• Er tað so, tá foreldur ikki eru saman, og rinda verður eykabarnagjald, at hetta verður skrásett og skattað sum a-inntøka hjá barninum?
• Um so er, verður mismunur tá ikki gjørdur á børnum?
• Kann fíggjarmálaráðharrin greiða frá, hvør politiska hugsjónin er, aftanfyri hesa skipan ella mannagongd?
• Tekur fíggjarmálaráðharrin undir við hesi skipan?
• Hevur fíggjarmálaráðharrin nakrar ætlanir um at broyta verandi skipan?
• Hvat hevði tað kostað landinum árliga, um eykabarnagjaldið ikki bleiv skrásett og skatta sum A-inntøka hjá barninum?
• Innkrevur Taks eykabarnagjaldið tað sama um ríkisumboðið, rætturin ella foreldrini sum áseta eykabarnagjaldið?
Viðmerkingar:
Tá foreldur fara hvør til sítt, skal tann sum barnið ikki býr hjá rinda eina grundupphædd á leið 1000 kr mánaðarliga fyri hvørt barni. Um so er, at tann sum rindar grundupphæddina hevur eina góða inntøku, skal viðkomandi rinda eina eyka upphædd – eyka barnagjald. Alt eftir hvør inntøkan er og talið á børnum hækkar gjaldið við 25, 50 upp í fleiri 100%. Taks innkrevur hesa upphædd og rindar hana til mammuna ella pápan, sum barnið býr hjá.
Tann sum barnið býr hjá fær peningin. Um so er, at gjaldið er meir enn vanligu barnapengarnir, verða hesir skrásettir sum a-inntøka hjá barninum. Fylgjan er, at um barnið fer at arbeiða, er botnfrádrátturin hjá barninum brúktur, langt áðrenn botnfrádrátturin hjá børnum, hvørs foreldur eru saman. Nettolønin hjá hesum børnum verður tí ógvuliga ólík. Hetta, hóast barnið hvørs foreldur ikki eru saman ongantíð hevur fingið eykabarnagjaldið í egnan lumma. Vit kunnu ímynda okkum tveir ungar dreingir, sum bera bløð út gerandisdagar. Foreldrini hjá øðrum dronginum eru saman, meðan foreldrini hjá hinum eru skild og pápin rindar dupult barnagjald. Tað merkir, at drongurin hvørs foreldur eru skild fær eina eykaskattarokning.
Viðhvørt verður kjakast um korini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum, og júst nú er uppskot í trivnaðarnevndini um at lækka stuðulin til uppihaldspening. Men kjakið um barnið ella børnini fær lítla rúmd. Ikki minst hetta álvarsmálið.
Familjur har bæði mamma, pápi og barn eru fáa 3x botnfrádrátt. Um talan er um familju við støkum uppihaldara, missa hesar 1x botnfrádrátt.
Korini hjá familjum, har talan er um stakar uppihaldarar er fyri vanbýti á nógvar hættir. Fíggjarligu karmarnir eru í mongum førum trongari enn hjá traditionellu kjarnufamiljuni. Hesin bólkur hevur fingið lítla raðfesting og viðurkenning øll árini.
Óskilligt er, um hesi børn, tá tey fáa møguleikan at vinna sær pening, skulu rinda skatt fyrr enn tey børn, hvørs foreldur eru saman.