Slóðin letur aftur hálvan februar. Tey ungu sum búgva á Slóðini eru 14 ár og eldri. Felags fyri tey er, at tey hava stórar trupulleikar at dragast við. Talan er um ung, sum skulu stuðlast í at fáa eitt gott lív.
Á barnaheiminum er ein ungdómsdeild, annars er Slóðin einasta tilboðið til hesi ungu menniskjuni í Føroyum. Nú hevur landsstýriskvinnan avgjørt at lata Slóðina aftur og harafturat at siga starvsfólkunum við drúgvum sosialpedagogiskum royndum upp.
Í samgonguskjalinum stendur millum annað at: ”Umstøður skulu skapast fyri, at børn við víðfevndum sálarligum ella likamligum breki og børn við atferðar ella tilknýtistrupulleikum í minst møguligan mun verða send av landinum, men heldur kunnu fáa nøktandi menningartilboð í Føroyum”. Alt sum er framt á økinum seinasta árið ber kortini boð um tað øvugta.
Fyri jól var kjakast dúgliga um, at stovnurin skuldi flytast niðan í Mjørkadal. Áðrenn tað var talan um at stovnurin skuldi liggja á Argjum. Síðani skuldi hann leggjast saman við Rókini. Og kortini ikki. Brádliga bleiv stovnurin lagdur undir Nærverk heldur enn Almannastovuna. Ein kann bara ímynda sær, hvussu allar útmeldingarnar ávirka búfólkini.
Tað sum er veruleikin hjá hesum ungu nú er:
• Slóðin letur aftur hálvan februar
• Tey royndu starvsfólkini hava sagt upp ella eru søgd úr starvi
• Eingin kennir komandi fysisku karmarnar ella ætlanirnar á økinum
• Visjónir hoyra vit ikki eitt orð um, tykist sum talan er um tøkuloysnir
Vit hava aftur og aftur hoyrt, at ein umskipan og endurskoðan av økinum børn og ung fer fram, og at ein arbeiðsbólkur kemur við tilmælum um stutta tíð. Tað undrar tí spyrjaran, at allar hesar broytingarnar sum eru framdar á økinum verða júst nú, áðrenn tilmælini hava sæð dagsins ljós.
Spyrjarin vil nú fegin vita:
• Metir landsstýriskvinnan, at handfaringin av økinum børn og ung er í tráð við orðini í samgonguskjalinum?
• Hvussu metir landsstýriskvinnan at broytingarnar, sum eru framdar á økinum seinastu mánaðirnar hava gagnað teim ungu sum eru ella hava verið innskrivað á Slóðini?
• Hvørji tilboð eru í løtuni til ung yvir 14 ár, ið annars høvdu farið á Slóðina?
• Hvagani skulu tey ungu, sum annaðhvørt eru innskrivað á Slóðini ella hoyra til málbólkin fáa hjálp og stuðul til ein nýggjur stovnur letur upp?
• Var ikki rættari at lata nýggja stovnin upp, áðrenn verandi tilboð bleiv niðurlagt?
• Hví hevur landsstýriskvinnan tikið stig til so víttfevnandi avgerðir á økinum, áðrenn tað er heilt greitt, hvussu økið skal skipast?
• Nær, hvar og hvussu letur nýggi stovnurin upp?
• Hvussu nógv børn hava fingið játtað stovnsuppihald uttanlanda í 2007, 2008 og 2009?
Starvsfólk á Slóðini
Meðan vit bíða eftir einum áliti á økinum børn og ung verða stórar broytingar – fyri ikki at siga oyðileggingar - framdar á økinum. Tað byrjaði við Familjudeildini á Barnaheiminum og nú er tað Slóðin, sum er rakt.
Spyrjarin saknar grundgevingarnar fyri uppsagnunun á Slóðini – stovnurin fyri ung í trupulleikum, sum eru 14 ár og eldri. Millum tey uppsøgdu eru vælútbúgvin starvsfólk, sum í fleiri førum hava drúgvar arbeiðsroyndir á sosialpedagogiska økinum.
Slóðin hevur havt 7 leiðarar seinastu trý árini, starvsfólkini hava aftur og aftur biðið um hjálp til at fáa stovnin at virka betur, men ynski teirra er ongantíð gingið á møti. Sum dømi um, hvussu illa, skipanin virkar, kann nevnast, at fleiri av starvsfólkunum hava fleiri 100 tals avspákingartímar til góðar. Tey ungu á Slóðini hava stórar trupulleikar at dragast við og tørv á serligum stuðuli frá starvsfólkunum døgnsins 24 tímar.
Starvsfólkini á Slóðini fingu í juli skriv frá Almannastovuni. Í hesum skrivi fingu starvsfólkini tøkk fyri tol og fyri framhaldandi at verða viðvirkin hóast nógva órógv í samband við at stovnarnir – Rókin og Slóðin - skulu leggjast saman til ein stovn. .
Í november sæst lýsing, har søkt verður eftir starvsfólki til nýggja bústovnin. Freistin at søkja var 24. november. Um hálvan desember eru starvsfólk sett. Men um sama mundi verða starvsfólkini á Slóðini uppsøgd munnliga – skrivliga eru tey uppsøgd í ár.
Sambært Dimmalætting hósdagin sigur Mary í Garði, Nærverk, at tey arvaðu Slóðina frá Almannastovuni, og at tey bara gera tað, sum sett var út í kortið frammanundan. Sum skilst, nevniliga at arbeiða víðari við at skipa ein felags stovn.
Spyrjarin hevur samskift við fleiri fólk, sum hava drúgvar royndir á økinum – felags fyri tey er, at tey hava vent økinum børn og ung í trupulleikum bakið. Ikki orsaka av teim ungu – tvørturímóti –men vegna óvirðiligari handfaring av starvsfólkum á sosialpedagogiska økinum í longri tíð. Vit hava tískil eina servitan í Føroyum, sum er í vanda fyri at blíva spjødd í allar ættir og fara fyri skeyti.
Hvør var orsøkin til at økið bleiv lagt undir Nærverk
Spyrjarin vil fegin vita:
• Hvørjar eru orsøkirnar til at starvsfólkini á Slóðini blivu uppsøgd?
• Hví bleiv økið brádliga lagt undir Nærverk?
• Hvat var sett í kortið frammanundan at Slóðin bleiv løgd undir Nærverk?
• Hví verður stovnurin niðurlagdur og starvsfólk uppsøgd – áðrenn framtíðartilboðið er greitt?
• Hví verða fleiri nýggj starvsfólk sett, samstundis sum valt verður at siga teim royndu upp?
• Heldur landsstýriskvinnan, at tað er eitt framstig fyri økið børn og ung, at siga royndu starvsfólkunum upp?
• Hvussu heldur landsstýriskvinnan, at valdi framferðarhátturin í mun til sosialpedagogiska økið eggjar kvalifiseraðum fólkum at starvast innan økið børn og ung í Føroyum?
• Var málið um eina sparing á økinum um eina upp á 5,8 milliónir í 2009 rokkið?