Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd

Løgtingsmál nr. 106/2010: Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd

Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd

Kap. I
Endamál og vernd
Endamál
§ 1. Lógin hevur til endamáls at skipa
náttúruvernd í Føroyum, so at náttúran
verður vard á burðardyggan hátt við
atliti at margfeldni eins og
mentanarminni í landsløgum verða
vard. Lógin skal eisini tryggja
umstøður hjá fólki at njóta náttúruna,
eins og fyrilit fyri altjóða skyldum
Føroya, búskapi, mentan og menning
um alt landið. Lógin skipar stovnar,
fyrilit og mannagongdir fyri
náttúruvernd. Lógin tryggjar
demokratiska stjórn, fakliga umsiting,
økisávirkan, hoyring og rættartrygd.
Øki lógarinnar
§ 2. Lógin fevnir um alt føroyska
umveldið.
Stk. 2. Øll hava skyldu at taka fyrilit
fyri endmálinum við hesi lóg.
Allýsing
§ 3. Lógin skipar vernd av náttúru.
Náttúran er samansett av bæði tí livna
og ólivna. Hon fevnir um lívverur,
teirra (uppruna) lívøki, og
vistfrøðiskipanina, tey eru partur av.
Kap. II
Náttúruverndarstovnarnir
Náttúruverndarnevnd
§ 4. Landsstýrismaðurin setir eina
náttúruverndarnevnd.
Stk. 2. Limirnir í
náttúruverndarnevndini verða ein
formaður, eitt umboð fyri
Umhvørvisstovuna, eitt umboð fyri
Náttúrugripasavnið og fleiri serkønir
økislimir.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin velur til
formann fyri fýra ár í senn ein persón,
ið skal vera lógkønur ella
fyrisitingarkønur.
Stk. 4. Serkønu limirnir í nevndini
verða valdir soleiðis, at eitt umboð er
fyri hvørt av økjunum Suðuroy,
Sandoy, Vágar, Norðstreymoy,
Suðurstreymoy, Eysturoy og
Norðuroyggjar. Umboðini skulu hava
holla vitan um náttúruviðurskifti í
økinum, tey skulu umboða.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin velur
serkønu økislimirnar fyri fýra ár í
senn. Kommunur, feløg og onnur
kunnu skjóta nevndarlimir upp.
Landsstýrismaðurin ásetir
mannagongdir fyri, hvussu hetta fer
fram.
Stk. 6. Umboðini fyri
Umhvørvisstovuna og
Náttúrugripasavnið eru ikki vald fyri
ávíst tíðarskeið, men sita stovnsins
vegna.
Stk. 7. Fyri hvønn limin verður valdur
ein tiltakslimur.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetir
samsýningina til fomannin og hinar
limirnar og ber útreiðslur
nevndarinnar.
§ 5. Tá náttúruverndarmál verða
viðgjørd í nevndini, eru formaðurin,
umboðið fyri Umhvørvisstovuna,
umboðið fyri Náttúrugripasavnið
umframt minst eitt serkønt økisumboð
við.
Stk. 2. Formaðurin útnevnir í hvørjum
einstøkum máli minst ein økislim til
viðgerð av einstøku málunum, sambært
serligum reglum, sum landsstýrisfólkið
ásetur.
Umhvørvisstovan
§ 6. Eftir reglunum í hesi lóg fyrisitur
Umhvørvisstovan, sum er stovnur
undir landsstýrismanninum, øll
náttúruverndarviðurskifti, ið ikki eru
løgd til landsstýrismannin ella annan
myndugleika ella stovn at fyrisita.
Náttúrukærunevndin
§ 7. Landsstýrismaðurin setur
náttúrukærunevndina, ið verður
mannað við fimm limum, sum verða
valdir fyri fýra ár í senn. Fyri hvønn
limin verður valdur ein tiltakslimur.
Stk. 2. Formaðurin skal vera lógkønur.
Stk. 3. Tveir limir skulu vera kønir í
lívfrøði, jarðfrøði, náttúruvernd,
mentanararvi ella tílíkum.
Stk. 4. Tveir limir skulu vera kønir
innan búskap, býarskipan, byggifrøði,
fyrisiting ella tílíkt.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta,
at náttúrkærunevndin verður
samskipað við aðrar kærunevndir.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur
samsýningina til fomannin og hinar
limirnar og ber útreiðslur
kærunevndarinnar.
Kap. III
Frágreiðing og umfevnandi
náttúrufriðingar
Frágreiðing um náttúruvernd
§ 8. Fjórðahvørt ár skal
landsstýrismaðurin leggja fyri
Løgtingið til umrøðu frágreiðing, har
týdningarmikil
náttúruverndarviðurskifti verða lýst.
Stk. 2. Í frágreiðingini skal millum
annað verða greitt frá:
1) almennu støðuni í náttúruni, eitt nú
um hótt landsløg, djóra- og
plantusløg, og dálkað sjóøki og áir,
2) støðuni í umfevnandi
náttúrufriðingum og týðandi
náttúruverndarmálum, eisini í
kærumálum,
3) gongdini í avgerðarmálum, eisini í
kærumálum,
4) kunngerðum, ætlaðum
lógarbroytingum og annars øðrum,
ið kann hava týdning at skipa
náttúruvernd í framtíðini.
Umfevnandi náttúrufriðingar – atlit
§ 9. Til tess at varðveita ávís sløg av
landslagi, lívøki, jarðfrøði, djóra- ella
plantusløgum, jørðildi, gróðri,
mentanararvi, søgu- og
siðvenjuminnum, náttúrueyðkennum,
útsýni og vakurleika,
fríðtíðaráhugamálum ella tílíkum kann
landsstýrismaðurin taka stig til
umfevnandi friðingar og at stovna
tjóðgarðar.
Stk. 2. Hesar friðingar kunnu fevna um
størri øki á landi ella í sjónum ella
friðingarevni, ið ikki eru tengd at
ávísum økjum.
Stk. 3. Umfevnandi náttúrufriðingar
kunnu fata um og hava til endamáls:
1) at samskipa fleiri smærri friðingar,
2) at friða størri øki, ið eru ogn hjá
almennum stovnum ella ogn
Føroya fólks,
3) at friða størri privat øki, í samráð
við eigarar ella eftir ognartøku, í
báðum førum møguliga fyri
endurgjald.
Stk. 4. Umfevnandi náttúrufriðingar
kunnu partvíst friða ávís øki ella ávís
atlit í einum øki. Nærri treytir og fyrilit
verða greiðliga ásett í hvørjum føri.
Umfevnandi náttúrufriðingar –
mannagongd
§ 10. Landsstýrismaðurin skipar
umfatandi náttúrufriðingar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hoyrir
Umhvørvisstovuna og
náttúruverndarnevndina og skipar fyri
víðkaðari hoyring, ið skal fevna um:
1) at lýsa ætlanina væl og virðiliga í
almennum høpi,
2) at skipa fyri kunning og hoyring á
almennum fundi,
3) at hoyra eigarar, brúkarar,
áhugafeløg og –bólkar,
4) at hoyra kommunur og aðrar
myndugleikar, og
5) annars at ganga fram eftir
mannagongdunum í kap. VI.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin fyrireikar
uppskot til løgtingslóg um tær
einstøku umfevnandi friðingarnar og
stovnsetan av tjóðgørðum.
Kap. IV
Náttúruverndarmál
Avgerðarmál
§ 11. Umhvørvisstovan tekur avgerð í
øllum vanligum málum um
náttúruvernd, undantikið tá talan er um
víðfevndar friðingar og stovnan av
tjóðargørðum, jvf. § 10, umframt heilt
serligum førum, jvf. § 13.
Stk. 2. Avgerðarmál eru mál, sum
kunnu avgreiðast sambært galdandi
innihaldsligu ásetingum í kap. V,
ásetingum í kunngerð og
náttúruverndarsiðvenju, eftir
mannagongdunum í kap. VI.
Kap. IV
Náttúruverndarmál
Umsitingarmál
§ 12. Umhvørvisstovan umsitur í
samráð við náttúruverndarnevndina
mál um náttúruvernd, sum ikki eru
avgerðarmál, men snúgva seg um at
útinna náttúruvernd alment, eftir
ásetingum í kap. VII.
Týðandi mál
§ 13. Umhvørvisstovan kunnar
landsstýrismannin um tey mál, ið
stovnurin fyrireikar, og sum stovnurin
metir kunnu fáa stóran týdning, antin í
sjálvum sær ella sum fordømi fyri
onnur mál, ella kunnu viðføra stórar
almennar útreiðslur.
Stk. 2. Í heilt serligum førum kann
landsstýrismaðurin boða frá, at hann
fer at taka avgerð í málinum.
Umhvørvisstovan fyrireikar tá málið
liðugt og ger sítt tilmæli í málinum,
sum síðan verður latið
landsstýrismanninum til endaliga
støðutakan.
Stk. 3. Týðandi mál kunnu bæði vera
avgerðarmál og umsitingarmál.
Kærumál
§ 14. Avgerðarmál hjá
Umhvørvisstovuni, eins og
umsitingarmál, ið av røttum heilt ella
partvíst eru at meta sum avgerðarmál,
kunnu leggjast fyri
náttúrukærunevndina eftir
mannagongdini í kap. VIII.
Kap V.
Náttúruverndar- og friðingaratlit
Forboð móti náttúruskemd, dálking,
inn- og útflutningi
§ 15 Atferð, sum skemmur, skaðar ella
óneyðuga broytir og/ella dálkar
náttúruna, er bannað, serliga:
1) at sløða lutir, eitt nú aliútgerð,
landbúnaðarútgerð, bilar og aðrar
brúktar lutir og burturkast,
2) at fara illa um,
3) at lata útbúnað forfalla
4) at taka grót, sand, eyr, leir, plantur,
djór, mosa, flag, mold, torv,
5) at grava, byggja, spreingja ella á
annan hátt umskifta náttúruna,
6) at koyra við akførum uttanfyri
kommunu- og landsveg ella øðrum
eftir siðvenju nýttum vegum í
sambandi við røkt av landbúnaði
ella tekniskum útbúnaði
uttangarðs, uttan so, at serstakt
loyvi er givið frá landi ella
kommunu at koyra í avmarkaðum
øki, sett av til endamálið,
7) at lata dálkandi evni renna í løkir,
áir og á sjógv uttan serstakt loyvi,
8) at leggja frá sær, grava niður ella
stoyta burtur dálkandi evni á landi
ella sjógvi uttan serstakt loyvi.
Stk. 2. Atferð eftir stk. 1 er tó loyvd, tá
tað snýr seg um atburð, ið er
góðkendur í sambandi við
náttúruverndarætlanir ella friðingar
ella byggi- og býarskipan, ið er mett
sambært hesa lóg.
Stk. 3. Tá tað snýr seg um skilagóðan,
vanligan ella neyðugan atburð, serliga
um tað snýr seg um vanliga røkt og
rakstur hjá høgum, virkjum, eigarum,
brúkarum, kommunum ella øðrum
stovnum, kann Umhvørvisstovan eftir
umsókn geva loyvi til frávik frá
forboðnum í stk. 1, nr. 4 – 8. Frávik
kunnu verða treytað og tíðaravmarkað.
9) Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann
gera serstakar reglur fyri loyvi at
taka grót, sand, eyr, leir, plantur,
djór, mosa, flag, mold, torv til
privata ella vinnuliga nýtslu.
§ 16. Bannað er at innflyta djór og
plantur uttan heilsuváttan og serstakt
loyvi. Loyvið verður ásett í samsvari
við galdandi lógir og sáttmálar við
onnur lond, og landsstýrismaðurin lýsir
í kunngerð reglur fyri innflyting av
djórum og plantum.
Stk. 2. Bannað er ferðafólki at útflyta
djór, plantur, steinar og annað tilfar úr
føroysku náttúruni.
Landsstýrismaðurin kann í kunngerð
áseta serligar reglur fyri undantaki.
Forboð móti bygging
§ 17. Í hesum økjum er ikki loyvt at
byggja bygningar, seta upp
konstruksjónir ella broyta lendi:
1) nærri sjóvarmálanum enn 100 m
frá hægstu fjøru,
2) nærri áum og vøtnum enn 300 m,
har áin er minst 4 m breið, har hon
er breiðast, ella vatnið er 1 ha til
støddar,
3) nærri friðaðum landsløgum o.ø.
enn ásett í sambandi við
viðkomandi friðing,
4) í teimum økjum, sum eru friðað
sum B-økisfriðing ella hægri. Øll
øki uttangarðs verða í hesum høpi
roknað sum B-øki, til annað er
ásett.
Stk. 2. Loyvt er tó at byggja, seta upp
konstruksjónir og broyta lendi í
nevndu økjum:
1) har Umhvørvisstovan hevur
viðmælt býar- ella byggiskipan, ið
loyvir slíkum,
2) har Umhvørvisstovan loyvir
ítøkiligum ætlanum eftir umsókn.
Stk. 3. Tá ásett er á korti fyri alt landið
sbr. § 38, hvørji øki eru fevnd av stk.
1, er hetta galdandi fram um
ásetingarnar í stk. 1.
Størri umskifti í náttúruni
§ 18. Ikki er loyvt at fara undir størri
umskifti í náttúruni á landi og sjógvi
uttan góðkenning frá
Umhvørvisstovuni. Størri umskifti í
náttúruni er grótbrot, byrgingar,
grevstur, nývelting og uppskering av
lendi uttangarðs, vegagerð, tunnilsgerð,
havnagerð, bygging, sandgrevstur,
aling ella onnur størri inntriv í
náttúruna, sum ikki longu eru loyvd
eftir galdandi lóggávum.
Stk.2 Umsókn um góðkenning við
neyðugum upplýsingum, ið gera
ætlanina skilliga, skal sendast
Umhvørvisstovuni, sum setur treytir
fyri virkseminum.
Ítøkiligar friðingar
§ 19. Umhvørvisstovan kann gera av
at friða ávís øki.
Stk. 2. Umhvørvisstovan skal í mestan
mun fara undir friðingar, tá
støðiskanningar og verndarætlanir eru
gjørdar.
Stk. 3. Friðing kann fara fram, tá høvi
er til tess, í sambandi við ítøkiliga
ætlan, ið verður løgd fyri stovnin, ella
stovnurin fær kunnleika um.
Samskipandi friðingar
§ 20. Tá ið náttúruverndarætlanir eru
gjørdar sambært kap. VII, skal
Umhvørvisstovan taka stig til friðingar
av úrvaldum økjum. Hesar friðingar
skulu nærri áseta treytir og tílíkt, skipa
náttúruverndina best møguligt,
umframt at geva eigarum, brúkarum
og øðrum høvi at verja síni rættindi og
ávirka málsgongdina.
Friðingarsløg
§ 21. Friðing skal skipast í hesi sløg av
friðing sambært nærri ásettum reglum:
1) A-økisfriðing og A-evnisfriðing er
fullkomin friðing, ið skal tryggja
óbroytta støðu ella endurreisa eldri
støðu, har serlig atlit gera seg
galdandi.
2) B-økisfriðing og B-evnisfriðing
eru vanligar friðingar, ið skulu
tryggja, at støðan higartil heldur
fram sum vant uttan stórvegis
broytingar, ella øki verða løgd av
til ávísa nýtslu við ásettum atlitum.
3) D-økisfriðing og D-evnisfriðing
eru almennar friðingar av økjum,
serliga uttangarðs og á havbotni, til
tess at tryggja, at øki, ið enn ikki
eru nóg væl kannað og skrásett,
ikki verða broytt, áðrenn
Umhvørvisstovan hevur havt høvi
at meta um tey.
Áleggingar og boð
§ 22. Umhvørvisstovan kann áleggja
privatum, virkjum, myndugleikum og
stovnum at rudda, taka upp, umvæla,
rætta, endurskapa ella á annan hátt
fremja tað, ið neyðugt er at fyribyrgja
broti ella rætta brot á ásetingarnar í
kap. V, friðingar, vernd ella aðrar
fyriskipanir ella avgerðir eftir hesi lóg.
Stk. 2. Fyribils boð um ikki at fara
undir ávísar ætlanir ella um ikki at
brúka ognir, sum ætlað, kunnu tó ikki
leggjast á í meira enn 2 ár, áðrenn
endalig avgerð verður tikin.
At loyva bygging o.t.
§ 23. Í økjum, fevnd av D-økisfriðing,
kann Umhvørvisstovan góðkenna
ítøkilig ella nærri avmarkað inntriv
alment í náttúruna samsvarandi
atlitunum til náttúruvernd.
Stk. 2. Í økjum, fevnd av Bøkisfriðing,
kann Umhvørvisstovan
góðkenna ítøkilig inntriv, har atlit til
endamál sambært aðrari lóg ella
vinnuligan ella privatan rakstur,
búseting o.t. gera tað neyðugt, um so
er, at friðingaratlitini tó kunnu
varðveitast eftir greitt ásettari
mannagongd, og onnur loysn gerst ov
vandamikil, drúgv ella kostnaðarmikil.
Stk. 3. Í økjum, fevnd av Aøkisfriðing,
kann Umhvørvisstovan
bert loyva inntrivum á líkan hátt, sum
ásett í stk. 2, um so er, at onnur atlit
gera tað tvingandi neyðugt, serliga
vegna heilsu ella trygd.
Stk. 4. Friðingarevni, fevnd av A-, Bella
D-evnisfriðing, verða viðgjørd
samsvarandi stk. 1-3.
At seta treytir
§ 24. Í sambandi við friðing kann
ásetast nærri, hvat virksemi, hvørji
vanlig inntriv, hvør nýtsla og hvør
ferðsla kann fara fram í sambandi við
tað friðaða.
Stk. 2. Umhvørvisstovan kann áseta
treytir í sambandi við loyvi til bygging
og inntriv.
Stk. 3. Treytir sambært stk. 1 og 2
kunnu fevna um:
1) tíðarætlan fyri arbeiðið,
2) treytir til tekningar og verkætlanir
samvarandi vegleiðingum
stovnsins,
3) krøv um nøgdir, mát og
mannagongdir í sambandi við
inntriv,
4) upprudding, endurskipan ella
annað, ið skal tryggja náttúruvernd
eftir, at inntrivið er framt ella
liðugt,
5) at gera nærri greinaðar
árinskanningar fyri egna rokning,
6) aðrar treytir sambært fyrisitingarella
náttúruverndarsiðvenju.
§ 25. Umhvørvisstovan hevur umframt
vanligar treytir at áleggja
myndugleikum at fylgja
náttúruverndaratlitum sambært § 21
hesar heimildir:
1) hon kann, har týðandi
náttúruverndaratlit tala fyri tí,
áleggja broytingar í sambandi við
verandi byggi- og býarskipan,
2) hon skal ummæla allar nýggjar
byggi- og býarskipanir, umframt
broytingar í galdandi byggi- og
býarskipanum, tá tað snýr seg um
at víðka um lendið, ið skipanin
fevnir um,
3) hon kann áleggja
landsmyndugleikum, stovnum
kommunum og interkommunalum
felagskapum at gera
árinskanningar fyri egna rokning
ella fyri rokningina hjá tí, sum skal
nýta økið.
Atlit til jarðfrøði, landslag, minni o.t.
§ 26. Umhvørvisstovan kann gera av
at friða ella á annan hátt verja ávís sløg
av landslagi, jarðfrøði, jørðildi,
mentanararvi, søgu- og
siðvenjuminnum, náttúrueyðkennum,
útsýni, vakurleika og líkum
náttúrueyðkennum.
Stk. 2. Hesar friðingar kunnu fevna um
øki á landi ella í sjónum ella
friðingarevni, ið ikki eru tengd at
ávísum økjum.
Lívsløg, djóra- og plantusløg o.t.
§ 27. Umhvørvisstovan kann gera av
at friða ella á annan hátt verja lívøki,
djórabøli, djóra- ella plantusløg og lík
náttúrueyðkenni.
Stk. 2. Friðingar kunnu eisini fara fram
til tess at skapa nýggjar ella øktar
umstøður samsvarandi (1).
Stk. 3. Hesar friðingar kunnu fevna um
øki á landi ella í sjónum ella
friðingarevni, ið ikki eru tengd at
ávísum økjum.
Atlit til fólk, trivna, frítíð o.t.
§ 28. Umhvørvisstovan kann gera av
at friða, skipa ella skapa umstøður hjá
fólki at njóta náttúruna, eins og
jarðfrøðiliga, lívfrøðiliga og
mentanarliga margfaldnið.
Stk. 2. Hesar friðingar kunnu fevna um
størri øki á landi ella í sjónum ella
friðingarevni, ið ikki eru tengd at
ávísum økjum.
Stk. 3. Friðingar eftir hesi grein kunnu
einans vera á B- ella D-støði.
Kap. VI
Mannagongdir í avgerðarmálum
At taka mál upp
§ 29. Avgerðarmál kunnu verða tikin
upp:
1) eftir umsókn frá beinleiðis
áhugaðum,
2) eftir umsókn frá alment áhugaðum,
3) eftir tilmæli frá
náttúruverndarnevndini,
4) eftir meting hjá Umhvørvisstovuni.
Stk. 2. Umhvørvisstovan skrásetir øll
mál og letur náttúrverndarnevndini tey
til ummælis.
Uppbýti
§ 30. Náttúruverndarnevndin skal til
fulnar upplýsa og fyrireika málið, gera
tilmæli sítt og síðan leggja tað til
Umhvørvisstovuna til endaliga avgerð.
Stk. 2. Náttúruverndarnevndin skipar
fyri hoyringum og ger tilmæli síni út
frá hesi lóg, kunngerðum,
landsverndarætlan,
økisverndarætlanum og greiðari
siðvenju.
Stk. 3. Heldur náttúruverndarnevndin,
at málið ber í sær prinsippiella
støðutakan ella nýskipan, kann
nevndin heita á Umhvørvisstovuna um
at taka upp slíka støðutakan sum
týðandi mál.
Fyribilsavgerðir
§ 31. Væntar náttúruverndarnevndin,
at málið kann taka langa tíð, ella at
vandi er fyri, at ognir, virði ella
friðingaratlit kunnu fara fyri skeytið
innan málslok, kann hon mæla til at
áleggja fyribils forboð, friðing, steðg,
atgerð ella annað. Tilmæli um
fyribilsavgerð skal sjálvstøðugt
leggjast fyri Umhvørvisstovuna.
Avgerðir
§ 32. Grundað á egna meting og
tilmæli frá náttúruverndarnevdini tekur
Umhvørvisstovan avgerð.
Partar og áhugað
§ 33. Í avgerðarmálum skal
náttúruverndarnevndin hoyra eigarar,
brúkarar, leigarar, hagar, festarar ella
onnur við rættindum, ið beinleiðis
verða ávirkað av avgerðini.
Stk. 2. Somuleiðis skal
náttúruverndarnevndin altíð meta um
tørvin á og um neyðugt hoyra grannar,
áhugafeløg, kommunur, almennar
stovnar ella onnur, ið hava serligan
ella almennan áhuga í málinum.
Stk. 3. Umhvørvisstovan tryggjar sær,
at tey áhugaðu eru hoyrd, og kann
áseta freist fyri hoyringini, ið eftir
umstøðunum kann verða fráboðað
alment.
Víðkað hoyring
§ 34. Náttúruverndarnevndin eins og
Umhvørvisstovan kunnu skipa fyri
almennum hoyringum.
Stk. 2. Hoyringarnar kunnu hava til
endamáls at kunna og hoyra fólk í
økinum um ætlaðar verndarætlanir ella
týðandi verndarmál.
Stk. 3. Somuleiðis kunnu hoyringar
hava til endamáls at hoyra partar og
áhugað, ið eru nógv í tali ella lættari
kunnu taka til orðanna í munnligari
hoyring.
Árinskanningar
§ 35. Umhvørvisstovan kann í
sambandi við friðingar,
verndarætlanir, loyvi, treytir, avgerðir
og fyrisiting annars eftir hesi lóg gera
ella krevja árinskanningar.
Stk. 2. Árinskanningar skulu byggja á
støðiskanningar, náttúruverndarætlanir
og verandi friðingar. Árinskanningar
skulu meta um tey atlit, sum nærri eru
útgreinað í hesi lóg, í kunngerð ella
samsvara náttúruverndarsiðvenju.
Stk. 3. Tá ið Umhvørvisstovan sjálv
tekur stig til friðingar ella verkætlanir,
rindar stovnurin útreiðslurnar.
Somuleiðis kann stovnurin heilt ella
partvíst fíggja árinskaningar, tá
umsøkjari ella áhugaður fær órímiliga
stórar útreiðslur av árinskanningum.
Fráboðan
§ 36. Náttúruverndarnevndin skal boða
øllum pørtum beinleiðis frá málinum.
Somuleiðis skulu hesi hava fráboðan
um tilmælið hjá nevndini.
Stk. 2. Náttúruverndarnevndin eigur at
lýsa ella kunna alment um mál, sum
ætlast at hava áhuga hjá mongum, ella
tá óvist er, hvørji tey áhugaðu eru, ella
óvist er, hvar tey eru.
Stk. 3.Umhvørvisstovan boðar
áhugaðum frá avgerðini. Somuleiðis
verður boðað øðrum frá avgerðini. Slík
fráboðan kann fara fram ígjøgum
almennar miðlar.
Stk. 4. Umhvørvisstovan kann eisini
tinglýsa ella á annan hátt kunngera ella
staðfesta avgerðir sínar.
Stk. 5. Umhvørvisstovan skipar savn
við avgerðum, sum skal vera til taks á
heimasíðu og øðrum miðlum og
samskipast við
náttúruverndarætlanina.
Uttangarðs og innangarðs
§ 37. Tá ætlanin hjá kommunu er, at
uttangarðsjørð skal verða fevnd av
býarskipan ella byggisamtykt, ella tá
festari ella ognarfólk ætlar at leggja
inn uttangarðsjørð, skal hetta
góðkennast frammanundan av
Umhvørvisstovuni.
Kap. VII
Umsitingarmál
Náttúruvernd
§ 38. Umhvørvisstovan skal fara undir
miðvísa náttúrvernd, herundir:
1) at gera landsverndarætlan fyri allar
Føroyar, herundir
økisverndarætlanir,
2) at gera støðiskanningar á
viðkomandi fakligu økjum,
herundir um djór, plantur og annað
lív, lívøki, búøki, jørðildi,
jarðfrøði, landsløg, vinnu, frítíð og
mentan,
3) at gera yvirlit og kort yvir allar
tjóðgarðar, landsverndarætlanina
og økisverndarætlanir, ítøkiligar
friðingar og givin loyvi,
4) skjótast gjørligt at áseta markið
millum innangarðs og uttangarðs á
korti fyri alt landið,
5) skjótast gjørligt at áseta á korti fyri
alt landið, hvørji øki eru fevnd av
forboðnum eftir § 17, stk. 1.
Stk. 2. Umhvørvisstovan skal umsita
tjóðgarðar, skipaðar gøtur og onnur
náttúruverndartiltøk samskipað við
aðrar myndugleikar.
Stk. 3. Náttúruverndarstovnarnir
sambært kap. II hava í sínum virksemi
óavmarkaðan rætt at ferðast í náttúruni
og gera uppmátingar og skrásetingar
v.m. Ognarfólk og tey, ið rættindi hava
í ognini, eiga tó frammanundan at fáa
fráboðan um, at farið verður á staðið.
Stk. 4. Umhvørvisstovan skal fyrireika
sum týðandi mál keyp og endurgjald,
tá verndartiltøk gerast tyngjandi fyri
einstakar eigarar ella brúkarar, og tí
gera neyvari avtalu neyðuga.
Stk. 5. Umhvørvisstovan skal fremja
fyribyrgjandi arbeiði, herundir
støðiskanningar og skrásetingar, í
tøttum samstarvi við aðrar viðkomandi
stovnar.
Stk. 6. Umhvørvisstovan kann lata
aðrar myndugleikar ella stovnar gera
neyðuga arbeiðið eftir nærri avtalu.
Hagar og høv
§ 39. Umhvørvisstovan skal í samráð
við áhugafeløg, reiðarí, hagar, eigarar,
brúkarar og avvarðandi myndugleikar
kanna og vegleiða um árin á jørðildi,
havbotn, plantur, djór, korallir, búøki,
landslag og tílíkt av vanligum
áhaldandi rakstri av djórahaldi,
fiskiskapi, aling, samferðslu,
ferðavinnu og tílíkum.
Stk. 2. Umhvørvisstovan kann
samskipa og rinda fyri, at gjørdar ella
framdar verða gøtur, uppmerkingar,
vegleiðingar, planting, avbyrgingar og
annað, ið skulu verja náttúruna í móti
líðandi, óhepnari tilgongd.
Stk. 3 Skilt verður millum lendi
innangarðs og lendi uttangarðs. Við
innangarðs er at skilja tað, ið sambært
siðvenju ikki hevur verið skilt sum hagi,
so sum veltur bøur, innlagdar traðir og
byggilendi. Uttangarðs er at skilja sum
hagi.
Stk. 3. Tá markið millum innangarðs og
uttangarðs er ásett á korti fyri alt landið,
sbr. § 38, stk 1, nr. 4, er hetta galdandi
fram um ásetingarnar í hesi grein stk. 3.
Kap. VIII
Mannagongdir í kærumálum
Kærufreistir
§ 40. Vanliga kærufreistin í
avgerðarmálum er 4 vikur eftir, at
viðkomandi hava fingið boð um
avgerðina.
Stk. 2. Í førum, har fleiri kunnu kæra,
og ein teirra hevur kært innan freistina,
kann náttúrukærunevndin loyva øðrum
kærarum at koma fram við sínum
kærum, um tað ikki leingir órímiliga
nógv um viðgerðartíðina.
Stk. 3. Eisini í øðrum førum, har
kæruáhugað ikki hava verið varug við
málið ella ikki hava kært av orsøkum,
sum nevndin metir vera góðar, kann
kærunevndin lata kæru koma til
viðgerðar eftir freistina í stk. 1.
Skrivstova hjá náttúrukærunevndini
§ 41. Landsstýrismanninum er
heimilað eftir samráðingar at avráða,
at Kærustovnur Føroya ella annar
stovnur skal vera skrivstova hjá
náttúrukærunevndini. Annars skipar
landsstýrismaðurin skrivstovuna í
samráð við nevndina.
Málsviðgerð hjá náttúrukærunevndini
§ 42. Náttúrukærunevndin skipar
málsviðgerðina við skrivligari
fyrireiking. Nevndin kann áleggja
freistir í málsviðgerðini.
Stk. 2. Í málum, sum hava skund, ella
har ognir, virði ella friðingaratlit
kunnu fara fyri skeytið innan málslok,
kann formaðurin áleggja fyribils
forboð, friðing, støðg, atgerð ella
annað.
Stk. 3. Náttúrukærunevndin endar
málsviðgerðina við almennari hoyring,
sum kann verða hildin í viðkomandi
øki.
Stk. 4. Avgjørd kærumál verða
almannakunngjørd eftir ásetingini í §
36, umframt á heimasíðu og í
avgerðasavni, sum Umhvørvisstovan
umsitur.
Roynd
§ 43. Avgerðir hjá
náttúrukærunevndini kunnu ikki
leggjast fyri landstýrismannin og eru
endaligar innan fyrisitingina.
Kap. IX
Kunngerðarheimildir
Kunngerðir
§ 44. Landstýrismanninum er heimilað
at áseta nærri reglur í kunngerðum:
1) um stovnar og ásetingarnar í kap. I,
II, III og IV, hvussu hesir stovnar
skulu skipast v.m.
2) um náttúruverndaratlit eftir kap. V,
herundir nærri um forboð, skyldur,
treytir, friðingarevni, friðað
lívsøki, friðað djóra- og plantusløg
og tílíkt,
3) um avgerðarmál eftir kap. VI,
herundir um hoyringar,
samsýningar, gjøld og
árinskanningar,
4) um umsitingarmál eftir kap. VII,
herundir um náttúruverndarætlanir,
5) um kærunevndarviðgerð eftir kap.
VIII,
6) um lýsing av og áseting av treytum
fyri A-, B- og D-friðingarøkjum,
eftir kap. V.
7) um revsing við bót fyri brot á
ásetingar í kunngerð sambært hesi
lóg,
8) um skiftisreglur eftir kap. XI,
9) um avgjøld fyri umsiting av lógini.
Stk. 2. Umhvørvisstovan skal regluliga
gera nærri vegleiðingar:
1) um náttúruverndarsiðvenju,
2) um, hvussu stovnurin skilur
forboð, skyldur, treytir,
friðingarøki og tílíkt,
3) um, hvussu stovnurin skilur
reglurnar um loyvdan atburð í
náttúruni og aðrar reglur, ið loyva
atburði, ið annars kundi verið
forboðin eftir hesi lóg.
Kap. X
Revsing, kravboð og gjald
Revsing, kravboð og gjald
§ 45. Brot á §§ 15, 16, 17, 18 og 22 í
hesi lóg kunnu verða revsað við bót
ella í grovum føri við hefti.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir
persónar) koma undir revsing eftir
reglunum í kap. 5 í revsilógini.
Stk. 3. Umhvørvisstovan kann boða
viðkomandi frá, at brot sambært stk. 1
kunnu avgreiðast uttan rættarsókn, um
so er, at tann, ið hevur framt brotið,
játtar seg sekan í lógarbrotinum og
váttar seg at vera til reiðar innan nærri
ásetta freist, sum í undantaksføri kann
verða longd eftir áheitan, at rinda
landskassanum ávísa sekt, sum
tilskilað er í fráboðanini.
Stk. 4. Reglurnar í rættargangslógini
um innihaldið í ákæruritum í
politimálum, skulu nýtast samsvarandi,
tá ið fráboðanir verða kunngjørdar eftir
stk. 3.
Stk. 5. Verður sektin rindað rættstundis
ella eftir, at hon er samtykt, antin
gjøgnum innheinting ella við at
viðkomandi á annan hátt hevur liðið
revsing fyri hana, fellur málið burtur.
Stk. 6. Bøtur sambært stk. 3 kunnu
heintast inn við panting. Peningurin
fyri hesar bøturnar fer í landskassan.
Útreiðslur í sambandi við innheintan
verða at rinda av tí, ið hevur framt
brotið.
Stk. 7. Umhvørvisstovan kann heita á
rættin um at tryggja fyribilsavgerðir,
treytir, áleggingar, friðingar ella aðrar
avgerðir hjá stovninum við dagbótum
ella rættarkravboðum.
Stk. 8. Umhvørvisstovan kann áleggja
gjald ella trygd fyri upprudding,
árinskanningar og onnur tiltøk, sum av
røttum annar enn Umhvørvisstovan
eigur at svara fyri. Slík gjøld verða
kravd inn á vanligan hátt.
Kap. XI
Skiftisreglur og gildi
Myndugleikaskifti og fyrsta val
§ 46. Landsstýrismaðurin ásetur nærri,
nær myndugleikarnir higartil í
friðingarmálum gevast, og hvussu teir
lata Umhvørvisstovuni mál,
skjalagoymslu og annað.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur
somuleiðis, nær
náttúruverndarnevndin og
náttúrukærunevndin verða settar fyrstu
ferð.
Stk. 3. Mál, ið eru tikin til viðgerðar
ella eru undir viðgerð, tá henda lóg
kemur í gildi, verða viðgjørd og
avgjørd eftir teim higartil galdandi
reglunum.
Friðingar og kunngerðir sambært
eldri lóg
§ 47. Friðingar, ið góðkendar eru í
yvirfriðingarnevndini sambært
løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um
náttúrufriðing, verða framvegis
galdandi, til tær verða broyttar ella
tiknar av sambært hesi lóg.
Stk. 2. Kunngerðir eftir lógini um
náttúrufriðing, sbr. stk. 1, verða
somuleiðis verandi í gildi, til tær verða
broyttar ella settar úr gildi sambært
hesi lóg.
Gildi
§ 48. Lógin kemur í gildi 1. januar
2012.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi
løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um
náttúrufriðing.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann lata
partar av hesi lóg koma í gildi fyri 1.
januar 2012.
Kap 1. ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Orsøk og endamál
Lógaruppskotið hevur til endamáls at tryggja og skipa náttúruvernd í Føroyum.
Nýggja lógin um náttúruvernd kemur í staðin fyri lóg um náttúrufriðing.
Tað er átrokandi neyðugt at fáa eina greiðari og munadyggari skipan av náttúruvernd í
Føroyum.
Lógin fevnir um alt føroyska umveldið, tað er føroysku náttúruna út á 200 fjórðingar,
og fevnir eisini um verndaráhugamál, sum ikki er knýtt at ávísum staði, eitt nú hótt
djóra- og plantusløg.
Føroyar eru vælsignaðar við einari sera ríkari og fjølbroyttari náttúru, og fá lond í
heiminum munnu vera so nært tengd at náttúruni í flestøllum lívslutum, sum vit. Ein
væl vard nátúra við væl varðveittum lívfrøðiligum margfeldni, við heilsugóðari og
reinari náttúru og við vøkrum landssløgum, er ein fyritreyt bæði fyri framhaldandi
trivnaði hjá teimum, sum her búgva, men ikki minst eisini er hetta er eitt sera sterkt
kort í mun til ferðavinnuna.
Men komið er at mørkum. Náttúran verður ikki vard av føgrum orðum eina.
Nýggj lóg neyðug
Gamla lógin um náttúrufriðing, er ikki nútíðarhóskandi og tryggjar ikki eina
munadygga fyrisiting av nátúruvernd.
Longu í 2001 kom ein serfrøðingabólkur, ið varð settur av Føroya
landsstýri, við hesi niðurstøðu um náttúrufriðingarlógina og Yvirfriðingarnevndina:
"Náttúrufriðingarlógin nøktar als ikki tann tørv, sum er á náttúrufyrisiting í dag. […]
Nevndirnar fáa einki gjørt við ikki-dálkandi langtíðarvirkandi broytingar, sum t.d.
landslagbroytingar, vatnorkubyrgingar og ikki sjónligar broytingar, sum t.d. oyðing av
vøtnum."
Høvuðsbroytingar í mun til galdandi lóg
Høvuðsbroytingin við lógini um náttúruvernd í mun til galdandi lóg um
náttúrufriðing, verður ein breiðari og virknari, meira proaktiv náttúrvernd. Har lógin
um náttúrufriðing bygdi meira á atlit til vakurleika og sjáldsemi, byggir nýggja lógin á
atlit til m.a. lívsløg og landsløg, og hevur til endamáls at varðveita og verja margfeldi
í náttúruni, samstundist sum pláss er fyri menning av samfelagnum.
Farið verður í mest møguligan mun burtur frá skipanini við forboðum og loyvum, til
eina skipan, har ein skáseting av allari náttúruni í landinum, verður grundarlag undir
eini náttúrverndarætlan, sum skal tryggja at verndaratlit verða tikin í góðar tíð.
Eisini skipar nýggja lógin fyri, at myndugleikin kann krevja at gjørdar verða
árinskanningar, tá tað verður mett neyðugt í sambandi við viðgerð av loyvum o.ø.
Meðan lógin um náttúrufriðing verður umsitin av leikfólki í Friðingarnevndum og
Yvirfriðingarnevnd, leyst av politisku skipanini, verður nýggja lógin umsitin av
kønum fakfólki í landfyrisitingini undir ábyrgd hjá landsstýrismanninum í
umhvørvismálum. Tó verður lokala tilknýtið tryggjað við økisumboðunum í
náttúruverndarnevndini, ið ráðgevur landsmyndugleikanum og ummælir
náttúruverndartiltøk
Verndaratlit verða eftir hesum skipaði meiri miðvíst. Skráseting skal gerast og vera
grundarlag undir eini náttúruverndarætlan. Skrásetingin skal staðfesta, hvørji lívøki
(biotopar), djóra- og plantusløg finnast, hvør jarðfrøði, hvørji landsløg, jørðildi osfr.
eru at finna í Føroyum.
Í nógv ár hevur nýggj náttúruverdarlóg verið ávegis, og eitt uppskot varð í 2007 sent
til hoyringar. Uppskotið, sum Tjóðveldi nú hevur lagt fram, tekur støði í hesum
upprunauppskoti, men fleiri sentralar broytingar eru gjørdar í mun til
upprunauppskotið.
Uppskotið er styrkt í mun til tær greinirnar, sum skulu fyribyrgja dálking og misrøkt
av náttúruni, eins og greinar eru gjørdar sum greitt áseta, at ikki er loyvt ótálmað at
flyta inn plantur og djór til landið. Eisini er ásett, at ferðafólk ikki uttan víðari kunnu
taka við sær tyrnusteinar, blómur og annað virðismikið tilfar úr føroysku náttúruni.
Uppskotið leggur eisini upp til at hava eina náttúruverndarnevnd, heldur enn fleiri –
eina nevnd fyri hvørja sýslu – soleiðis, sum upprunauppskotið segði. Í fyriliggjandi
uppskoti er ætlanin, at náttúruverndarnevndin, umframt fastan serkunnleika frá
Náttúrugripasavninum og Umhvørvisstovuni, er mannað við sonevndum
økisumboðum, sum luttaka tá mál eru viðkomandi fyri tað økið, tey eru vald í
nevndina at umboða. At hava eina, heldur enn fleiri náttúruverndarnevndir,tykist sum
ein smidligari, fakliga sterkari og bíligari loysn.
Styrkir í nýggju lógini
Nýggja lógin byggir á atlit til lívøki (biotopar) og landsløg, lív og mentan. Ætlanin er
at varðveita og verja margfaldni í náttúruni. Gamla náttúrufriðingarlógin bygdi meira
á atlit til vakurleika og sjáldsemi; tað, ið vakurt og sjálvsamt var, skuldi verjast og
varðveitast óbroytt.
Hetta skiftið frá tí ‘estetiska’ til tað meira fakliga, lív- og jarðfrøðilga, saman við
skiftinum frá forboðum og loyvum í ítøkiligum førum til miðvísa vernd og varðveitslu
í góðari tíð, fer at krevja økta játtan og fyrisiting, og ein upp- og/ella umraðfesting er
tí neyðug. Fyrimunurin verður afturfyri, at náttúruverndin verður miðvísari, eins og
atlit til rættartrygd og samfelagsáhugmál í hesum høpi verða løgd í tryggar karmar.
Á myndugleikaøkinum leggur nýggja lógin upp til eina meira fakliga køna skipan, ið
eisini kemur at standa politiskt til svars. Gamla skipanin við friðingar- og
yvirfriðingarnevndum hevur verið fyri atfinningum, fyrst av øllum tí henda varð
skipað leyst av vanliga fyrisitingarmyndugleikanum. Eisini er tað óheppið, at
dómstólarnir sambært galdandi lóg ikki til fulnar hava kunnað tikið støðu til
friðingarmál.
Eftir nýggju lóginini før politiski myndugleikin til uppgávu at leggja fram eina
almenna frágreiðing til umrøðu á Løgtingi fjórða hvørt ár, og við hesum tryggja sum
mest av fólkaræðiligari ávirkan. Í týðandi (prinsippiellum og kostnaðarmiklum)
málum fær landsstýrismaðurin heimild at taka støðu. Lokalu økini verða umboðaði í
náttúruverndarnevndini, og rættartrygdin verður styrkt við eini kærunevndarskipan og
við, at dómstólarnir, sum sjálvsagt er, ikki verða forðaðir í at eftirmeta
náttúruverndarmál.
Lívfrøðiligt margfeldni og vilji Løgtingsins
Stórur partur at teirri vitan, vit í dag hava um føroysku náttúruna og lívfrøðiligt
margfeldni, er savnað í bókini “Føroya Náttúra”, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav
út í 2006.
Á summum økjum eru vit í Føroyum komin væl áleiðis at skráseta náttúrumargfeldni,
meðan á øðrum er nógv eftir enn. Fleiri ymsar verkætlanir í Føroyum hava skrásett
lívøki og landsløg bæði á landi, á sjógvi og í undirgrund. Slík skráseting ger, at til ber
gjøllari og neyvari at siga, hvussu vit kunnu verja og varðveita ymisk sløg av djóraog
plantulívi, ymisk sløg av landslagi, jarðfrøðifyribrigdum og lívsumstøðum.
Náttúrverndarætlanin krevur tó ikki í sjálvum sær eina fullfíggjaða skráseting yvir øll
sløg av landslagi og øll djóra- og plantusløg. Til ber at arbeiða parallelt við
skrásetingini og náttúruverndarætlanini. Mest týðandi er at staðfesta lívøkini
(biotoparnar) og harvið fortreytina fyri eini røð av ymsum djóra- og plantusløgum.
Árið 2010 var lívfrøðiligt margfeldisár. Longu í 1993 samtykti Løgtingið STsáttmálan
um lívføðiligt margfeldni, sum er sera víðfevndur. Ein av mongu
ásetingunum í sáttmálanum er 2010-málið um at støðga afturgongdini av
lívfrøðiligum margfeldni.
Í 2004 settu altjóða náttúruverndarfelagsskapurin IUCN og ES-nevndin “Countdown
2010”-tiltakið í verk fyri at stuðla undir arbeiðið at varðveita lívfrøðiliga margfeldni.
Lond kring allan heim eru við í “Countdown 2010”. Føroyar hava ikki skrivað undir
hesa yvirlýsing, men Løgtingið hevur kortini sera greitt staðfest, at lívfrøðiliga
margfeldið í Føroyum skal tryggast. Tað gjørdi Løgtingið enn einaferð, tá tað við
stórum meiriluta í 2006 samtykti, at: “Løgtingið heitir á landsstýrið um at taka stig til
at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldni og lýsa margfelda lívið í føroysku
náttúruni.” Viljin til at raðfesta hetta, endurtók meirlutin í Rættarnevndini í áliti til
Løgtingsmál 130/2009, har meirlutin skrivar, hóast hetta tíverri ikki fekk pláss í
fíggjarligu raðfestingunum.
Í 2004 skrivar Innlendismálaráðið saman við øðrum Norðurlondum
“Miljøhandlingsplan 2005-2008”. Har stendur: “Det nordiske samarbejde skal
indrettes på en sådan måde, at den negative udvikling, når det gælder tab af arter og
bestande inklusive deres levesteder, stoppes med det formål, at tabet af biologisk
mangfoldighed standses senest i 2010” og “Arbejdet med at standse tabet af biologisk
mangfoldighed senest i år 2010 vil have høj prioritet”.
Náttúrugrípasavnið hevur áður havt játtan til at skráseta og kortleggja øll plantu- og
djórasløg í náttúruni í ein dátugrunn, eins og grein 7 í sáttmálanum um lívfrøðiligt
margfeldni ásetir. Umframt at savnið hevur gjørt reyðlistar, sum áseta, hvørji plantu
og fulglasløg í Føroyum eru hótt. Ein long røð av plantu- og fuglasløgum eru komin á
reyðlistan.
Játtanin at halda fram við skrásetingini varð í 2006 steðgað m.a. við grundgevingini,
at nú fór ein náttúruverndarlóg, sum skipaði alt náttúruøkið, at koma.
Tjóðgarðar og onnur friðað øki
Nýggja skipanin ber í sær, at vit í góðari tíð meta um byggi- og býarskipan, so hon
sum minst skaðar náttúruna. Ætlanin er sostatt, at bæði framtíðarmenningin og
náttúruvernd skulu styrkjast, tí hesi atlit ikki í knappari vending skulu setast upp ímóti
hvørjum øðrum. Náttúruverndarætlanin fyri landið alt, eins og økisverndarætlanirnar
fara ætlandi at vegleiða kommunur, stovnar og privat um, hvørji atlit skulu takast til
náttúrvernd í góðari tíð, áðrenn útbyggingin skal fremjast.
Tann miðvísa umhvørvisumsitingin fær eisini uppgávuna fyri at skapa veruligar
tjóðgarðar í Føroyum. Vit kunnu hugsa okkum, at einstakar smærri oyggjar,
markatalsbygdir, størri dalar ella onnur størri landsløg verða skipaði sum tjóðgarðar.
Tjóðgarður ber ikki í sær, at alt fólka- og djóralív skal beinast burtur. Tvørturímóti er
ikki óvanligt aðrastaðni, at tjóðgarðar tryggja, at siðbundna lívið og djórahaldið
heldur fram. Hetta er spurningur um endamál og skipan av einstøku tjóðgørðunum.
Summir tjóðgarðar kunnu hava til endamáls at varðveita bø og haga við seyði, neyti,
gás og øðrum siðbundnum djórahaldi og tryggja, at ikki velting, bygging ella annað
órógvar hesa mentunarnáttúru. Aðrir tjóðgarðar kunnu vera ætlaðir at endurskapa
vøkstur, ið hevur verið vanligari í Føroyum fyrr.
Dømi um komandi tjóðgarð er Koltur, sum arbeiðsbólkurin, ið hevur arbeitt við at
gera eina varðveitingarskipan fyri bæði mentanar- og náttúruvirði í oynni, hevur gjørt
uppskot um.
Endamálið við hesum er at varðveita og vísa fram undir skipaðum umstøðum
mentanarvirðini í oynni, sum gamla býlingin og teigalendið, umframt at stika seyðin
av í norðara parti av oynni, soleiðis at ein partur av oynni verður órørd náttúra.
Somuleiðis kundi ein ímyndað sær, at t.d. føroysk húsdjór vórðu varðveitt í oynni.
Leingi er bíðað
Tað var táverandi Olju- og umhvørvismálaráðið, sum upprunaliga fór undir at smíða
uppskot til nýggja náttúruverndarlóg, og helt arbeiðið seinni fram í
Innlendismálaráðnum. Í 2007 varð eitt uppskot sent til hoyringar. Men, hóast eitt
útkast til lóggávu sostatt hevur ligið klárt í áravís, er tað ongantíð komið á tingborð.
Nú triðja tingsetan hjá sitandi samgongu er farin at halla, er trupult at finna haldgóðar
grundgevingar fyri, at útseta hetta longur. Løgtingið sleppur tí nú fyri fyrstu ferð at
viðgera og siga sína hugsan um uppskotið til náttúruverndarlóg.
Fígging
Um náttúruverndarlógin verður samtykt nú, men við gildi frá 1. januar 2012 hevur
landsstýrið rúmar stundir at fyrireika umsiting av lóggávuni og at fáa hetta raðfest inn
í fíggjarlógina fyri 2011. Arbeiðið at skráseta lívfrøðiliga margfeldni eigur tó at verða
uppafturtikið beinanvegin, og summarhálvan er rætta árstíðin til hetta arbeiðið. Tí átti
ein umraðfesting av fíggjarlógini at verið gjørd, so nakrar krónur verða tøkar til hetta
arbeiðið beinanvegin.
Kap. 2. AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM
Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Galdandi náttúrufriðingarlóg hevur seinastu árini kostað landskassanum í mesta lagi
góðar kr. 300.000 um árið. Henda upphædd er farin til nevndarsamsýningar hjá limum
í Yvirfriðingarnevndini og teimum sjey sýslunevndunum.
Náttúruverndarlógin fer at hava nakað størri útreiðslur við sær. Talan verður enn um
nevndarsamsýning til økislimirnari í náttúruverndarnevndini, men harumframt verður
sett á stovn faklig køn umsiting innan náttúruvernd og fyrisiting, sum m.a. skal:
• luttaka í fundum hjá náttúrufriðingarnevndini
• geva loyvi til frávik
• ummæla nýggjar og víðkan av galdandi býarskipanum og byggisamtyktum
• taka støðu til ávísar friðingar sambært § 18-20 og § 25-27
• áleggja boð og góðkenna inntriv í náttúruna sambært § 22 og § 23
• gera árinskanningar sambært § 35
• gera landsverndarætlan, støðiskanningar, yvirlit og kort sambært § 38
• gera tilmæli til landsstýrismannin um umfevnandi friðingar
• fyrireika frágreiðing um Náttúruverndarmál til Løgtingið
Harumframt skal sama fyrisiting í samstarvi við Innlendismálaráðið fylla út karmarnar
í lógini við at smíða kunngerðir og vegleiðingar sambært § 44.
Tað er torført at meta um, hvussu nógv starvsfólk skulu setast til tess, at lógin kann
verða umsitin nøktandi, men havandi í huga, at tað snýr seg um eitt heilt nýtt
umsitingarøki, har ein stórur partur av orkuni í byrjanini ivaleyst fer til eina røð av
skrásetingum og øðrum fyrireikingum, ið skulu á pláss, áðrenn uppgávurnar og
arbeiðstrýstið nær eina nøkulunda fasta legu, verður mett, at í fyrsta lagi eiga minst 2
akademisk størv at verða upp- ella umraðfest til hesar uppgávurnar. Sum víst
aðrastaðni í viðmerkingunum hevur Løgtingið longu fleiri ferðir áður samtykt at játta
tvey størv til skráseting av lívfrøðiligum margfeldni.
Hvussu nógv mál, náttúruverndarnevndirnar og náttúruverndarkærunevndin koma at
viðgera, er ilt at meta um. Ein leiðbeining kann tó vera tøl fyri mál, sum
Yvirfriðingarnevndin fær til viðgerðar, og eru tey millum 45 og 80 árliga, sambært
hagtølum frá Hagstovuni.
Av øðrum beinleiðis útreiðslum, ið standast av nýggju lógini, eru útreiðslur hjá
Umhvørvisstovninum av at gera gøtur, uppmerkingar, vegleiðingar o.o. kunnandi og
fyribyrgjandi tiltøk sambært § 39. Hetta kann tó verða fíggjað í samstarvi við
kommunur og eisini í ávísum førum privatum, eitt nú ferðavinnufyritøkum. At gera
gøtur o.t. eigur at verða mett, sum arbeiðsskapandi átøk, sum stórur tørvur er á í
løtuni, nú arbeiðsloysið er sera stórt.
Eins og við galdandi náttúrufriðingarlóg hava kommunur ikki umsitingarligan leiklut
sambært lógini. Tó verður nakað av avleiðingum fyri kommunur, tí nýggja lógin
krevur, at nýggjar býarskipanir og byggisamtyktir og víðkanir av galdandi
býarskipanum og byggisamtyktum skulu ummælas av Umhvørvisstovuni, eins og
Umhvørvisstovan kann áleggja kommunum og øðrum myndugleikum at gera
árinskanningar.
Størri umskifti í náttúruni sum grótbrot, byrgingar, tunnilsgerð, havnagerð og annað,
sum ikki longu er loyvt sambært góðkendari býarskipan, skal góðkennast av
Umhvørvisstovuni. Hetta hevur avleiðingar fyri bæði land og kommunur.
Avleiðingar fyri vinnuna
Fyri landbúnaðarvinnuna fer lógin at hava við sær nakað av avleiðingum, tí ásett er í
lógini at nývelting og uppskering av lendi uttangarðs krevur góðkenning frá
Umhvørvisstovuni.
Fyri ferðavinnuna kann hugsast, at lógin fær nakrar óbeinleiðis avleiðingar, tí ætlanin
er, at Umhvørvisstovan skal skipa fyri gøtum, uppmerking og vegleiðingum í
náttúruni, soleiðis at ferðing í náttúruni fer fram undir skipaðum umstøðum.
Eisini er sannlíkt, at ásetingarnar í lógini um friðing av støðum, djórum og vøkstir,
umframt møguleikin at gera tjóðgarðar, sum vit kenna frá okkara grannalondum, fer at
styrkja Føroyar sum ferðamannaland. Og hetta er eisini stórt pluss fyri
landbúnaðarvinnuna, sum í alsamt størri mun samantvinnast við ferðavinnuna.
Tað verður oftani víst á, at Føroyar hava áhuga ímillum ferðafólk, ið vilja hava
náttúruupplivingar. Slík ferðafólk hava vanliga eisini virðing fyri náttúruni og ynskja
ikki at skaða hana. Tískil leita slík ferðafólk óivað eftir upplýsingum um føroysku
náttúruna, hvussu hon er fyri, og hvar tað ber til at uppliva hana, og undir hvørjum
treytum hetta kann fara fram .
Tí verður mett, at eitt miðvíst arbeiðið fyri at verja og røkja náttúruna, umframt
miðvís kunning um hesi viðurskifti, kann gerast ein týðandi lutur í marknaðarføringini
av Føroyum sum ferðavinnuland. Í hesum sambandi er vert at vísa á, at væl skipaða
og neyva lóggávan, sum varð áløgd alivinnuni, í dag verður nýtt beinleiðis í
marknaðarføring av føroyskum laksi.
Mett verður ikki, at lógin hevur beinleiðis avleiðingar fyri aðra vinnu.
Avleiðingar fyri millumtjóðasáttmálar
Sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi, sum Løgtingið tók undir við í 1993, áleggur m.a.
sáttmálapørtum at skráseta, kortleggja og skipa vernd av náttúruni.
Einasta roynd, sum er gjørd í Føroyum at fylgja hesum ásetingum, er arbeiðið, sum
m.a. Náttúrugripasavnið hevur framt við árligari verkætlanarfígging frá
Oljumálaráðnum/Innlendismaálráðnum at kortleggja føroysku náttúruna.
Hetta arbeiðið er tó steðgað vegna vantandi fígging.
Verður lógin sett í gildi, og verður nøktandi fígging fingin til vega, so er ein av
høvuðsuppgávunum, og framtíðar støði undir náttúrufyrisitingina, at taka upp táttin at
skráseta og kortleggja náttúruna.
Lógin kann eisini fáa stóran týdning fyri arbeiðið at vinna Føroyum altjóða
RAMSAR-viðurkenning fyri ávís øki í landinum, til verju av fuglabjørgum, lendi o.ø.,
sum hevur stóran týdning fyri ávísar fuglastovnar, serliga lomviga, lunda, ritu,
drunnhvíta og skúgv.
Kap. 3. SERLIGAR VIÐMERKINGAR
Kap. I.
Vanligt er í Norðurlondum at taka samanum endamálið við lógini og greiða frá,
hvussu vítt hon fevnir. Náttúruverndarlógir eru oftast lógir merktar av ‘standardum’
heldur enn ‘reglum’. Hetta merkir, at lógin nýtir liðilig hugtøk, ið krevja, at
myndugleikarnir meta um, grundað á fyrilit samsvarandi lógini. Lógarstandardir og
heimildir at meta merkja ikki, at myndugleikarnir hava frítt fyri at gera sín egna
politikk ella sveiggja higar og hagar í metingunum. Heldur eiga stovnarnir at vera sera
nágreiniligir í at útgreina, hvussu komið verður fram til úrslit, og hvussu rættindi
borgaranna verða vird.
Fyrsti kapittul tekur samanum hesar standardir og greiðir frá skipan og fevnd
lógarinnar.
§ 1 – endamál
Ásetingin tekur samanum lógina og teimum ymsu atlitum, ið lógin nærri skipar. Fleiri
ymisk atlit skulu sameinast í lógini. Náttúran skal verjast, men samstundis skal rúm
vera fyri samfelagsligari menning. Lógin skal í verki fremjast ígjøgnum áhaldandi
fólkaræðisligt orðaskifti á tingi eins og um alt landið, fakligar tilráðingar og virðing
fyri rættartrygd.
Við náttúru verður meint landsløg, jørðildi, lívøki, búøki, havbotnur, sjógvur, vøtn,
tjarnir, áir, djór, plantur og annað livandi.
§ 2 – økið
Føroyska umveldið fevnir nógv víðari enn avmarkaða landøkið. Skal náttúran verjast
og skipast fyri eftirtíðina, er neyðugt at taka alt umveldið upp í fevnd lógarinnnar.
Hetta merkir ikki, at hvør grynna nú verður friðað, men at tað er líka nógv vert at
verja landsløg ella djórasløg í havinum, sum á landi.
Tá vinnuvirksemi á landi ávirkar náttúruna, eru hesi árin ofta sera sjónlig. Men eisini
virksemi á havinum kann hava stór árin á náttúruna, og verndaratlit eru eisini at taka á
havbotni og í sjónum. Dømi um hetta eru koraløkini á botni í føroyskum umveldi.
Eisini skal lógin vera við til at tryggja árinskanningar og náttúruvernd í sambandi við
oljuleiting og –úrvinning.
Við umveldið verður roknað alt føroyskt øki út á 200 fjórðingar.
§ 3 – allýsing
Náttúran er samansett av bæði tí livna (biotiska) og ólivna (abiotiska).
Náttúra fevnir um lívverur, teirra (uppruna) lívøki, og vistfrøðiskipanina, tey eru
partur av.
Í sambandi við orð og hugtøk viðvíkjandi náttúruni, verður víst til orðalistan s. 230 í
bókini, “Føroya Náttúra, lívfrøðiligt margfeldni”, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav
út í 2006.
Kap. II
Annar kapittul lýsir stovnarnar, ið skulu umsita náttúruverndina. Skipanin higartil
hevur verið, at nærum alt vald hevur ligið hjá eini yvirfriðingarnevnd, sum hevur
fingið øll mál til avgerðar. Henda skipan hevur ikki borið í sær nøktandi
kærumøguleika.
Skipanin verður tó framvegis hon, at ein myndugleiki fyri alt landið hevur síðsta orðið
í fyrisitingarligum málum, eftir tilmæli frá nevnd við lokalum umboðum.
Landsmyndugleikin verður nú ein veruligur fyrisitingarstovnur, heldur enn ein nevnd
við persónligum limum.
Økislimirnir verða valdir sjey í tali, eitt fyri hvørt av økjunum Suðuroy, Sandoy,
Vágar, Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Eysturoy og Norðuroyggjar. Økislimirnir eru
skiftandi limir, skilt á tann hátt at teir eru við í viðgerðini av málum, sum snúgva seg
um náttúruverndarmál í økinum, teir umboða.
§ 4 og §5 – náttúruverndarnevndin
Í henni verða umframt formaðurin og fast umboð frá Umhvørvisstovuni og
Náttúrugripasavninum, økislimir, sum verða við til viðgerð av málum, alt eftir hvat
mál, tað snýr seg um. Er til dømis talan um náttúruverndarmál í Sandoynni, er
umboðið fyri Sandoynna við til viðgerð av málinum. Er talan um mál, sum er
viðkomandi fyri til dømis bæði Suðurstreymoy og Norðstreymoy, verða bæði hesi
økisumboðini við til málviðgerðina.
Formaðurn kann gera av, at fleiri enn ein og møguliga allir útnevndu økislimirnir lutta
í viðgerðini av ávísum máli. Í hvørjum einstøkum førum ger formaðurin av hvussu
nógvar økislimir, tað er viðkomandi at hava við til viðgerðina og verður hetta gjørt
eftir serstøkum reglum, sum landsstýrismaðurin ger.
Kommunur, feløg og einstaklingar kunnu skjóta upp fyri landsstýrismanninum,
uppskot til persónar at vera økislimir. Landsstýrismaðurin velur økislimirnar millum
fólk, sum hava hollan kunnleika til náttúruna og náttúruverndarviðurskifti í tí økinum,
teir skulu umboða.
§ 6 – Umhvørvisstovan
Greinin ásetur, at tað er Umhvørvisstovan, ið sum høvuðsregla fer at umsita øll
náttúruverndarviðurskiftini, ásett í hesi lóg. Verða gjørd undantøk, skal gjølla
grundgevast fyri hesum við ávísing til reglur og lógaráseting.
§ 7 – Náttúrukærunevndin
Kærunevndin verður skipað sum aðrar kærunevndir. Vald fyri áramál, samansett av
limum úr ymsum fakbólkum við einum lógkønum formanni. Ætlandi verður Føroya
kærustovnur skrivstova hjá náttúrukærunevndini. Henda kærunevnd kann heilt ella
lutvíst vera sama kærunevndin, ið sambært aðrari lóg virkar á øðrum økjum, eitt nú
innan byggi- og býarskipanarøkið. Náttúrukærunevndin kann eisini samskipast við eitt
nú Vinnukærunevndina, verður tað mett praktiskt.
Kap. III
Triði kapittul umrøður stórmál – frágreiðing fyri Løgtinginum og umfevnandi
náttúrufriðingar. Eftir uppskotinum fevnir hugtakið um umfevnandi frágreiðingar og
størri samskipaðar friðingar- ella verndarætlanir. Lóg av hesum slagnum, merkt av
víðum endamálum og lógarstandardum, kann flyta ov nógv vald frá Løgtingi til
landsstýri. Triði kapittul skal byrgja upp fyri hesum. Landsstýrismaðurin skal kunna
Løgtingi um støðuna í størri avgerðarmálum sambært lógini, í kunngerðum eftir lógini
og í øðrum viðurskiftum á økinum. Landsstýrismaðurin skal eisini leggja fyri
Løgtingið sum lógaruppskot ætlanir at fremja størri friðingar, eitt nú tá øki verða sett
av sum tjóðgarður.
§ 8 – frágreiðing um náttúruvernd
(1) Ætlanin er, at hvørt valskeið skal landsstýrismaðurin leggja frágreðing fyri
tingið til aðalorðaskriftis.
(2) Frágreiðingin skal taka samanum:
• tær umfatandi náttúrufriðingar, ið landsstýrismaðurin og aðalráðið hava
stílað fyri,
• tey týðandi mál, har aðalráðið hevur valt at taka virknan lut,
• avgerðarmál, sum Umhvørvisstovan hevur avgreitt, men sum kunnu lýsast
í høvuðsheitum í frágreiðingini, serliga við atliti at, hvørji nærri atlit verða
nýtt, og hvussu tey verða vektað,
• kunngerðir, ið landsstýrismaðurin hevur sett í gildi ella broytt,
• hvussu kærumál hava rætta avgerðir og greitt lógarfatan,
• hvørji tiltøk annars eru ella verða neyðug at verja náttúruna,
• hvørji djóra- og plantusløg verða metta serliga hótt ogsfre.
§ 9 – umfevnandi náttúrufriðingar, atlit
Greinin ásetur, tey atlit, sum landsstýrismaðurin skal taka við í fyrireikingar sínar av
umfevnandi náttúrufriðingum.
§ 10 – umfevnandi náttúrufriðingar, mannagongd
Greinin lýsir, hvussu landsstýrismaðurin skal fara fram, herundir tryggja sær bæði
fakligan og lokalan fakkunnleika í fyrireikingunum.
Síðani skal landsstýrismaðurin leggja eitt greitt skipað lógaruppskot fyri tingið. Sama
mannagongd er galdandi, tá um tjóðgarðar ræður.
Hvørji mál eru nóg stór at kallast umfevnandi friðingarmál, er ein politisk meting.
Løgtingið hevur síðsta orðið at siga hesum viðvíkjandi og kann í sambandi við
viðgerðina av frágreiðingini sambært § 8 lata landstýrismannin vita, hvør tingsins vilji
er. Løgtingið kann eisini gera samtykt hesum viðvíkjandi.
Kap. IV
Fjórði kapittul lýsir tey vanligu náttúruverndarmálini:
• avgerðarmál,
• umsitingarmál,
• týðandi mál, og
• kærumál
§ 11 – avgerðarmál
Tey flestu mál eftir hesi lóg verða avgerðarmál, har Umhvørvisstovan tekur avgerð
eftir reglum um einstøk mál. Reglurnar eru partvíst ásetingar í hesi lóg, partvíst
ásetingar í kunngerð, og partvíst venja innan náttúruverndarmál, har stovnurin hevur
tikið støðu til ítøkilig fyrilit, har kærunevndin ella dómstólar hava rætta lógini, og
annars har eldri mál kunnu vegleiða . Mannagongdirnar eru nærri skipaðar í sætta
kapitli.
§ 12 – umsitingarmál
Umhvørvisstovan skal taka sær av málum, har ongin fyrisitingarlig avgerð verður
tikin, men heldur talan er um ‘faktiska fyrisiting’, tvs. at landið brúkar miðlar til
vørur, tænastur og íløgur. Eftir uppskotinum verður partur av náttúruverndini millum
mangt annað at seta upp skelti, gera gøtur, tryggja lendi, ala plantur, greiða frá, og
annars skipa fyri vernd av og upplýsing um náttúruna. Hvat ítøkiliga verður gjørt,
velst um játtan og politiskar ætlanir.
§ 13 – týðandi mál
Landsstýrismaðurin og aðalráðið fáa eftir hesum møguleika at taka ræði á málum,
sum landsstýrismaðurin metir hava stóran týdning. Á henda hátt er tað tann
myndugleikin, sum stendur til svars mótvegis tinginum, sum altíð hevur vald at taka
støðu. At landsstýrismaðurin tekur støðu, forðar tó ikki fyri vanligari kæruviðgerð.
Landsstýrismaðurin skal grundgeva sera gjølla fyri hví hann metir yvirtøku av málum
verða neyðugt. Og verður hetta at gera bert í heilt serligum førum.
Landsstýrismaðurin kann einans taka ræði á einum máli, eru tungtvigandi orsøkir til
tess – til dømis um ein avgerð kann væntast at kosa landskassanum sera nógvan
pening, at avgerðin kann fáa víðfevndar avleiðingar fyri vinnuligt virksemi e.l.
Greinin er á ongan hátt ætlað sum ein heimild hjá landsstýrismanninum at leggja seg
út í vanliga málsviðgerð hjá Umhvørvisstovuni. Vanligar gegnisreglur eru sjálvandi
galdandi í hesum sambandi.
§ 14 – kærumál
Eftir uppskotinum verður møguligt at kæra øll avgerðarmál. Kærunevndin ger sjálv
av, um eitt mál av røttum er avgerðarmál.
Til ber eisini at venda sær til Umhvørvisstovuna viðvíkjandi umstingarmálum, og
síðani heita á aðalráðið um at taka tey upp, men tey eru ikki kærumál.
Kap. V
Fimti kapittul skal nærri lýsa atlit í náttúrverndarmálum.
Kapittulin er skipaður í fýra partar:
• forboð og skyldur,
• friðingar,
• krøv, loyvi, treytir og tílíkt, og
• verndar- og friðingaratlit
Sum nevnt í endamálsorðingini eru fyrilit fyri altjóða skyldum Føroya lóglig atlit eftir
hesi lóg. Millumlanda sáttmálar eiga tí at verða tiknir við í tulking og meting eftir
hesum kapitli, tó við fyriliti fyri lógarinnar egnu ásetingum, eins og øðrum lógum,
serliga fyrisitingarligum meginreglum.
§ 15 og 16 – forboð
Forboð verða eins og í gomlu lógini sett móti ávísum sløgum av dálkandi og
skemmandi atferð. Revsireglur hesum viðvíkjandi eru í kap. X. Ítøkiligar áleggingar
eru heimilaðar í § 21 (parti B í Kap. V).
Forboðini galda atferð, sum skemmur ella dálkar náttúruna. Í tætt bygdum øki,
innandura, á vegum osfr. kunnu í staðin reglur í politiviðtøkum, reglugerðum hjá
stovnum, ferðslulóg ella aðrar reglur vera galdandi.
Forboðini eru rættað móti atburði, sum ikki er partur av vanligum virksemi í
náttúruni.
At sløða lutir, kann vera at lata bilvrak, plastposar, og annað órudd liggja uttan nyttu
ella umhugsni í náttúruni.
At fara illa um, kann vera at ganga órstorsliga í viðbreknum øki, so lendi, plantur ella
djór fáa ampa. Hetta kann vera niðurbíting ella yvirskipan og fyrilitarleis taðing.
Talan kann eisini vera um at skala veitir, ágrøði, hegn og annan útbúnað ella at gera
eigarum, brúkarum ella øðrum, ið njóta náttúruna, ónáðir.
At lata útbúnað forfalla, kann vera at lata hegn, portur, rættir, úthús ella tílíkt falla í
slíka órøkt, at tað missir sína nyttu og verður til ampa ella ógvusliga skemmir
náttúruna í annans eygum. Eisini fevnir forboðið um at brúkt aliútgerð liggur og
sløðist í náttúruni.
At taka úr náttúruni kann vera øll tøka, ið brýtur frá vanligum atburði ella er ímóti
áhugamálum ella boðum hjá lógligum eigarum, brúkarum ella friðingum og vernd
sambært hesi lóg. Eisini er hetta galdandi fyri ferðafólk, sum ikki uttan loyvi kunnu
taka við sær steinar, plantur og djór av landinum.
Greinin fevnir eisini um innflutning av djóra og plantusløgum. Innsløðing er ein stór
hóttan móti náttúruni, og tí er neyðugt at áseta lógarheimild til fyrisiting av
innflutningi av djóra- og plantusløgum, við tí endamáli at verja náttúruna. Nærri
reglur fyri hesum verða ásettar í kunngerð.
At grava, byggja, osfr., fevnir um øll hugsandi inntriv.
Bannið móti koyring við akførum av einihvørjum slag uttanfyri vanligan kommunuog
landsveg, ella øðrum eftir siðvenju nýttum vegum í sambandi við røkt av
landbúnaði, ella tekniskum útbúnaði uttangarðs, er ætlað sum vernd móti skaða á
jørðildi og gróður orsakað av óneyðugari ferðing við akførum í haga. Her verður eitt
nú hugsað um motorcross og ATV-arar (all terrain vehicle), sum kunnu gera sera
stóran skaða á økið, har koyrt verður. Land og kommunur kunnu seta av serstøk øki
til hesa koyring, so skaðin verður so avmarkaður, sum til ber.
Undantøkini, ið myndugleikin kann geva loyvi til eftir (2) og (3), eru ætlaði nærri at
lýsa, hvat vanligt brúk er. Hesi undantøk verða nærri at skilja á staðnum í samsvar við
vernd og friðing eftir hesi lóg.
§ 17 – forboð móti bygging
Eftir hesi áseting verða nøkur øki, sum ikki eru loyvd at byggja uttan nærri loyvi ella
skráseting. Ásetingin er ætlað at verða samskipað við býarskipan, soleiðis at áðrenn
býarskipan verður góðkend í hesum økjum, verður ætanin mett eftir hesi lóg.
§ 18 – størri umskifti í náttúruni
Eftir hesi áseting skulu størri umskifti fráboðast og góðkennast. Umhvørvisstovan
kann seta serligar treytir við atliti til náttúruvernd.
Eftir ætlan verður skrásetingin so líðandi komin somikið væl áleiðis, at tað fer at bera
til hjá borgarum og myndugleikum at síggja frammanundan, hvørji viðbrekin landsløg
ella lívsløg eru í einum øki. Greitt er, at býarskipanir í sjálvur sær loyva størri
umskifti, og tí mugu slík inntriv ella slík regulering eisini góðkennast eftir
náttúruverndarlógini. Ov seint kann vera – og í øllum førum tyngjandi fyri borgaran –
at skula góðkenna hvørja einstaka ætlan, ið longu er loyvd eftir býarskipan ella
byggiætlan.
§ 19 – ítøkiligar friðingar
Hóast lógin byggir á, at sum mest av friðing skal vera gjørd proaktivt, í góðari tíð og
grundað á so umfatandi skráseting sum til ber, so verður tó neyðugt at friða ítøkiliga
viðhvørt, hóast hetta verður til ampa fyri einstaka vinnu- ella byggiætlan ella annað
virksemi.
§ 20 – samskipandi friðingar
Í mongum førum eru friðingar farnar fram eftir gomlu lógini um friðing. Hesar eins
og nýggjar friðignar eiga at samskipast, soleiðis at tær tilsamans megna at verja
landsløg og lívøki. Í summum førum kann eldri friðing møguliga gerast minni
víðfevnd, í øðrum førum broyta skap og fevnd. Undir øllum umstøðum er tað ikki
nøktandi, at friðingar bara verða gjørdar ad hoc, tá ein ætlan er komin í eygað.
§ 21 – friðingarsløg
Ásetingin býtir upp friðingar í ymisk sløg. Hóast greitt mark ongantíð kann vera teirra
millum, so er ætlanin, at skipanin skal skapa greiðari fatan av lógfylgjunum av eini
friðing.

Nágreinilig lýsing av A-, B og D-friðingum verður ásett í kunngerð.
§ 22 – áleggingar
Við hesi áseting eru greiðar heimildir fyri krøvum, boðum og øðrum áleggingum, sum
neyðug eru at fyribyrgja brotum á lógarinnar ásetingar. Kærunevndin eins og
dómstólarnir fara helst at ansa sera væl eftir, at henda áseting ikki verður misnýtt ella
misfatað.
§ 23 – at loyva
Henda áseting gevur møguleika eftir skipaðari og væl lýstari mannagongd at geva
loyvi, har friðing ella vernd annars forða tí.
§ 24 – at seta treytir
Greið heimild verður við hesum fyri treytum, bæði tá verkætlanir verða framdar, og tá
inntriv føra við sær áhaldandi broytingar.
Verða til dømis nýggj øki sett av til virksemi, kann Umhvørisstovan áleggja landi ella
kommunu at tryggja, at neyðugar árinskanningar verða gjørdar. Land ella
kommunurnar mugu sjálvar fíggja hesar árinskanningar, ella krevja, at tey, sum skulu
nýta økið, gjalda fyri hetta. Her kann vera talan um árinskanningar í sambandi við nýtt
virksemi til dømis í sambandi við bygging, aling, oljuleiting, tunnilsgerð, vegagerð
við meira.
§ 25 – at seta myndugleikum treytir
Nátturverndarumsitingin fær við hesum eisini heimild at seta øðrum myndugleikum
treytir til tess at tryggja náttúruvernd eftir hesi lóg.
§§ 26, 27, 28
Hesar ásetingar bólka tey innihaldsligu atlit, ið kunnu og skulu takast í verndar- og
friðingarmálum. Higartil hevur eftir gomlu lógini mest verið tikið atlit at vakurleika.
Nú verða atlitini meira faklig og mátbar.

Kap. VI
Sætti kapittul skipar nærri mannagongdirnar í avgerðarmálum, serliga samskiftið
millum fakmyndugleika, lokalmyndugleika og víðari hoyring.
Kapittulin er býttur í fýra partar:

• framferð,
• hoyringar,
• árinskanningar og
• fráboðan

§ 29 – at taka upp mál
Umhvørvisstovan ger av, um mál skulu takast upp, men stigtakanin kann koma frá
ymsum síðum.
§ 30 – uppbýti
Málini byrja gongd sína í náttúruverndarnevndini, ið fyrireikar málini og skipar fyri
hoyring og øðrum neyðugum í málinum.
§ 31 – fyribilsavgerðir
Málsgongdin eftir lógini kann gerast langdrigin, eins og viðurskifti í sjálvum sær
kunnu gera mál átrokandi, tí er neyðugt at kunna taka fyribils avgerðir, ið síðani verða
endaliga staðfestar ella broyttar eftir vanligu mannagongdini.
§ 32 – avgerðir
Umhvørvisstovan tekur avgerð í avgerðarmálum.
§ 33 – partar og áhugaði
Skarin av áhugaðum verður eftir ásetingini sera víður. Hetta tryggjar sjálvsagt
kunnleika til og upplýsing av málinum. Afturfyri er neyðugt at hava heimild at enda
málsgongdina, sjálvt um ikki øll, ið fevnd eru av lógini, hava gjørt vart við seg.
§ 34 – víðkað hoyring
Í málum, ið hava almennan áhuga, ella har tey eftir § 33 eru sera mong í tali ella
kunnu hugsast at hava fyrimun av munnligari heldur enn skrivligari hoyring, kann
skipast fyri almennum fundum, har hoyrt verður um almennar ætlanir ella einstøk
avgerðarmál. Her hava øll, sum hava áhugað í málinum so møguleika at møta, seta
spurningar og gera vart við síni sjónarmið.
§ 35 – árinskanningar
Saman við støðiskanningum og náttúruverndarætlanum eru árinskanningar tey mest
neyðugu amboðini til tess á fakligum grundarlagi at kunna upplýsa, hvørji atlit skulu
takast at náttúrvernd í ítøkiligum málum.
§ 36 – fráboðan
§ 37 – uttangarðs og innangarðs ásetir, at Umhvørvisstovan skal góðkenna tað, tá
ætlanin hjá kommunu er, at uttangarðsjørð skal verða fevnd av býarskipan ella
byggisamtykt, ella tá festari ella ognarfólk ætlar at leggja inn uttangarðsjørð, skal
hetta góðkennast frammanundan av Umhvørvisstovuni. Skilmarkið millum uttan- og
innangarðsjørð er lýst í grein 38, stk. 1, nr. 4.

Kap. VII
Sjeyndi kapittul skipar nærri ta faktisku fyrisiting, sum vera skal.
Millum fremstu uppgávurnar hjá Umhvørvisstovuni verður at leggja eina
náttúruverndarætlan fyri landið alt, eins og økisverndarætlanir í samráð við
náttúruverndarnevndina, kommunur, aðrar myndugleikar, borgarar og feløg. Sum er,
eru ikki so frægt sum verandi einstøku friðingarnar skrásettar.
Landsverndarætlanin skal tryggja, at sum mest av lívøkjum (biotopum), landsløgum,
djóra- og plantulívi verða varðveitt. Til tess krevst ein skráseting av, hvørji løg og
sløg eru at finna í Føroyum. Hetta er arbeiði, sum Náttúrugripasavnið hevur arbeitt
nógv við, og sum er náttúrligur partur av arbeiði hjá hesum stovni.
So skjótt sum til ber skal Umhvørvisstovan skráseta og kortleggja tey øki, sum talan
kann vera um at verja og mæla til, hvat slag av vernd er best egnað og best í samsvar
við endamál og atlit í lógini. Hetta eigur at verða gjørt í samstarvi við
Náttúrugripasavnið.

Millum høvuðsbroytingarnar í arbeiðslagnum eftir uppskotinum í mun til gomlu
friðingarlógina er, at tað skal vera gjørligt í góðari tíð at síggja, hvørji øki, ið ætanin
er at varðveita, og hvat tað merkir fyri fólk, vinnu og menning. Á henda hátt er
ætlanin, at tað sum mest skal bera til at fyribyrgja friðingarmálum, har atlit at
samfelagsmenning og náttúru verða sett upp ímóti hvørjum øðrum. Við at vísa á
verndarøki í góðari tíð, skipa friðing í samráð við myndugleikar, eigarar og brúkarar,
og møguliga keypa ella endurgjalda ognir og rættindi, fer tað vónandi at bera til at
verja náttúruna meiri miðvíst og samstundis sleppa undan ónáðum fyri borgarar og
myndugleikar.

Skráseting og vernd í góðari tíð eru millum fremstu uppgávurnar hjá
Umhvørvisstovuni. Talan má tó ikki vera um dupultfunksjónir, og tí er neyðugt, at
Umhvørvisstovan og Náttúrugripasavnið arbeiða tætt saman, serstakliga um
skráseting av lívfrøðiligum margfeldni.

Umframt Náttúrugripasavnið er Biofar dømi um stovnar ella verkætlanir, sum hava
skrásett einstøk djóra- og plantusløg. Slík skráseting kann samskipast við
verndarætlanirnar, men helst eru slíkar skrásetingar ov neyvar til, at tað ber til at nýta
tær í óbroyttum líki. Umhvørvisstovan skal fyrst og fremst innan ikki ov langa tíð
skráseta í høvuðsheitum, hvørji lívøki, landsløg og sløg av lívi, talan kann vera um at
verja, so tað ber til at fáa eitt kortlagt yvirlit. Hetta arbeiðis skal byggja á tøkt tilfar,
og á tilfar, sum neyðugt er at fáa til vega.
§ 38 – náttúrvernd
Umhvørvisstovan skal taka sær av skráseting og kortskipan sum lýst um kap. VII
alment. Stovnurin skal eisini umsita teir tjóðgarðar, sum ætanin er at skipa sambært
lógini, eins og gøtur og onnur miðvís verndartiltøk.
Stovnurin fær heimild til – innan neyvari játtan – at fara undir tiltøk, ið skulu tryggja
vernd.
Gøtur verða nevndar, tí tær ofta eru neyðugar, skulu fólk til gongu í viðbreknum øki
ikki óbótaliga skaða náttúruna. Sum dømi kann nevnast, at Mykineshólmur og
Slættaratindur verða nógv vitjaðir. Fyri eigarar og brúkarar eins og fyri náttúruna er
hetta ein byrða, men til ber møguliga at tryggja øll hesi áhugamál, um
Umhvørvisstovan verður við at gjalda fyri og røkja gøtur, upplýsing og annað. Á tann
hátt kann bera til, at ferðafólk framvegis kunnu njóta hesi støð, hagarnir framvegis
kønnu røkja tey, og at lívsløg verða varðveitt.
Ein miðvísari náttúrvernd fer at kosta pengar. Fyri ein part verður talan um nevndu
tiltøk, fyri ein part røkt av tjóðgørðum, fyri ein part endurgjald í sambandi við
friðingar, har semja ikki fæst í lag. Uppskotið heimilar eisini, at Umhvørvisstovan
fyrireikar – og síðani leggur fyri landstýrismannin eftir mannagongdini um týðandi
mál – uppskot um at keypa, leiga ella endurgjalda lendi ella rættindi til tess at fremja
náttúruvernd.
Hugsast kann, at landið á henda hátt keypir lendi ella rindar fyri, at brúkið verður
skipað innan ávís mørk. Sum dømi kann hugsast, at landið keypir lendi til ferðafólk at
savnast á at njóta náttúruna (t.d. útsýnis-, gistingar-, og støðgipláss), keypur lendi at
varðveita lívøki (t.d. keypir áir, vøtn, búpláss ella øki annars), ella rindar fyri, at
nýtslan einans verður av ávísum slagi í framtíðini (t.d. at bitið verður avmarkað til
ávíst tal av djórum, at eigarin ikki veltur, ella júst at landslagið verður hildið ella brúkt
á sama hátt sum áður).
§ 39 – hagar og høv
Ásetingin skipar nærri skyldu til og heimild fyri at samstarva við ta vinnu og tey
áhugabrúk, sum reka meginpartin av jarðar- og havøki Føroya. Ásetingin skal haldast
saman við endamáli lógarinnar at tryggja brúk og menning so burðardygt, sum til ber,
samstundis sum atlit verða tikin at vinnu, mentan og trivnaði.
Kap. VIII
Áttandi kapittul skipar kærumálini. Nýggja lógin byggir á vanligu skipanina nú á
døgum. Av tí at fyrisitingardómstólar ikki eru skipaðir í Føroyum, eins og teir eru í
grannalondum okkara, eitt nú Svøríki og Finnland, so eru fyrisitingarmál sera tung at
føra vegna kostnað og próvbyrðu. Tí eru í staðin kærunevndir skipaðar við skyldu at
upplýsa málini og við málsviðgerð, ið er munandi tryggari og bíligari enn tann hjá
dómstólunum í sivilum málum. Seinnu árini hevur Kærustovnur Føroya eisini víst seg
at vera sera trygg og munagóð skipan at tryggja neyðuga roynd í fyrisitingarmálum.
Nýggja lógin gevur landstýrismanninum heimild at lata kærustovnin umsita
skrivstovuna hjá kærunevndini.

Gamla skipanin við ongum veruligum óheftum kærumyndugleika og forboð móti
dómstólaviðgerð er als ikki nøktandi og má undir øllum umstøðum takast av.
Kanningar í samband við lógarfyrireikingina vísa, at avgerðirnar hjá
yvirfriðingarnevndini ikki lúka vanligu krøvini í fyrisitingarlógini til nærri
grundgevingar, serliga viðvíkjandi fyrisitingarligari meting.
Sjálv kærunevndin er lýst í § 7.

§ 40 – kærufreistir.
Freistir mugu vera, men ásetingin tryggjar, at allar kærur verða viðgjørdar, um tað ber
til at fáa tær við í kæruviðgerðina, sjálvt um einstaka kæran kann vera ov sein. Eftir
vanligum grundreglum verða viðgjørdar kærur, har tann rakti ikki visti um avgerðina
ella ikki var vegleiddur um kærumøguleikan. Eisini ber til hjá kærunevndini at taka
upp mál, sum eru sera týðandi fyri tann einstaka ella sum fordømi.

§ 41 – skrivstovan hjá kærunevndini
Kærustovnurin ella annar stovnur verður sambært hesi áseting skrivstova hjá
náttúrukærunevndini.

§ 42 – málsviðgerð
Fáar reglur eru at finna um fyrisitingarkærumál. Fyristingarlógin og lógin um innlit
eru sjálvsagt galdandi, men fáar reglur eru um fyrireiking, freistir, skyldur og nærri
fyriskipan.

Ætlanin við ásetingini um almannakunngerð er (á sama hátt sum við
avgerðarsavninum hjá Umhvørvisstovuni) at tryggja, at avgerðir, nevndar við fullum
navni hjá pørtunum, staðarnøvnum, knattstøðu, matrikulnummari og øðrum, ið kann
eyðmerkja málið so væl sum gjørligt, skulu vera til taks, so rættarstøðan verður so
almannakunnug sum gjørligt, bæði hvat viðvíkur fyriskipaðari vernd og friðing, og
hvat viðvíkur treytum, lógartulkingum og mannagongdum.
§ 43 – roynd, ásetur, at avgerðir hjá náttúrukærunevndini kunnu ikki leggjast fyri
landsstýrismannin og eru endaligar innan fyrisitingina.

Kap. IX
Nýggjundi kapittul skipar kunngerðarheimildirnar undir einum. Heldur enn í hvørji
áseting einsæris at áseta kunngerðarheimildir, eru tær her savnaðar undir einum.
Kravið er tó framvegis, at kunngerðir skulu halda seg innan fyri ásetingarnar í lógini.
Heimildin at skipa stovnarnar og ásetingar í kap. I – IV nærri, fevnir um reglugerðir
fyri samsýning, arbeiðsbýti, samskipan við aðrar stovnar og aðrar fyriskipanir, sum
eru egnaðar og neyðugar at náa endamálum lógarinnar innan teir karmar, sum
lógarásetingarnar mynda.

Heimildin nærri at áseta innihaldsligar reglur sambært kap. V, er ætlað at lýsa nærri
vernd og friðing, so hvørt venja ella mál geva høvi at lýsa innihaldsligu reglurnar
nærri.

Sum dømi kunnu nevnast treytirnar í § 21, sum kunnu skipast nærri. Annað dømi eru
tey ymsu lívsløgini (biotypurnar), hvussu tey skulu skilmarkast og finnast ígjøgnum
t.d. lyklaplantusløg, hvussu tey skulu verjast, og hvussu tey kunnu nýtast í samsvar
við verndina.
Eisini fevnir kunngerðarheimildin um reglur fyri inn- og útflutningi av djórum,
plantum og tilfari úr náttúruni.
Kap. X
Ásetingarnar um revsing, kravboð og gjøld skulu tryggja, at lógin verður hildin.
§ 45, stk. 1 og 2 – revsing og sektaruppskot
Ásetingin heimilar revsing. Tað verður eftir vanligu mannagongdunum ákæruvaldið,
ið reisur ákæru, men Umhvørvisstovan fær heimild at seta fram sektaruppskot.
§ 45, stk. 3 – dagbøtur og rættarkravboð
Ígjøgnum rættin ber til hjá Umhvørvisstovuni at handhevja avgerðir, áleggingar og
boð sambært lógini.
§ 45, stk. 4 – gjald og trygd
Ásetingin skal skiljast í samsvar við § 21. Talan kann vera um tiltøk, sum
Umhvørvisstovan noyðist at fremja, eitt nú at rudda upp í náttúruni, árinskanningar
ella annað, ið onnur av røttum áttu at framt.
Kap. XI
Kapittulin skal skipa nærri skiftið frá gomlu til nýggju lógina.
§ 46 – myndugleikaskifti
Landsstýrismaðurin fær hervið heimild til nærri at skipa myndugleikaskiftið, eisini
nær verandi myndugleikar gevast, og um valskeið teirra verða stytt.
§ 47 – eldri lóg
Friðingar eftir eldri lóg skulu samskipast við skráseting og náttúrverndarætlan eftir
nýggju lógini. Eldri friðingar skulu, so hvørt orka verður til tess, metast av nýggjum
og samskipast eftir nýggju lógini.

Kunngerðir eftir gomlu lógini eru við hesi áseting framhaldandi heimilaðar, til tær eru
avtiknar við kunngerð.

§ 48 – gildi
Nýggja lógin loysir av gomlu lógina. Sambært gildiskomuregluni kemur lógin ikki í
gildi fyrrenn 1. jan 2012. Hetta verður gjørt fyri at geva landsstýri møguleika at
raðfesta náttúruverndina inn í komandi fíggjarlógarupskot, og somuleiðis seta neyðug
tíð av til at fyrireika umsiting av lógini.

Á Løgtingi, 1. mars 2011
Bjørt Samuelsen Hergeir Nielsen
løgtingsmaður løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad