Lýsing

Uppskot um at seta nevnd at gera fíggingarleist til útbygging av samferðslukervinum

Løgtingsmál nr. 187/2010: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at gera fíggingarleist til
útbygging av samferðslukervinum

 

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið at seta faknevnd at gera eitt uppskot til fígging av framhaldandi
útbygging og viðlíkahaldi av samferðslukervinum við atliti at samfelagsbúskapi, ferðslustýring,
økismenning, umhvørvi og samhaldsfesti.

Viðmerkingar
Eitt væl útbygdt samferðslukervi er ein fyritreyt fyri vøkstri og trivnaði í landinum.
Stórar íløgur hava síðani miðskeiðis í fimtiárunum verið gjørdar, fyri at røkka politiska
málsetninginum um vegasamband til hvørja bygd, og at fáa oyggjasamfelagið so væl knýtt saman
sum yvirhøvur til ber, við vegum, brúm, tunlum og ferjum. Neyvan nakar man ivast í, at tað, at ferð
kom á samferðsluútbyggingina, ikki minst tá farið varð undir tunnilsboringar í sekstiárunum, hevur
verið grundarlag undir stórum parti av tí framburði føroyska samfelagnum hevur verið fyri.
Í dag hava 85% av landsins íbúgvum fast vegasamaband sínamillum, og sostatt má sigast, at komið
er rættuliga langt, í mun til ein dreym um at gera 18 oyggjar til eitt samanknýtt øki. Nøkur heilt stór
fet vórðu tikin, tá brúgvin við Streymin alment varð tikin í nýtslu í 1973, og tá undirsjóvartunlarnir
til Vágarnar og Norðuroyggjar lótu upp í ávíkavíst 2002 og 2006.

Sitandi Løgting hevur fleiri reisir viðgjørt tunnilsverkætlanir. Bæði nýgerð av tunnilsleiðum á landi,
og bygging av undirsjóvartunli til Sandoynna og millum Eysturoynna og Streymoynna.

Tunlar eru munandi tyngri at lyfta fíggjarliga, samaborið við vegagerð. Bæði í byggikostnaði, men
ikki minst eisini í viðlíkahaldi. Eitt nú kostar tað á leið 11 milliónir árliga at viðlíkahalda teir báðar
verandi undirsjóvartunlarnar, og hesin prísur hækkar væntandi munandi, tá tunlarnir eldast og tørva
størri ábøtur. Tá fleiri undirsjóvartunlar vera, skal eisini rúm fígging vera til dagføringar av hesum.
Landsverk metir, at skal vega og tunnilskervið vera í besta standi, skulu á leið 775 – 1050 kr pr
metur tunnil og 250 kr pr metur landsveg setast av til viðlíkahald. Bert kravið til viðlíkahald og
dagføringar, liggur sostatt langt omanfyri 100 mio krónur, vilja vit hava eitt samferðslukervi í
fullgóðum standi.

Umframt vegir, tunnlar og brýr, hoyra eisini havnagerð, tyrlupallar og flogvøllur/-vallir til eitt
nútímans infrakervi, sum landið hevur ábyrgdina av.

Landsverk gjørdi fyri nøkum árum síðani eina samferðsluútbyggingarætlan fyri 2008-2020. Í henni
sæst bæði yvirlit yvir møguligar framtíðar útbyggingar, og ætlanir fyri nýgerð og dagføringum av
verandi samferðslukervi. Hetta vala arbeiði, er gott grundarlag undir arbeiðinum hjá
samferðslunevndini.

Samlaðu útbyggingarætlanirnar í Samferðsluætlanini krevja minst 5 milliardir krónur. Skal tað bera
til, at fáa gjørt ynsktu útbyggingarnar – um ikki allar, so stóran part av teimun – og skal fíggjarorka
vera til neyðuga dagføring og viðlíkahald, er neyðugt at tryggja, at landið fær inntøkur til hetta.
Í flestu førum fíggjar landsskassin útbyggingina av samferðslukervinum. Tá fyrstu tunlarnir vórðu
gjørdir á landi, vóru eisini kommunurnar við til at bera partar av útreiðslunum. Hesum varð gingið
burtur frá. Tá farið varð at byggja undirsjóvartunlar, varð fyrstu lutvís brúkarafígging gjørd til part
av fíggingarleistinum fyri tunlarnar. Størsta partin av íløguni, hevur landskassin tó goldið við
árligari játtan. Tunlarnir bera seg so mikið væl fíggjarliga, at teir kundu burturav verið fíggjaðir av
brúkaragjøldum. Fyri ein komandi Skálafjarðatunnil er hetta galdandi í enn størri mun, men fyri
Sandoyartunnilin er eingin møguleiki fyri, at hesin verður sjálvfíggjandi. Útrokningar vísa, at
inntøkurnar frá Sandoyartunlinum neyvan fara at røkka longri enn til rakstur. Tí er júst hesin
tunnilin óvanliga tungur at lyfta fyri landskassan.

Samfelagsbúskaparliga er tað helst so, at best nytta fæst burturúr, at gjørdu íløgurnar verða brúktar
so nógv, sum til ber. Gjald, serliga høg gjøld, forða fyri hesum. Tí er eisini greitt eitt mark fyri,
hvussu nógv gjøld kunnu leggjast á samferðsluna, áðrenn tað minkar um ferðsluna. Men,
samstundis ber ikki til at útbyggja og dagføra samferðlukervið í nóg góðan mun, eru ov lítið av
pengum til tess. Og eitt avmarkað samferðslukervi, forðar eisini búskaparvøkstri. Tí er neyðugt, at
finna fram til, hvussu vit kunnu fáa nóg mikið av pengum til vega, uttan at tað skal ganga útyvir
íløgur í aðrar neyðugar útbyggingar av landinum, sum skúlar, sjúkrahús, ellisheim osfre.
Samferðslunevndin skal gera uppskot til, hvussu vit á skilabesta hátt fíggja framhaldandi
útbyggingina og dagføringina av samferðslukervinum, soleiðis, at atlit verða tikin til hvat
búskaparliga er skilabest og gevur bestu ferðslustýring. Fíggingarleisturin skal samstundis vera
samhaldsfastur og vísa neyðug atlit til umhvørvi og økismenning.

Arbeiðssetningur
Nevndin má fáa ein heilt greiðan arbeiðssetning, og kunnu uppgávurnar millum annað vera:
At gera uppskot til nýggjar fíggingarleistir fyri samferðsluútbyggingar. Bæði fyri ítøkiligar
verkætlanir, sum eru stungnar út í kortið og ein generellan fíggingarleist.

At gera eina dagførda meting av fíggjartørvinum til samferðsluútbyggingar og dagføringar.

At meta um møguleikan at marka ávísar inntøkur hjá landskassanum til samferðsluútbyggingar. Til
dømis at skrásetingar- , vekt- og umhvørvisavgjøld.

At gera uppskot til ymiskar møguleikar fyri brúkaragjøldum undir hesum bummgjøld, og meta um
fyrimunir og vansar við hesum.

At gera tilmæli um hvussu fíggingarleistirnir taka atlit til samhaldsfesti, soleiðis, at rímilig javnvág
er ímillum, at brúkarin betalur fyri at nýta ávísan part av samferðslukervinum, og so felagsfígging,
har allir borgarar gjalda.

At kanna møguleikar fyri felagsgjaldsskipanum fyri tunlar og fergur.

At kanna hvussu prísurin á viðlíkahald av vegum, brúm og tunlum kann gerast ódýrari enn í dag.
Arbeiðið hjá nevndini kann verða gjørt í stigum, so nevndin fær ymiska tíðarfreist til ávísar partar
av arbeiðssetninginum.

Nevndarlimir
Í nevndini eiga at sita fremstu serfrøðingar okkara innan útbygging av samferðslukervinum og fólk
við skili fyri búskapi og fígging. Náttúrligt er, at umboðini koma frá Innlendismálaráðnum og
Landsverki, Vinnumálaráðnum og Strandferðsluni, umframt frá Fíggjarmálaráðnum.
Innlendismálaráðið/Landsverk kann hóskandi leiða arbeiðið. Nevndin kann so kalla inn ella biðja
uttanfyristandandi serfrøði útvega neyðugt tilfar.

Kostnaður
Fíggjarligu og umsitingarligu avleiðingarnar av at samferðslunevnd verður sett , eiga ikki at gerast
so stórar. Av tí at meginparturin av fremstu serfrøðini longu finnast innanfyri starvsfólkahópin hjá
miðfyrisitingini og landsstovnum, so kann arbeiðið raðfestast inn í dagliga virksemi hjá hesum. Tó
kann hugsast minni útreiðslur, um neyðugt er at nýta uttanfyristandandi ráðgeving.

Á Løgtingi, 1. mars 2011
Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad