Lýsing

Uppskot um at seta úr gildi ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler

Løgtingsmál nr. 137/2011: Uppskot til ríkslógartilmæli um at seta úr gildi ríkislóg om
Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta úr gildi fyri Føroyar “lov nr. 579 frá 24. juni
2005 om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler” tann 29. juli 2012.

Viðmerkingar
Heimildarlógin sonevnda, ið nevnir Føroyar “Kongeriget Danmark, for så vidt angår
Færøerne”, varð av røttum nevnd eitt stig til viks og trý stig aftur. Teir garðar, ið
heimastýrislógin hevði laðað um Føroya heimildir sum land og Føroya fólk sum tjóð, vóru
rapaðir. Við heimildarlógini varð laðað upp fyri hvørt lið, og garðarnir umvaldir og stoyptir í
høga hædd.

Vit mugu tí fara undir nýggjar samráðingar um støðu Føroya. Vit mugu tryggja okkum, at vit
ongar aðrar avmarkingar ganga undir enn tær, ið onnur ríki og lond krevja í hvørjum altjóða
høpi sær.

Vegna aftustig lógarinnar er einki annað at gera enn at taka hana av. Síðani ber til at byggja á
siðvenjuna frammanundan – og antin tamba hana enn meira ella taka upp samráðingar um
møguliga nýggja skipan, ið veruliga flytur mørk.

Málið um uttanríkispolitisku heimildir føroyinga er av fremsta týdningi fyri framtíðar
menning í Føroyum. Stór lond og fólkaríkar tjóðir hava fyrr havt tað stevnumið at seta
verjugarðar um egnan marknað, egið vinnulív, egna mentan, egnar útbúgvingarskipanir og
sosialar skipanir til tess at skapa vælferð fyri borgararnar. Men samstundis hava smátjóðir
gjøgnum hálva øld prógvað, at fortreytin fyri at skapa og langtíðartryggja vælferð og
menning hjá eini tjóð er fult altjóða virkisføri. Øll okkara norðurlendsku grannalond eru sum
so góð dømir um hetta. Og aðrar sjálvstøðugar smátjóðir í heiminum hava prógvað, at
javnstøða í heiminum og førleikin at gera avtalur um øll týdningarmikil mál vegna tjóðina er
fremsta amboðið til at styrkja egnan samleika og mentan – og til sosiala, útbúgvingarliga,
vinnuliga og búskaparliga menning.

Sonevndu uttanríkispolitisku heimildarlógirnar, sum vórðu samtyktar bæði sum løgtingslóg
og sum danskt ríkislógartilmæli, hava nú verið í gildi í 5 ár. Tá ið tær vórðu lagdar fram á
ting og síðani samtykar av einum meiriluta, skortaði ikki við ávaringum um, at hetta fór at
verða afturstig fyri føroysku tjóðina og fyri føroyskar myndugleikar.

Tí nú varð fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum donskum eindarríki, har Føroyar
bert eru samanrunnin lutur, og har føroyingar bara eru fulltrúar vegna Danmark á altjóða
pallinum. Best er hetta lýst í heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”,
sum er tann formligi samleiki, ið vit nú skulu virka undir.

Føroyskir serfrøðingar ávaraðu um, at lógirnar fóru at gerast “eitt stig til viks og trý aftur”.
Frammanundan hesum lógum hava føroyskir myndugleikar miðvíst brotið garðar og tulkingar
niður og harvið vunnið sær uttanríkispolitiskt virkisføri, sum danskir myndugleikar
mótmæltu, men kortini ikki kundu forða fyri. Eitt nú vunnu Føroyar sær sjálvstøðugan
limaskap í felagsskapinum fyri hvalir og súgdjór í Norðuratlantshavi, NAMMCO – og
felagsskapurin er fráboðaður ST við Føroyum og Grønlandi sum sjálvstøðugum
sáttmálapørtum.

Nú samtyktu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin á miðari nátt og við
frávikum frá øllum tíðarfreistum eina danska lóg, har donsk tulking skuldi galda og nýggjar
gyrðingar setast upp.

Hóast skrivlig prógv fingust fyri afturstigunum, lótust flokkarnir ikki um vón. Til dømis
svaraði danski forsætisráðharrin soleiðis um avmarkingarnar í lógunum, áðrenn tær vórðu
samtyktar, um m.a. tvey avgerandi mál, tá fólkatingslimur Tjóðveldis setti eina røð av
spurningum í apríl 2005:

Spørgsmål 6:
”Vil lovforslaget indebære, at Færøerne og Grønland kan opnå samme status som de har
opnået i NAMMCO, hvor de hver især er kontraherende parter i stiftelsesaftalen og hver især
har selvstændigt medlemskab?”

Svar:
Statsministeriet har til brug for besvarelsen indhentet følgende udtalelse fra
Udenrigsministeriet:

”Medlemskab af en international organisation beror i første række på organisationens egne
regler.

Lovforslaget indebærer, at Færøerne i kraft af fuldmagten i § 1 og 2 kan opnå medlemskab i
internationale organisationer under betegnelsen ”Kongeriget Danmark for så vidt angår
Færøerne”, hvis betingelserne i fuldmagtsloven er opfyldt. Såfremt medlemskab samtidig skal
gælde for Grønland, vil bestemmelsen i lovens § 1, stk. 2, finde anvendelse. Dette indebærer,
at fuldmagten kun finder anvendelse for Færøerne og Grønland i fællesskab, og kun såfremt
der er enighed herom mellem Færøerne og Grønland.”

Jeg kan henholde mig til Udenrigsministeriets udtalelse.

Spørgsmål 13:
”Vil lovforslaget indebære, at Færøerne og Grønland hver især kan opnå selvstændigt
medlemskab af EFTA?”

Svar:
Statsministeriet har til brug for besvarelsen indhentet følgende udtalelse fra
Udenrigsministeriet:

”EFTA-konventionen er kun åben for stater. Også muligheden for at blive associeret
medlem af EFTA er kun åben for stater. Lovforslagets § 4 om medlemskab af internationale
organisationer i eget navn kan allerede af denne grund ikke danne grundlag for et færøsk
medlemskab af EFTA. Tilsvarende gælder for Grønland i medfør af § 4 i det
grønlandskefuldmagtslovforslag.

Fuldmagten i lovforslagets § 1 og 2, vil som udgangspunkt kunne finde anvendelse også i
relation til medlemskab af internationale organisationer, jf. lovbemærkningerne under punkt
2.4.3. især afsnit 4. Hvorvidt de betingelser, som opstilles i lovforslaget for anvendelse af
fuldmagten er opfyldt, vil i dette tilfælde, hvor det drejer sig om en særdeles omfattende
international organisation, skulle vurderes nøjere. Såfremt både Færøerne og Grønland
skulle ønske medlemskab af EFTA, følger det af lovforslagets § 1, stk. 2, at fuldmagten skal
udnyttes i forening mellem de to landsstyrer, hvilket forudsætter, at begge landsstyrer er
enige herom.

For god ordens skyld bemærkes, at det selvsagt tilkommer EFTAs medlemsstater at tage
stilling til, om de vil acceptere medlemskab fra Færøerne og/eller Grønland på grundlag af
fuldmagtsloven.”

Jeg kan henholde mig til Udenrigsministeriets udtalelse.

Síðani er sjón gingin fyri søgn:
• Uppáhaldið hjá táverandi løgmanni um, at nú fóru Føroyar at fáa sjálvstøðugan limaskap í
Norðurlandaráðnum, varð prógvað sum ósatt.

• Íslandssáttmálin, sum varð gjørdur áðrenn nýggju lógirnar, mundi verðið vrakaður, tí
hann kundi ikki góðtakast eftir nýggju lógunum. Og eftir drúgva umhugsan gav danski
uttanríkisráðharrin undantaksloyvi at venda aftur til gomlu skipanina til tess, at
íslandssáttmálin kundi verða settur í gildi.

• Danska stjórnin hevur víst á, at føroyingar hava ongan rætt at finnast at til dømis
Irakkrígnum, tí við nýggju lógunum hevur Løgtingið sjálvt samtykt, at Danmark tekur
allar avgerðir í verju- og trygdarmálum vegna Føroyar.

Og annars hava bert pínligar hendingar staðist av hesum nýggju lógum og tí sonevnda
“Fámjinsskjalinum”, ið táverandi løgmaður skrivaði undir saman við lógunum. Eitt nú í
sambandi við at flagga við føroyska Merkinum á Sendistovu Føroya í Íslandi.

Í sambandi við ætlanir landsstýrisins um EFTA-limaskap og nýggjari avtalu við ES er eisini
staðfest, at hesar lógir geva ongar heimildir, men skapa bert forðingar og ørkymlan. Danski
fólkarættarserfrøðingurin, Ole Spiermann, hevur staðfest í einum uppriti um hesar spurningar,
at neyðugt verður at fara út um hesar lógir og donsku tulkingina av teimum, um røkkast skal
nakran veg hjá Føroyum mótvegis samráðingum við EFTA og ES.

Samanumtikið áttu tí at verið vónir um, at flokkarnir á tingi vildu endurskoða sína støðu og í
minsta lagi eftirmeta gongdina.

Tá lógirnar vórðu samtyktar í 2005, noktaði samgongumeirilutin minnilutanum at kalla
útlendskar serfrøðingar inn til nevndarviðgerðina, sum kundu lýst málið.
Søgan hevur endurtikið seg við hesum uppskoti um at seta lógirnar úr gildi aftur. Undir
viðgerðini seinast vildi minnilutin í Uttanlandsnevndini kalla Ole Spiermann, professara,
Bárð Larsen, løgfrøðing, og Halgir Winther Poulsen, løgfrøðing, inn til nevndarviðgerðina.
Hesum noktaði meirilutin í Uttanlandsnevndini fyri.

Sum alternativ vildi minnilutin biðja Ole Spiermann skriva eina stutta meting til nevndina.
Eisini hesum varð sýtt fyri.

Einasti persónur, ið meirilutin vildi kalla inn undir nevndarviðgerðini, var Kaj Leo
Johannesen, løgmann. Hann segði m.a. fyri nevndini, at hann helt talan vera um góðar lógir,
tí vit høvdu yvirtikið fleiri mál eftir teimum. Hann meinti helst við sonevndu
“yvirtøkulógina”, sum ikki var til viðgerðar. Og hann helt eisini, at uttanríkispolitikkur
føroyinga var í góðum hondum, tí fólkatingslimirnir – og serliga sambandsumboðið, sum
samstarvar við stjórnarflokkin í Danmark – røkja tey málini, sum eru viðkomandi fyri
Føroyar.

Vit gera vart við, at talan var um út av lagi vánaliga og ósakliga viðgerð av hesum máli í
Uttanlandsnevndini, og at arbeitt hevur verið beinleiðis ímóti, at málið verður lýst, og at
serfrøðingar verða kallaðir inn í nevndina. Í einum øðrum máli, ið varð viðgjørt um sama
mundið, um at staðfesta ábyrgdina fyri, at grindahvalur er dálkaður, sum samgonguflokkarnir
sjálvir høvdu lagt fram, vóru ikki færri enn 6 innkallingar av serfrøðingum og politikarum –
uttan nakað mótmæli frá minnilutanum. Tí øll mál mugu sjálvsagt viðgerast og lýsast til
fulnar eftir ynskjum nevndarlimanna.

Kortini hevur meirilutin valt at gera sínar egnu tulkingar av einum øðrum uppriti hjá sama
Spiermann til frama fyri at burturvísa málinum. Hetta man vera eindømi í politiskum
kannustoyparíi.

Meirilutin í nevndini kundi fingið eina munandi øðrvísi meting frá tí serfrøðingi, ið nú verður
nýttur sum grundgeving fyri at halda fast um verandi lóggávu, tí sami Ole Spiermann hevur
nevniliga skrivað ítøkiliga løgfrøðisliga meting um uttanríkispolitisku heimildarlógirnar.
Uttanríkispolitiska heimildarlógin hevur sum fyritreyt, at Danmark bara hevur eina rødd
altjóða, og at Føroyar (og Grønland) ikki kunnu gera altjóða avtalur í egnum navni, men
mugu gera hetta eftir fulltrú í navninum á danska ríkinum. Í viðmerkingunum til
heimildarlógina segði danska løgmálaráðið hetta vera bæði orsakað av altjóðarætti og orsakað
av § 19 í donsku ríkisgrundlógini (sí viðmerkingar í løgtingsmáli nr. 96/2004 við uppskoti til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af
folkeretlige aftaler", lagt fram 29. apríl 2005).

Til partin av sjónarmiðunum hjá danska Løgmálaráðnum um, at grundlógin forðar Føroyum í
at gera altjóða avtalur í egnum navni, sigur Ole Spiermann í greinini "Vore grundlovsstridige
hjemmestyreordninger" í Juristen nr. 1, 2008, s. 12:

"Logisk set er der ikke tale om en sand slutning. Det ville være fuldt foreneligt med ordlyden
af § 19, om Færøerne eller Grønland kunne handle på egne vegne – modsat rigets vegne – i
mellemfolkelige anliggender."

At Føroyar gera altjóða avtalur í egnum navni, metir Spiermann serliga fara at vera í lagi í
mun til grundlógina, har tað snýr seg um "mindre centrale dele af udenrigspolitikken".
Í mun til sjónarmiðið, at altjóðarættur forðar fyri, at Føroyar kunnu gera avtalur í egnum
navni, sigur Spiermann í somu grein s. 12-13:

"Folkeretligt set er Kongeriget Danmark ikke – som ellers antaget af Justitsministeriet – i alle
sammenhænge kun »ét folkeretssubjekt«. Folk og hjemmestyrer er selvstændige
folkeretssubjekter; det samme er enhver fysisk og juridisk person med egne folkeretlige
rettigheder og pligter. Folkeretligt kan et hjemmestyre efter omstændighederne indgå
traktater med fremmede stater i eget navn."

So heimildarlógin forðar fyri, at Føroyar kunnu gera altjóða sáttmálar í egnum navni, uttan at
hetta er neyðugt í mun til grundlógina ella altjóðarætt.

Tann heimild, sum heimildarlógin gevur Føroyum at gera sáttmálar undir heitinum
"Danmarks Rige for så vidt angår Færøerne" er eisini sera avmarkandi. Tað framgongur av §
1, stk. 2, og av § 1, stk. 4, at tær avtalur, ið Føroyar kunnu gera sum "Danmarks Rige for så
vidt angår Færøerne" ikki fevna um avtalur, ið eisini skulu galda fyri ella eru inngingnar av
Danmark fyri Danmark sjálvt, og at Føroyar og Grønland tí kunnu avtala at samráðast saman.
Hetta merkir, at Føroyar eru útilokaðar frá at samráðast og gera avtalur í mun til allar tær
mongu sáttmálaskipanirnar, ið eru millum fleiri lond, sokallaðar multilateralar sáttmálar, har
Danmark ella Grønland eisini eru við. Grundgevingar hjá donskum myndugleikum fyri
hesum vóru soljóðandi í almennu viðmerkingingunum til Lov om Færøernes landsstyres
indgåelse af folkeretlige aftaler:

"For så vidt angår multilaterale aftaler af interesse for Færøerne vil det typisk forholde sig
således, at aftalerne også skal finde anvendelse for Danmark. I sådanne tilfælde vil
fuldmagten ikke kunne finde anvendelse. Dette beror på, at Danmark og Færøerne ikke kan
optræde som særskilte parter i relation til en folkeretlig aftale. Såvel statsretligt som
folkeretligt er Kongeriget Danmark ét folkeretssubjekt. Færøernes interesser varetages i disse
tilfælde fortsat gennem deltagelse i forhandlingernes forberedelse og i rigets
forhandlingsdelegation, hvor der er særlige færøske interesser på spil."

Til henda partin um, at Føroyar ikki kunnu luttaka í millumtjóða sáttmálum millum fleiri, har
eisini Danmark ella Grønland eru við, sigur fólkarættarløgfrøðingurin í somu grein s. 13: "Et
andet udtryk af fuldmagtskonstruktionen er regeringens antagelse om, at fuldmagten alene
kan anvendes, når ikke samtidig regeringen eller det andet landsstyre optræder som
fuldmægtige. Også det er en grad af formalisme, der går ud over det forfatningsretlige. Der er
enighed om, at regeringen, det færøske landsstyre og det grønlandske landsstyre for de
respektive territorier kan indgå bilaterale traktater om samme emne med den samme
fremmede stat. At helt det samme ikke kan ske inden for samme instrument – en multilateral
traktat – kan dårligt stå til troende."

Samanumtikið kann sigast, at fremsti danski løgfrøðingurin innan altjóðarætt, Ole Spiermann,
heldur, at uttanríkispolitiska heimildarlógin óneyðuga avmarkar Føroyar við tað, at Føroyar
ikki kunnu gera avtalur í egnum navni. Hartil metir Spiermann heldur ikki, at avmarkingin,
sum heimildarlógin ger við at útiloka Føroyar frá sáttmálum, har Danmark ella Grønland eru
við, er neyðug í mun til altjóðarætt.

Tjóðveldi mælir sostatt Løgtinginum til at samtykkja uppskotið um at seta úr gildi
avmarkandi lógirnar.

Á Løgtingi, 22. februar 2012
Høgni Hoydal Bjørt Samuelsen Kristina Háfoss
Gunvør Balle Páll á Reynatúgvu Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad