Sirið spyr um endurmenning og um kynsligan ágang

9 November 2014
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Á tingfundinum í morgin setir Sirið fyrispurningar viðvíkjandi endurmenning og viðvíkjandi kynsligum ágangi
Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi endurmenning

Hvørji vera markamótini í mun til, hvørjir borgarar skulu hava í boði endurmenning frá heilsuverkinum, almannaverkinum ella kommununum?

Viðmerkingar
Breið semja tykist vera um, at tað er neyðugt at raðfesta endurmenningina, og at nøktandi endur-menning kann geva nógv - bæði fyri tann einstaka og samfelagið alt. Hinvegin tykist ógreitt, hvussu endurmenningin skal skipast, hvør ger hvat, og hvørjir borgarar skulu hava hvat í boði.

Víst hevur verið á, at økisterspiin skal út til kommunurnar í sambandi við, at eldrarøktin verður løgd til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015.

Somuleiðis hevur landsstýrismmaðurin í heilsumálum boðað frá, at lóg um endurmenning verður løgd fyri tingið hvørja løtu, og rætturin til endurmenning í heilsuverkinum verður staðfestur í lógini.

Trivnaðarnevndin er eisini kunnað um, at Almannaverkið er í gongd við at byggja endurmenningar¬miðstøð í Havn soleiðis, at Almannaverkið eisini hevur endurmenningartilboð. Henda bygging kemur at vera knýtt saman við nýggju hjálpartólamiðstøðini á Hálsi.

Spurningurin er tí at fáa staðfest greiðar linjur fyri, hvørjir borgarir skulu hava endurmenningar-tilboð frá hvørjum nú endurmenningartilboð vera deild út á tríggjar myndugleikar. Um markamótini ikki eru greið frá byrjan, er vandi fyri, at borgarar detta niðurmillum ymisku myndugleikarnar.

Spurningurin er eisini, um tað er skilagott soleiðis at petta endurmenningina sundur.

Á Løgtingi, 5. november 20
Sirið Stenberg

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi kynsligum ágangi

1. Er ætlanin at gera broytingar soleiðis, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang koma inn at sita beinanvegin?

2. Er ætlanin at broyta, ella avtaka fyrningarfreistina?

Viðmerkingar
Serliga er hugstoytt at uppliva, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang í tíðarskeiðnum, meðan tey bíða eftir at koma inn at sita, hava gjørt seg inn á onnur børn. Víst verður í hesum sambandi til tíðindi í miðlunum fyri viku síðan. Hetta er bráðneyðugt at fáa fyribyrgt, so tað ikki endurtekur seg. Somuleiðis tykist tað undarligt, at krenkari og offur skulu fylgjast út úr rættarsalinum aftná dómsúrskurð, og bíðitíð er at koma inn at sita. Tey, sum eru krenkað, uppliva hetta sum at vera krenkað umaftur. Hvar gongur markið fyri, nær man skal inn at stga beinanvegin, og nær man kann bíða í mánaðir?

Eisini er tað undrunarvert, at slík mál kunnu fyrna í rættaligum høpi.

Á Løgtingi, 5. november 2014

Sirið Stenberg

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi kynsligum ágangi

Nær kann væntast, at heildarætlanin móti kynsligum ágangi verður liðug?

Viðmerkingar
Fyri tveimum árum síðan bleiv uppskot um at fáa eina heildarætlan móti kynsligum ágangi lagt fyri Løgtingið (uppskot 54/2012) Uppskotið bleiv einmælt samtykt 1. mai 2013. Ætlanin við upp-skotinum var at fáa styrkt arbeiðið viðvíkjandi kynsligum ágangi út frá øllum viðkomandi sjónarhornum. Frá fyribyrging, viðgerð, hjálp til familju og avvarðandi, fyrningarfreist og viðvíkjandi avhoyring o.ø. Aðalmálið var, at heildarætlanin skuldi lýsa øll neyðug átøk at basa kynsligum ágangi. Tað veri seg í øllum relevantum aðalráðum og alt lívstíðraskeiðið.

Átøk til batar eru tíbetur framd við til dømis barnahúsinum og skerpaðu fráboðanarskylduni, men enn er nakað eftir á mál.

Á Løgtingi, 5. november 2014

Sirið Stenberg