1. Hvør skal vera stigtakari – sambært komandi bústaðarpakka – tá talan er um lutaíbúðir til fólk við serligum tørvi?
2. Hvørjar verða mannagongdirnar?
3. Hvør tekur sær av verkætlanum og uppgávum sum Íbúðargrunnurin og Húsalánsgrunnurin hava tikið sær av, hetta til bústaðapakkin gerst veruleiki?
Til sp. 1:
Uppskotið um lutaíbúðalóg er ikki lagt fyri tingið enn, og tískil er tað ov tíðliga at svara hesum spurningi. Landsstýriskvinnan er varug við tørvin á at fáa greiði á henda spurning, áðrenn uppskotið aftur verður lagt fyri tingið. Avtala er gjørd við allar flokkar á tingi um at vera við í fyrireikingini av uppskoti til lutaíbúðalóg. Hettar er ein sera týdningarmikil lóg, og eri eg vís í at vit saman fáa eina góða lóg.
Til sp. 2:
Sí svar uppá spurning 1.
Til sp. 3:
Tað ger Húsalánsgrunnurin framvegis í tann mun hann er førur fyri hetta. Trupulleikin er, at Húsalánsgrunnurin í nógv ár ikki hevur veitt nýggj lán, men bert umsitið verandi lán. Tí er tað umráðandi at leggja fyri tingið uppskot til lutaíbúðalóg og uppskot til broytingar í lóg um Húsalánsgrunnin, sum vilja betra møguleikarnar fyri alternativari bústaðabygging.
Eg haldi ikki tað er rætt at viðgera eitt uppskot til lutaíbúðalóg í tinginum áðrenn uppskotið er lagt fram. Tað verður tað væntandi í oktobur. Ikki fyrr enn endaligt uppskot fyriliggur, ber til at siga hvat lógin inniheldur. Tó eru vit nokk samd um, at tann parturin sum hevur við serligar lutaíbúðir at gera, eru vit nærum samd.
Tórshavn, tann 1. september 2009.
Rósa Samuelsen
landsstýriskvinna