd til at taka støðu til hvørjar Føroyar, vit vilja hava. Og tað er júst, tá vit seta orð á, hvat framtíðar samfelag vit vilja hava, at vit flyta okkum rætta vegin.

Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um játtanir til landssjúkrahúsið, um haldførið í búskapinum, um stakar uppihaldarar, um uppboðssølu til fiskivinnuna og so framvegis. Vit kjakast dúgliga út frá excel arkinum handan fíggjarlógina, og vit semjast ikki um, hvørt landssjúkrahúsið hevur fingið eina eykajáttan ella ikki. Vit vita, at tey ungu flyta av landinum, at alt ov nógv liva undir fátækramarkinum, og at fiskivinnan livir í óvissu, tí ógreitt er, hvussu hon verður skipað um fá ár.

Men fyri at loysa hesar avbjóðingar – fyri at hava eitt mál at arbeiða fram ímóti -eru vit noydd at seta okkum spurningin: Hvørjar Føroyar ynskja vit?

Vit í Tjóðveldi eru av tí sannføring, at Føroyar skulu vera eitt samfelag, har pláss er fyri øllum. Okkum tørvar eitt fjøltáttað og sterkt vinnulív. Vinnan skal ikki brandskattast, men lata sín part til samfelagið við tí fyritreyt, at hon framvegis fær virkað optimalt. Hví skal vinnan lata sín part til samfelagið? Tí tá fáa vit bæði eitt ríkt vinnulív og ríkidømið út í hvørt heim.

Tað merkir eisini, at stakir uppihaldarar og tey, sum í dag liva undir fátækramarkinum, skulu hava møguleikan at liva og virka her. Og at okkara ungu skulu hava møguleikan at taka sína útbúgving her á landi. Og fyri at tey kunnu gera tað, so er neyðugt, at vit hava bíligar íbúðir, og at vit hava eina samhaldsfasta stuðulsskipan, so at eingin skal tvingast at liva undir fátækramarkinum.

Tað ber væl til. Vit eru eitt land við 50.000 íbúgvum, og við tí ríka tilfeinginum vit hava, er grundarlag fyri, at vit kunnu gerast enn fleiri og skapa okkum eitt væl virkandi samfelag.
Vit eiga at kunna umsita okkara samfelag og allar samfelagsbólkar í landinum rætt og rættvíst. Vit skulu bara gera tað.

Okkum tørvar eitt grundleggjandi kjak um, hvat samfelag vit ynskja. Settu vit orð á tað, er helst eingin ivi um, at flest øll okkara ynskja ikki eitt samfelag, har summi ikki hava mat á borðið, tí ríkidømið verður ójavnt býtt.
Vit vilja heldur ikki hava eitt samfelag, har føroyskir sjúklingar eru í vanda, tí politikarar ikki tora at seta eina kós fyri heilsuverkið.

Vit hava ein dreym, eina ætlan fyri, hvussu okkara Føroyar skulu síggja út. Kjakið um haldførið, fíggjarkarmar, uttanríkismál, flóttafólk og alt annað er fullkomiliga líkamikið, um vit ikki vita, hvønn veg vit fara, ella hvørjar Føroyar vit ynskja okkum!

Føroyingar eru eitt skapandi fólk. Okkara vinnulívsfólk eru virkisfús og visjoner. Okkara listafólk eru í heimsflokki, okkara tónleikarar ferðast kring knøttin við sínum tónum, og okkara samfelag, okkara mentan og okkara natúrliga ríkidømi er so virðismikið, at vit væl kunnu skapa okkum eitt samfelag júst til okkara tørv. Við føroyskum loysnum og rættvísi í huga mugu vit seta okkum sum mál, at
her í Føroyum er pláss fyri øllum, tí tað ber væl til, um vit seta okkum spurningin: Hvørjar Føroyar ynskja vit?

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Deil hesa grein umvegis
468 ad