Lýsing

Uppskot til samtyktar um at seta ferð á menningina av varandi orkukeldum

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika frágreiðing at leggja fyri Løgtingið til viðgerðar, ið inniheldur:

 

– Eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orukeldum

 

– Uppskot um, hvussu at øll almenn nýbygging og umbygging verður orkusparandi og nýtir varandi orkukeldur

 

– Orkusparingarætlan fyri allar almennar bygningar

 

– Uppskot um, hvussu landsstýrið í sínum fíggjarlógaruppskoti fyri 2010 og komandi árini kann seta munandi upphædd av til menning av varandi orkukeldum

 

– Uppskot um, hvussu almennar stuðulskipanir til bygging, umbygging, húsakeyp o.l. verða umlagdar soleiðis, at tær stimbra húsarhaldum og vinnuni at spara orku og royna varandi orkukeldur sum hitaskipan til hús og bygningar.

 

– Greiða útmelding um, hvør orkupolitikkur landsins er, og hvør vinnupolitikkurin er í mun til at stimbra eina vinnu innan varandi orkukeldur

 

– Uppskot um, hvussu Føroyar virkið kunnu luttaka í teimum samstørvum millum londini, ið fara fram til tess at menna varandi orkukeldur.

 

Viðmerkingar:
Tað, at gera Føroyar leysar av oljuni, er ein hin størsta avbjóðingin, vit hava í mun til at framtíðartryggja føroyska búskapin. Ein onnur risa avbjóðing er at minka um útlátið av CO2, soleiðis at vit kunnu gerast partur av heimsfevnandi avtalum um at mótvirka veðurlagsbroytingunum.

 

Fyri land okkara hevur tað sera stóran týdning, at vit í altjóða høpi vísa ábyrgd og at vit eru partur av tí globala felagsstríðnum at fyribyrgja mannaelvdu veðurlagsbroytingunum, ið hava vanlukkuligar fylgir – eisini fyri oyggjasamfeløg – fleiri staðni í heiminum.

Eisini fyri vinnuna hevur tað sera stóran týdining at kunna dokumentera, at okkara fiskiveiða og fiskivinna á landi ikki nýtir meira orku og ikki letur út meira CO2 enn hægst neyðugt.

Tí er neyðugt at byggja okkara búskaparmenning á varandi orkukeldur og stimbra undir menning av vinnu, ið byggir á varandi orku.

 

At Føroyar hava sera góðar náttúrugivnar fyritreytir at menna varandi orkukeldur – tað verið seg vind-, aldu-, sjóvarfalls- og sólorkuskipanir, er lítil ivi um.

Hetta eigur eisini at gera okkum til áhugaverdar samstarvspartnarar bæði í vinnu- og  orkupolitiskum høpi.
 
Fleiri ymiskir vegir eru at ganga, og stórar avgerðir mugu takast. Ein greiður menningarpolitikkur fyri varandi orku eigur tí at vera millum fremstu raðfestingar landsstýrisins.

 

Á Løgtingi, 3. mars 2009

Hergeir Nielsen                    Annita á Fríðriksmørk          Høgni Hoydal

Heini O. Heinesen                Sjúrður Skaale                     Bjørt Samuelsen

Tórbjørn Jacobsen               Bergtóra Høgnadóttir Joensen

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad