Lýsing

Uppskot til samtyktar um føroyskt mál á almennum skíggjum

Løgtingsmál nr. 180/2010: Uppskot til samtyktar um føroyskt mál á almennum skíggjum

Uppskot til samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið tingmál, sum tryggjar at
fyritøkur, stovnar og onnur nýta tað føroyska málið við føroyskari stavseting, tá ið hesi fyri
almenninginum seta upp teldustýrdar skíggjar, sum antin lýsa ella upplýsa og vegleiða almenningin
um mannagongdir.

 

Tað er alsamt meira vanligt at síggja skíggjar, sum verða settir upp ymsastaðni, og sum hava til
endamáls at vegleiða kundan ella brúkaran, hvussu hann skal bera seg at, tá ið hann ger nýtslu av tí
tænastu, sum fyritøkan, handilin ella stovnurin bjóðar.

Mannagongdin við elektroniskum skíggjum mugu sigast at verða stór framstig fyri modernað
vinnulív og kundatænastu sum heild. Hesi framstig ynskja vit at verað partur av, samstundis sum
vit eiga at tryggja okkum at teir møguleikar sum eru í hesi tøkni verður gagnnýtt. Í hesum føri
verður hugsað um ta málnýtslu,sum tøknin nýtir. Tá ið hon oftast við stuttum boðum skal kunna
almenningin um eitthvørt. Hetta málið mælir uppskotið til verður á føroyskum.

Dømi eru eisini um stórar føroyskar fyritøkur, sum ynskja at allur tekstur teirra áskíggjum, sum er
ætlaður kundunum, skal verða á føroyskum. Her er tó talan um tænastu, sum føroyskt vinnulív í
flestu førum keypir uttanlands, og kann tí verða trupult at fáa hetta ynski eftirlíkað hjá føroyskum
fyritøkum, serstakliga um politiski myndugleikin ikki vísir hesum ans.

Táið talan er um skíggjar, har flest allir føroyingar hava atgongd, og flestu føroyingar gera nýtslu av
hesum skíggjum dagliga, er umráðandi, at tað mál, sum verður nýtt har, er føroyskt.

Uppskotið vendir sær til skíggjar, sum verða nýttir til gjaldskort, peningaautomatir, umframt
skíggjar sum verða nýttir við bensin og dieselpumpur, bilvask og annars allar tær tænastur har
skíggjar, sum við telduteksti upplýsir kundan og vegleiðir honum, hvussu hann skal bera seg at.
Táið talan er um føroyskar stavir síggja vit til stundum, at d verður nýtt ístaðin fyri ð og at i, o, u, y
verða nýttir heldur enn í, ó, ú, ella ý. Hetta eigur myndugleikin, sum varðar av føroyska málinum
ikki at góðtaka. og átti eisini verða óneyðugt í einum so framkomnum telduheimi, sum honum vit
eru partur av.

Hetta snýr seg um virðing fyri málinum og eisini fyri tøknini.Eisini er tað ein ásannan av tí týdningi
tað hevur fyri okkara samleika, at tað er tað føroyska málið, sum verður nýtt mest møguligt í
teimum tænastum, har almenningurin hevur atgongd. Tí er neyðugt, at vit verja og menna málið, so
tað eisini fylgir við tí nýggju tøkni, sum vit ynskja, at samfelagið og vinnulívið skal verða partur av.
Tað kann hugsast, at partur av uppskotinum kann loysast við heimild í marknaðarføringslógini og
neyðugum tilhoyrandi kunngerðum. Hugsað verður her um grein 7a: ” Lýsingar og lýsingatilfar,
sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum.

Stk. 2. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um mál í lýsingum og lýsingatilfari við kunngerð. “
Síðani er eisini vert at vísa á, at eftirlit er skipað hjá Brúkaraumboðnum og at landsstýrið tí kundi
kannað um eftirlitsmyndugleikin av tí, sum mælt verður til her, eisini kundi ligið har.

Á Løgtingi, 1. mars 2011
Annita á Fríðriksmørk
løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad